Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 16 - 25. januar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 16 - 25. januar 2000 Samstundis sum skráin fyri komandi HM undankapp- ingina varð almannakunn- gjørd, komu nøvnini frá FSF skrivstovuni á teimum átjan spælarunum, sum Allan Simonsen vil hava við niður til Spania seinni í mánaðinum. Týdningurin av venjingarleguni verður ikki tann, sum hann plagar at vera fyri undankapping- ina, tí eingir undankapping- ardystir eru á skránni fyrr enn í september. Men ferðin til Spania hevur í sær sjálvum størri týdning hesa ferð, enn hon nakrantíð áður hevur havt, tí almennir landsdystir skul- u spælast bæði ímóti Íslandi og Finnlandi. Minni liðiligt Í fyrstu atløgu høvdu tríggir av føstu monnunum givið avboð. Jákup Mikkelsen er akkurát vorðin pápi fyri aðru ferð, og tað hevði verið ov nógv av fótbólti, um hann nú skuldi farið frá fa- miljuni og so aftur, tá Her- følge fer á venjingarlegu mitt í februar. Tí hevur mál- Kurt aftur í hitanum Jan Dam hevur aftur fingið landsliðsboð, og tað kemur illa við, at fýra stuðulsspælarar ikki fara við niður til Spania verjin givið avboð. John Petersen ætlar at fáa læraraskúlan lidnan í summar, og tí hevur hann ikki tíð at fara. Og tað hevur mansliðið í honsbólti hjá strandingum neyvan nakað ímóti. Útvísingin í Prag í fjør hevur við sær, at Pól Thorsteinsson fer einki at fáa burturúr hesum lands- liðsárinum. Felags fyri John Petersen og Pól Thorsteinsson er, at teir kunnu brúkast á nógv- um plássum. At teir báðir ikki fara við niður til Spania ger, at møguleikarnir hjá venjaranum at seta liðið saman verða nógv færri, enn teir annars høvdu verið. At Jákup Mikkelsen ikki fer við til Spania fer uttan iva at hava við sær, at Jens Martin Knudsen fer at verja føroyska málið í teimum báðum landsdystunum, og tað merkir aftur, at honum fer bara at resta ein dyst í at røkka hálvt hundrað altjóða skrásettum landsdystum. Kurt upp í part Kurt Mørkøre var á list- anum, sum Allan Simonsen sendi út undan ven- jingunum á Svangaskarði næstsíðsta vikuskifti. Tað varð ikki roknað við, at úti- setarnir skuldu møta á Svangaskarði, men teir vóru á listanum, tí teir vórðu roknaðir at hoyra til lands- liðshópin. Í fyrstu atløgu kundu vit fríggjadagin staðfesta, at Kurt Mørkøre ikki taldist millum teirra, sum lands- liðsvenjarin hevði aktuellar ætlanir við, men sunnudag- in varð Kurt Mørkøre lim- aður inn í átjan manna hóp- in, og tað hevur við sær, at møguleikarnir hjá venjara- num at seta liðið verða eitt sindur fleiri, enn teir annars høvdu verið. Kurt Mørkøre er komin í hópin fyri liðfelagan í Sogndal, Hans Fróða Han- sen, og harvið kunnu teir báðir staðfesta orðatakið, at eins deyð er annans breyð. Meðan leirvíkingurin hig- artil bara hevur verið eftir- ansari í miðverjuni á lands- liðnum, so hevur Kurt Mørkøre røkt nógvar ódnir á landsliðnum. Hann hevur verið aftasti maður, eftir- ansari, vongverji í høgru, hann hevur røkt fleiri pláss á miðvøllinum, og hann hevur verið í álopinum. At Kurt Mørkøre nú er úttikin fyri Hans Fróða Hansen kundi bent á, at ætl- anin er at brúka hann í mið- verjuni, har Pól Thorsteins- son hevur spælt fleiri ferðir, men tað er sjálvandi ikki óhugsandi, at venjarin fer at nýta høvið at vita, hvussu væl Mørkøre maðurin er trimmaður til pláss í álop- inum við síðuna av sjálv- skrivaða Toda Jónsson. Hinir, sum fara at kappast um hetta plássið á ferðini, verða Uni Arge, Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni. Jan aftur í hitanum Jan Dam spældi ikki á landsliðnum í fjør, og tað varð av fleiri mett, at altjóða tíðarskeiðið hjá veterani- num, sum hevur spælt 36 landsdystir, var liðugt. Men við at geva