týsdagur 25. januar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
DÁNJAL HØJGAARD OG
SVEINUR TRÓNDARSON
Stóri spurningurin er, um
tað fer at eydnast at finna
eina breiða semju í Uttan-
landsnevndini, ella um ne-
vndin fer at bíta seg í bólkar.
Taka vit fráboðaninar frá
Høgna Hoydal og Jóannesi
Eidesgaard í SvF í seinastu
viku, so er lítið sannlíkt, at
semja fæst í lag.
Tað tykist meira sum, at
partarnir standa við sítt, og
tað merkir, at samgongan
fer til Danmarkar at sam-
ráðast við einum lítlum
meiriluta í rygginum.
Nærri men
kortini langt frá
Sum sagt er endamálið við
viðgerðini í uttanlands-
nevndini at fáa eina breiða
semju - um tað yvirhøvur
ber til.. Hetta eru ymiskar
meiningar um, og til dømis
heldur Jákup Strøm, at tað
verður torført at vinna burt-
ur úr tí støðukríggi, sum
partarnir hava læst seg í síð-
ani fullveldismálið varð sett
á skránna fyrstu ferð.
– Sum tað sær út, so
standa teir so langt frá hvør
ørðum, at tað verður trupult
Ódnartak at finna semju
Hóast fleiri kaffifundir, bendir alt á, at tað fer at vera tor-
ført at finna semju í sjálvstýrismálinum í uttanlandsnevnd-
ini hjá løgtinginum.
at fáa teir at semjast. Hvør
heldur upp á sítt. Kortini
haldi eg, at Javnaðarflokk-
urin hevur víst eina kon-
struktiva linju við ikki at
avvísa samgonguna beinan-
vegin, sigur Jákup Strøm.
Suni á Dalbø, samfelags-
frøðingur, sigur at hann er
sannførdur um, at samgong-
an fer at ganga í tveimum
bólkum við samgonguni og
andstøðuni í hvør sínum.
Miðflokkurin er eitt sindur
toførur at taka støðu til, tí
Jenis av Rana ongantíð hev-
ur sagt seg vera fyri full-
veldinum, samstundis, sum
trupulleikarnir við pensjón-
unum og landssjúkrahúsin-
um seta spurnartekin við
hansara loyalitet móti sam-
gonguni í hesum málinum.
Tískil er samanhangur
millum tað, sum samfelags-
frøðingarnir og politikarar-
nir siga:
Útlitini fyri eini semju eru
ikki góð.
Ganga ikki ímóti
samgonguni
Ein annar møguleiki er
sjálvandi, at partar av sam-
gongulimunum í Uttan-
landsnevndini fara at ganga
ímóti viljanum hjá sam-
gonguni og gera eitt tilmæli,
saman við t. d. Javnaðar-
flokkinum.
Men hetta heldur Hergeir
Nielsen, formaður í Uttan-
landsnevndini lítið um.
– Møguleikin er har, at
ein meiriluti kemur fram til
eina aðra loysn enn tað
landsstýrið mælir til, men
tað meti eg vera ógvuliga
lítið sannlíkt, sigur Hergeir
Nielsen og leggur afturat:
– Samgongan hevur ein
arbeiðssetning, sum hon er
samd um, bæði í samgongu-
skjalinum og í løgtingssam-
tyktini og sum málsgongdin
hevur verið yvirhøvur. Tað
hevði verið sera óheppið
um tann møguleikin stakk
seg upp.
Jóannes Eidesgaard sigur
um henda spurning, at hann
metir at nevndarlimirnir hjá
samgonguni í Uttanlands-
nevndini og landsstýrið ar-
beiða so mikið væl saman,
at hetta neyvan hendir.
Breið orðing
Hin møguleikin er, at Utt-
anlandsnevndin kemur á-
samt um eina breitt orðaða
semju, um at gerast skal ein
nýggjur sáttmáli millum
Føroyar og Danmark. Og
tað verður so ikki fullveldið,
sigur Suni á Dalbø.
– Tað kann vera ein nýggj
heimastýrislóg ella eita
sjálvstýrislóg ella frælsur
felagsskapur, men fer ikki
at eita sjálvstýrislóg, tí
Javnaðarflokkurin hevur
nýtt tað heitið.
– Fyri yvirhøvur at halda
viðgerðini og kjakinum í-
gongd, so velur man ikki at
kalla tað sjálvstýrislóg, sum
kann tengjast at Javnaðar-
flokkinum ella fullveldi,
sum kann tengjast at Tjóð-
veldisflokkinum, sigur Suni
á Dalbø.
Standa veikari
Sum støðan er í løtuni, so
er mest sannlíkt, at lands-
stýrið fer til Danmarkar at
samráðast við tí meirilutan-
um, sum var í løgtinginum
tá uppskotið til samtyktar
varð samtykt í tinginum.
Hetta er ikki tann besta
støðan at standa í, tí sam-
gongan hevði verið mun-
andi sterkari um so var, at
ein breiður meiriluti fekst,
sum gav ábendingar um, at
so nógvir tingmenn, sum
yvirhøvur gjørligt taka und-
ir við samráðingarupplegg-
inum.
Tað hevur verið sagt fleiri
ferðir, at júst henda støðan
fer at hava við sær, at før-
oyska samráðingarnevndin
fer at standa veikari í sam-
ráðingunum enn hon annars
vildi havt gjørt.
DÁNJAL HØJGAARD
Stýrisskipanarlógin ásetir,
at landsstýrið skal ráðføra
seg við uttanlandsnevndina
í uttanlandsmálum, sum
hava stóran týdning fyri
Føroyar. Hendan viðgerð
fer fram í trúnaði og í tøttum
samstarvi við umboð fyri
landsstýrið.
Lesa uppá
Hergeir Nielsen sigur, at teir
sjey tingliminir í uttanlands-
nevndini fara fyrst og fyrst
og fremst at lesa væl upp á.
-Tað er trupult at siga
frammaundan hvussu ar-
beiðsgongdin í nevndini
verður. Hetta er nakað lim-
irnir í nevndini mugu semj-
ast um, sigur nevndarfor-
maðurin.
-Hetta er eitt stórt og álv-
arsamt mál. Fyrst fara vit at
lesa tað ígjøgnum. Harnæst
fara vit, at ganga ígjøgnum
smálutirnar, og vita hvussu
tað er skilabest at arbeiða
víðari við tí.
Eingin freist ásett
Sambært nevndarformann-
inum er eingin tíðarfreist
Uttanlandsnevndin
skal skriva álit
Uppritið hjá landsstýrinum til ein nýggjan sáttmála mill-
um Føroyar og Danmark verður nú lagt fyri uttanlands-
nevndina hjá løgtinginum
ásett fyri nær uttanlands-
nevndin skal vera liður við
arbeiði sítt.
-Vit taka okkum tað tíð,
sum vit halda er neyðug,
soleiðis at vit eru fullgreiðir
yvir hvat ið liggur í málin-
um áðrenn vit lata tað frá
okkum aftur.
-Kann viðgerðin koma at
taka mánaðir?
-Hon kann taka mánaðir,
hon kann taka ár, men hon
kann eisini koma at taka
vikur og dagar. Tað er ringt
at siga fyrr enn vit hava sæð
uppleggið.
Eitt álit - kanska fleir
Sambært Hergeir Nielsen
skal
uttanlandsnevndin
skriva álit í sjálvsstýrismál-
inum. Sum ein fordømi
nevnir hann málið um
marknatrætuna við Bretl-
and, har uttanlandsnevndin
hevði tvey tilmæli - eitt fyri
og eitt ímóti.
Fæst ikki semju í uttan-
landsnevndini, so verða
skrivað meirluta- og minn-
ilutatilmæli, sigur Hergeir
Nielsen,
-Um so er at vit ikki
kunnu semjast í hesum mál-
inum so mugu skrivast
nakrar grundgevingar fyri
hví mann er samdur og ó-
samdur, sigur nevndarfor-
maðurin, sum greiðir frá, at
nevndin fer at vera í støð-
unum sambandi við lands-
stýrismannin í sjálvstýris-
málum, Høgna Hoydal.
Hergeir Nielsen
Limirnir í Uttanlandsnevndini eru: Hergeir Nielsen, formaður, Jógvan við Keldu, Ják-
up Sverri Kass, Heðin Mortensen, Jenis av Rana, Edmund Joensen, Jóannes Eides-
gaard. Hans Pauli Strøm, sum sæst á myndini, er varamaður hjá Jóannesi Eidesgaard
savnsmynd
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
÷40%
ÚTSØLA
UNITED COLORS
OF BENETTON.
Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Tel. 317661
UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS
UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF
UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS
UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF
Sosialurin - 311820
Opið er til kl. 18.00
Byrjar hósmorgunin
kl. 08.00
DÁNJAL HØJGAARD OG
SVEINUR TRÓNDARSON
Orð kunnu gera stóran mun
og nýggj orð kunnu fáa glið
á eina fastlæsta støðu í
sjálvsstýrismálinum.
Nógv bendir á at lands-
stýrið hevur valt sær bleyt-
ari og minni eldfim hugtøk
enn hugtøk, við tí fyri eyga,
at tryggja sær tað breiðu
politisku semjuna í sjálv-
stýrismálinum.
Samfelagsfrøðingurin
Suni á Dalbø fær eyga á
tvinnanda orsøkir, til at
nýggj orð eru komin upp í
fullveldismálið.
-Tað er tvær forkláringar,
sum næstan eru líka góðar.
Onnur er, at samgongan
hevur sæð í eyguni, at tað
ikki ber til at fáa breiða und-
irtøku í fólkinum og í polit-
isku flokkunum fyri full-
veldinum. Hin er at mann
umdoypir barnið, fyri at fáa
tað meira átuligt, sigur Suni
á Dalbø.