fyrrverandi lið- formanninum landsliðsboð, hevur Allan Simonsen víst, at hann framvegis vil hava Jan Dam í hópinum. Hvat hann skal brúkast til veldst um, hvussu hann fer at standa seg á venjingarleg- uni, og hvussu hann fer at standa seg á liðnum hjá B68, sum hann fyri fyrstu ferð skal umboða í ár. Burtursæð frá Sunvardi Joesen, so hava allir hinir seytjan spælararnir, sum eru úttiknir til Spaniaferðina, áður spælt á landsliðnum. Merkisvert er annars, at fleiri spæliloyvi framvegis eru hjá feløgunum, sum spælarar umboðaðu í fjør, men sum teir ikki skulu spæla fyri í ár. Ferðalagið, sum fer niður til Spania 28. januar, og sum kemur aftur í Vágar 5. feb- ruar, sær soleiðis út: Jan Dam, HB, Jóhannes Joen- sen, HB, Allan Mørkøre, ÍBV, Uni Arge, Akranes, Henning Jarnskor, GÍ, Sun- vard Joensen, GÍ, Sámal Joensen, Leiftur, Øssur Hansen, B36, Jákup á Borg, B36, Fróði Benjaminsen, B68, Heðin á Lakjuni, KÍ, Rógvi Jacobsen, KÍ, Jens Martin Knudsen, Ayr Uni- ted, Jens Kristian Hansen, Air United, Óli Johannesen, AGF, Kurt Mørkøre, Sogn- dal, Julian Johnsson, Sogn- dal og Todi Jónsson, FCK. Umframt spælararnar og teir báðar venjararnar, Allan Simonsen og Jógvan Martin Olsen, verða í ferðalagnum Dánjal Andreasen, ferða- leiðari, Sigurð Hansen, ognarrøkil, Jens Pauli Mar- stein, lækni, og fysiotera- peutarnir John-Reid Skora- líð og Álvur Hansen. JH Kurt Mørkøre er kann sanniliga fegnast í hesum døgum, nú hann aftur er komin inn í landsliðshitan Tað kom so illa við, sum tað kundi. Undir venjing í Sogndal í síðstu viku var landsliðsmaðurin Hans Fróði Hansen so óheppin, at óstbeinið brotnaði. Teir vóru tveir, sum fóru upp eftir høgum bólti. Hans Fróði var so óheppin at dett- a niður á økslina, og hann merkti beinanvegin nógva pínu. Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at tað var óstbein- ið, sum var brotið. Í fyrsta umfarið hevur læknin sagt, at Hans Fróði skal einki ger- a í fýra vikur, frætta vit úr Noregi. Tað er einki at siga til, at fótbóltslagið ikki er nakað serligt á føroyska verju- spælaranum í Sogndal. Um- framt at hann var noyddur at siga landsliðstúrin til Spania frá sær, so hevur brotið við sær, at Hans Fróði við ringum tannabiti fer at hyggja at, meðan liðfelag- arnir halda fram við at taka fyrsta tunga takið í fyrireik- ingunum til nýggja kapp- ingarárið. At ærukæri og miðvísi føroyski spælarin ikki sleppur upp í part, kann fara at hava árin á alt kapping- arárið, og tað er sera spell fyri Sogndal, landsliðið og serliga Hans Fróða Hansen sjálvan, sum hevur lagt so ómetaliga nógv fyri í strem- banini eftir at gerast fulltíðar yrkisspælari. Dreymurin um at fáa møguleikan at liva av at spæla fótbólt í Bretlandi liv- ir vónandi framvegis, men tað er sjálvsagt, at skaða- steðgurin ger, at tað verður meiri strevið, enn tað fram- manundan hevur verið. Brotið kostaði nógv Hetta er ikki fyrsta ferðin, at óstbeinið hjá Hans Fróða Hansen brotnar. Í 1996 flutti leirvíkingurin úr barndóms- felagnum og til B68 at spæl- a. Ivaleyst eftir ráðum frá Jógvani Martin Olsen, sum tá var nýggjur hjálparven- jari hjá Allani Simonsen, og sum frammanundan hevði verið venjari í Leirvík, gav landsliðsvenjarin Hans Fróða Hansen, sum tá ikki var serliga kendur í føroy- ska fótbóltsheiminum, boð um at koma við niður til Beograd, har fyrsti dysturin í HM undankappingini varð spældur 24. apríl 1996 ímóti nýggja og tódnaða Jugosla- via. Hans Fróði sat á beink- inum allar 90 minuttirnar, og hann fekk ikki landsliðs- boð aftur fyrrenn í fyrraárið. Í Estlandi sat hann allar 90 minuttirnar á beinkinum og hugdi at, tá liðfelagarnir taptu 5–0. 19. august 1998 fekk hann møguleikan í Bosnia, og síðani hevur Hans Fróði verið fastur miðverji. Higartil hevur hann spælt ellivu landsdyst- ir, og hann hevur skorað eitt mál – til 1–1 móti Skotlandi á Svangaskarði í fjør. Orsøkin til at tað gekk so long tíð frá tí, at Hans Fróði fyrstu ferð var á beinkinum og til hann aftur fekk lands- liðsboð var fyrst og fremst, at óstbeinið brotnaði stutt eftir ferðina niður til Jugo- slavia. Tað gjørdi tað í dysti millum GÍ og B68. Brotið hevði við sær, at Hans Fróði ikki kom í ta venjingarstøð- una, sum skal til, um hann skal vísa síni góðu evni sum verjuspælari, og í 1997 spældi hann aftur í Leirvík. Í 1998, tá Hans Fróði flutti til HB, hevði hann vunnið á brotinum, og tað sást aftur í avrikunum á vøllinum, sum høvdu við sær, at hann aftur fekk landsliðsboð. Hans Fróði hevur brotið óstbeinið Óhepni landsliðsmiðverjin í Sogndal skal binda frið í minsta lagið í fýra vikur Tað er sama óstbeinið, sum brotnaði fyri knøppum fýra árum síðani, og sum nú brotnaði aftur, men tað er ikki brotið í sama staði. JH Hans Fróði Hansen hevur enn eina ferð brotið óstbeinið JAN MÜLLER Høgu oljuprísirnir og tað bjartskygni, sum er komið í kjalarvørrinum á teimum, fer eisini at hava ávirkan á virksemi á Atlantsmótinum í ár. Hetta er økið millum Hetland og Føroyar. Í sein- astu útgávuni av Hart Deep- water International verður nógv gjørt burtur úr kom- andi virksemi á djúpum vatni kring heimin í hesum árinum. Serstakliga lovandi sær tað út fyri Meksikanska Flógvan, men eisini út fyri Brasilia, Vesturafrika, Egyptaland og á Atlants- mótinum verður nógv virk- semi í ár. Ikki færri enn seks opera- tørar fara at bora nýggjar brunnar á Atlantsmótinum í ár. Hesir eru Agip, BP Amoco, Enterprise, Exxon- Mobil, Marathon og Texa- co. Hetta eru alt feløg, sum eisini eru virkin á føroya- økinum og sum ætla sær at vera við í 1. útbjóðing her. Talan er um at bora seks brunnar ella møguliga fleiri í teigum vestan fyri Het- land, flestu teirra skamt frá føroyska markinum. Tað er tí ikki bara sum at siga tað at fáa hendur á boripallum, nú virksemi er stórt alla aðrastaðni eisini. Haraftrat kemur, at tað eru bara heilt fáir boripallar, sum kunnu arbeiða á djúp- um vatni millum Hetland og Føroyar. Fyrsta boring vestan fyri Suðuroyggjar Sambart bretska oljublaðn- um hevur Enterprise leigað boripallin Jack Bates, sum er rættiliga kendur um okk- ara leiðir. Tey, sum ferð- aðust við Norrønu fyrr í ár, kundu síggja henda risa- stóra og nútímans boripallin stutt frá føroyska mark- inum, har hann boraði fyri Mobil. Nú skal Jack Bates bora ein brunn vestan fyri Isle of Lewis á 980 metra dýpi. Vantandi verður sett á her í apríl. Hetta er fyrstu ferð, at borað verður so tætt upp at Suðuroyggjum (Hebrid- unum). Texaco hevur ætlanir um at bora av nýggjum í Tor- ridon økinum vestan fyri Hetland, har felagið fyrr hevur funnið gass. Síðani er tað Marathon, sum í fjør fekk umhvørvisváttan fyri at bora ein brunn vestan fyri Skotland, nærhendis St. Kilda. Dýpið her er nærum 1300 metrar. Rættiligur rumbul hevur annars verið um hesa boringina. Green- peace hevur mótmælt, at tað verður borað í økjum, sum liggja nær oynni St. Kilda. Tað ber ótta fyri, at møgu- liga óhapp kunnu fáa ál- varsligar fylgjur fyri ríka djóralívið á og við St. Kilda. Oljufelagið Agip, sum eisini er kent um okkara leiðir, fer undir at bora ein brunn nakað suður úr føroyska markinum á 850 metra dýpi. BP Amoco hevur ætlanir um at bora nærhendis ver- andi Foinaven oljukelduni. Í hesum sambandi er æt- lanin eisini at binda ein sokallaðan „satelitt“ te. ein brunnur, sum liggur nakað burtur frá móðurkelduni, í sjálvt Foinavenfeltið. Hetta verður tann fyrsti av slíkum slag á Atlantsmótinum og er av stórum týdningi fyri Foinaven feltið, sum kann økja um