-Hugtakið fullveldi er
vorðið eitt illavorið orð hjá
summum, og næstan ein
kravorð frá øðrum. Tí hevur
landsstýrið kent á sær, at
Orðini nýggj - ætlanin óbroytt
Orðini er broyt, men innihaldið er tað sama. Nýggj hugtøk eru komin inn í
sjálvsstýrismálið, men alt bendir á, at landsstýrið setndur fast við ætlanina at
skipa Føroyar sum fullvelsisríki
Gamalt vín á nýggjar fløskur. Nýggj hugtøk, sum nýveldi og nýggjur sáttmáli, eru komin inn í sjálvstýriskjakið. Men politikkurin hjá samgonguni er eftir øllum at døma óbroytt-
ur. Føroyar skulu skipast sum fullveldisríki
Mynd: Álvur Haraldsen
hetta orðið hevur við til at
læsa kjakið fast. Við at
skifta orðini úr, kunnu part-
arnir kanska semjast um eitt
sindur meira, sigur hann.
Gamalt vín
Jóannes Eidesgaard, hevur
sum formaður í Javnaðar-
flokkinum havt møguleika,
at fylgja neyvt við fullveld-
ismálinum, og eftir kaffi-
fundirnar við samgonguna
er hann ikki í iva um, at
landsstýrið førir eitt taktisk
spæl.
-Tað er sum at fylla gam-
alt vín á nýggjar fløskur, at
ganga burtur frá sínum egnu
orðum. Men tað er helst ein
partur av politiska spælin-
um, sigur hann.
-Fyrr vildi Tjóðveldis-
flokkurin loysa, kvetta ella
okkur sovorið, men fyri
síðsta val vóru orðini skift
úr við skipaða loysing. Síð-
ani kom fullveldið, og nú
er eftir øllum at enn ein nýtt
orð komið inn. Men eg
trúgvi framhaldandi at mál-
ið hjá samgonguni er full-
veldi, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Veljarakanning
týdning
Samfelagsfrøðingurin, Ják-
up Strøm, heldur, at sam-
gongan royndir at koma
burturúr naggadódnini sum
tykis at vera komin í sjálv-
stýrismálið.
-Fullveldið hevur fingið
dám av loysningar-orðin-
um. Eitt orð sum nýveldi
kann nettupp vera við til at
bloyta upp, soleiðis at tað
slept undan klandri um orð.
Jákup Strøm heldur at
seinasta meiningakanning-
in, sum setti spurnartekin
við undirtøkuna fyri full-
veldinum, hevur givið sam-
gonguna nakað at hugsa
um.
-Seinasta veljarakanning-
in var ikki serliga pen. Tí
fati eg eisini hetta nýggja
orðið, nýveldið, sum ein út-
rætta hond, sigur hann.
Samgongan slakað
Suni á Dalbø heldur kortini,
at málið snýr seg meira enn
um orðaleik og nýggj hug-
tøk. Hann heldur, at sam-
gongan í veruleikanum hev-
ur slakað í sjálvsstýrismál-
inum.
-Eg haldi, at samgongan
hevur bakkað. Mann kann
loyva sær at seta spurnar-
tekin við hvussu heilhug-
aðir t.d Fólkaflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin eru fyri
fullveldinum. Her hugsi er
m.a. um signalini, sum
fólkaflokstingmenninir Óli
Breckmann og Bjarni Djur-
holm leingi hava sent út. Og
sjálvstýrisflokkurin gongur
inn fyri sjálvstýri stig-fyri-
stig, og bendir søgan ikki á,
at tað vera teir sum bróta
skalið á egginum. Sjálvt í
Tjóðveldisflokkinum tykir
mær, at tað eru fraktiónir,
sum ikki eru hundrað pro-
sent fyri loysing her og nú.
-Tískil kann tað vera mik-
ið rætt politiskt, at bloyta
uppi í loysnini, sigur Suni á
Dalbø.
Vilja sleppa longur
Spurningur er so hvat lands-
stýrið vinnur við, at skifta
retorikkin út, um málið
framvegis er at at skipa Før-
oyar sum fullveldisríki.
-Er tað Høgni Hoydal,
sum hevur umdoypt barnið,
so kundi eg hugsa mær, at
hann tekur heitið fullveldið
burturúr kjakinum fyri at
sleppa longri í teimum
spurningum, sum semja
kann fáast um, sigur Suni á
Dalbø.
-Tá hevur Høgni Hoydal
óbeinleiðis flutt seg burtur
frá fullveldinum, við tað at
roynt verður at fiska eftir
hvat annað mann kann blíva
samdur um, sigur Suni á
Dalbø.
-Eg trúgvi, at landsstýr-
issamgongan hevur skift
jakkan út fyri at sleppa
longri í samráðingunum.
Men eg rokni eisini við, at
hon í veruleikanum hevur
bakka í fullveldismálinum,
sigur hann.