framleiðsluna. ExxonMobil ætlar at bora tveir brunnar á Atlantsmót- inum í ár. Torført er at fáa upplýsingar um, hvar fel- agið fer at bora, men gitt verður, at felagið helst fer at halda fram við boringini norðan fyri Hetland, mið- skeiðis millum Føroyar og Hetland. Mobil hevur borað í hesum økinum (blokkur 213) nú í eina tíð á sera djúpum vatni, men eingir upplýsingar eru komnir út enn. Mett verður tó, at Mobil hevur rakt við nógv gass. Eisini onnur oljufeløg so sum Conoco og Total, sum somuleiðis eru við á føroya- økinum, hava ætlanir um at bora nýggjar brunnar í ár á Atlantsmótinum. Í løtuni bíðar Total annars eftir svari frá ES um ætlaðu saman- leggingina við oljufelagið ELF. Hart Deepwater Internat- ional, sum javnan kemur við tíðindum og analysum um boring á djúpum vatni, sigur í januar útgávuni, at ein av forðingunum fyri leiting á Atlantsmótinum er umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace, sum áður hevur roynt at stegða bæði seismikkskipum og bori- pallum í at gera kanningar. Bera ótta fyri Greenpeace Ein av orsøkunum til, at Nógv borivirksemi á Atlantsmótinum í ár Fleiri av oljufeløgunum, sum ætla sær at vera við, tá leitingin byrjar á før- oyska landgrunninum, fara at vera rættiliga virkin á bretskum øki í ár. Nógvir nýggir brunnar verða boraðir skamt frá føroyska markinum , og tað er greitt, at úrslitið av hesum boringum kann eisini hava stóran týdning fyri komandi leiting við Føroyar Bert heilt fáir boripallar kunnu brúkast um okkara leiðir. Tí fara teir at vera nógv umbidnir í næstum, tá fleiri nýggir brunnar skulu borast fyrst í bretskum øki og seinni í føroyskum fleiri av oljufeløgunum eru varin við ikki at geva so nógvar upplýsingar um, hvar og nær tey fara at bora, kann vera óttin fyri Green- peace. Men feløgini hava skund, tí skulu tey fara undir boring longu í apríl, so er neyðugt at gera sáttmálar við feløgini, sum leiga út boripallar. Og tá talan er um Atlantsmótið eru bert eini tríggir pallar, sum kunnu brúkast. Teir eru Transoc- ean Leader, Jack Bates og Sovereign Explorer. Hetta eru alt nøvn, sum føroy- ingar koma at hoyra meira til í framtíðini. Tá farið verður undir at bora á før- oyska landgrunninum, møguliga í august ella sep- tember 2001, verða tað hesir tríggir, sum koma uppá tal. Spurningurin um Green- peace er eisini nakað, sum føroyskir oljumyndugleikar hava í huganum. Herfyri segði stjórin í Oljumála- stýrinum, at arbeitt verður við málinum, hvussu før- oyingar skulu fyrihalda seg, um Greenpeace fer at seta forðingar í verk, tá olju- boring byrjar á føroyska landgrunninum. Oljufeløg, sum Sosialurin hevur tosað við, eru annars sera varin við at úttala seg um Greenpeace. Bretska útbjóðing Enn er óvist, nær bretar fara at seta hol á sína næstu útbjóðing vestan fyri Het- land. Mett varð, at bretar fóru at lata upp fyri eini útbjóðing stutt eftir at markið við Føroyar kom uppá pláss. Men her kom so eitt sakarmál millum Greenpeace og stjórnina heilt óvart á oljufeløgini. Greenpeace vann málið í Hægstarætti í London um, at eitt ES-direktiv um um- hvørvisreglur eisini fevnir um økið uttan fyri 12. fjórðingar frá strondini. Eygleiðarar hava mett, at hetta málið fór at útseta komandi bretsku útbjóðing- ina í óásetta tíð, tí eitt veru- ligt sakarmál fór at taka drúgva tíð. Nú hava bretsku olju- myndugleikarnir gjørt av at fylgja krøvunum, sum verða sett í umrødda ES-direktivi og sleppa einum drúgvum sakarmáli móti Greenpeace. Sambart bretska oljublaðnum Uppstream fer DTI, sum er bretska orku- og ídnaðarmálaráðið at al- mannakunngerða komandi útbjóðing tíðliga í hesum árinum. Tað kann merkja, at komandi leiting á bæði føroyskum og bretskum øki verður nakað um somu tíð.