týsdagur 25. januar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
Eingin ivi var um úrslitið, tá kvinnurnar hjá VÍF og
Tjaldur møttust sunnudagin
JÁKUP MØRK
VÍF-Tjaldur 32-9 (17-6)
Ofta verður tikið til, at um
sama mistak verður gjørt
fleiri ferð á rað, er okkurt
logandi galið. Hetta tók-
tust vestmannakvinnur-
nar eisini at hava fatað,
og tískil fóru tær í fullum
álvara undir uppgávuna,
tá kvinnurnar hjá Tjaldur
skuldu royna seg móti
kvinnunum hjá VÍF.
Einvegis ferðsla
Tað var nevnliga rættu-
liga skjótt greitt, at VÍF
ætlaði sær at vinna henda
dystin, tí beinanvegin
byrjaðu tær at skræða seg
leysar á máltalvuni.
Tjaldurskvinnurnar for-
máddu sær millum lítið
og einki móti væl skipaðu
vestmanna(kvinnu)verju-
ni, og tá vestmannakvinn-
urnar fingu væl burtur úr
í hinum endanum, gjør-
dist úrslitið eisini har eftir.
Tað er tó merkisvert, at
munurin á máltalvuni
skuldi gerast somikið
stórur. Aloftast er tað jú
soleiðis, at tá annað liðið
hevur eina stóra leiðslu,
verður slakað móti end-
anum, soleiðis at hitt liðið
fær pyntað eitt sindur um
úrslitið.
Hetta hendi tó ongantíð
í vestmanna sunnudagin,
og tað má sigast vest-
mannakvinnunum til rós,
at tær alla tíðina royndu
at halda leikferðini uppi.
Til Klaksvíkar
Hóast tað var væntað
framman undan, at VÍF
skuldi vinna ein tryggan
sigur, so er tað helst styrk-
jandi fyri sjálvsálitið, at
verjuparturin riggaði so-
mikið væl sunnudagin.
Júst verjuparturin verð-
ur helst av alstórum týd-
ningi, tá VÍF komandi
hósdag skal til Klaksvík-
ar, har tær í grundspæl-
inum vóru einasta liðið,
sum fekk nakað við sær
heim aftur. Tó er í løtuni
óvist, um hesin dystur
verður til nakað, tí VÍF
kvinnurnar vilja helst
sleppa at flyta dystin enn
eina ferð. Frammanundan
er dysturin fluttur, orsak-
að av steypakappingini.
Undir øllum umstøðum
skal dysturin leikast, og
helst verður hetta ein av
teimum dystum, sum fara
at hava stóran týdning
fyri, um tað meistaraheit-
ið endar í Klaksvík, ella
um VÍF, Neistin ella
Kyndil veruliga megna at
gera álvara av hóttanini
móti annars suverenu
Klaksvíksgentunum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 12 (6),
Jacklin Durhuus 7 (1),
Nicolina Joensen 6, Sign-
hild Petersen 3 (1), Fríða
Johannesen 2, Angelie
Jógvansdóttir 1, Randi
Kúrberg 1
Tjaldur:
Sonja
Gleðisheygg 5, Sunrid
Gleðisheygg 2 (2), Mona
Langgaard 1 (1), Oddvá
Fossdalsá 1
Brotskøst:
VÍF 8, Tjaldur 4
Útvísingar:
VÍF 3, Tjaldur 6
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar
Petersen
og
Kristian Johansen
23 á muni
Kvinnurnar hjá VÍF gjørdu ikki
sama mistak sum menninir, men
gjørdu ístaðin bart, tá Tjaldur var
á vitjan
Tað var nær við, at vestmenningar snávaðu sunnudagin, men at enda komu stigini til høldar, soleiðis at teir fram-
haldandi eru á odda í landskappingini hjá monnum
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
VÍF-Tjaldur 23-22 (11-11)
Verður hugt at stigatalvuni,
átti eingin ivi at verið um
úrslitið, tá VÍF og Tjaldur
hittust í Vestmanna sunnu-
dagin.
Vestmenningar eru í løt-
uni á odda í landskappingini
hjá monnum, meðan Tjald-
ur einans er nøkur mál
framman fyri kollfirðingar,
sum liggja á niðasta pláss-
inum.
Kanska var tað eisini júst
hetta, sum leikararnir hjá
VÍF hugsaðu, tá teir trinu
inn á vøllin til ein dyst, sum
mest av øllum líktist einum
avgreiðsluspurningi.
Fingu annað at síggja
Leikararnir fingu tó annað
at síggja, tá dysturin byrj-
aði, tí tjaldursmenninir høv-
du als ongan hug at leggja
seg flatar fyri oddaliðnum,
men royndu tvørturímóti at
berjast fyri møguleikanum.
Hetta sá eisini út til at
eydnast, tí allan fyrra hálv-
leik gekk javnt á, og tá farið
varð til hálvleiks, stóð á
jøvnum millum liðini.
VÍF var undan dystinum
skert nakað, tí Ingi Olsen
hevði leikbann, og sostatt
ikki var tøkur til dystin. Í
hansara stað leikti Daniel
Rápá, sum seinastu umfør-
ini rættuliga er komin fyri
seg eftir drúgva skaðan,
hann hevur havt í knænum.
Heilt komin fyri seg
mundi hann tó ikki vera, tí
eftir fáar minuttir á vøll-
inum var aftur galið við
knænum, og óhepni rumen-
in noyðist helst enn einaferð
at finna seg í at verða hand-
an síðulinjuna, meðan lið-
felagarnir stríðast fyri heið-
ursmerkjunum.
Tjaldur helt fast
Í seinna hálvleiki var kan-
ska væntandi, at orkan hjá
runavíkingunum
fór
at
ganga undan, og at VÍF tí-
skil skuldi vinna ein tryggan
sigur, men hetta hendi ong-
antíð.
Vestemenningar megnað-
u ongantíð rættuliga at slíta
seg leysar, og hóast teir vóru
á odda við trimum málum,
tá tað restaðu 10 minuttir,
so megnaði Tjaldur enn eina
ferð at koma aftur í aftur,
soleiðis at tað stóð á jøvn-
um, tá ein minuttur var eftir
at leika.
Vestemenningar fóru tá
enn einaferð í álop, og hesu
ferð góvu teir sær góðar
stundir. Álopið endaði við,
at VÍF fekk brotskast, og
hesum syrgdi strórskjúttin,
Sámal Joensen, fyri, soleið-
is at væntaði sigurin at enda
kom í hús.
Ikki nóg uppsettir
Venjarin hjá vestmenning-
um, Hjalmar Klein Olsen,
segði eftir dystin við So-
sialin, at trupulleikin hjá
teimum helst var, at menn-
inir ikki vóru nóg uppsettir
til dystin.
Tá so Daniel eisini varð
skaddur rættuliga tíðliga
gjørdist uppgávan uppaftur
tyngri, og tískil gjørdist
dysturin at enda óneyðuga
spennandi. Tó leggur Hjal-
mar afturat, at við hesum
skal einki takast frá runa-
víkingum, tí teir spældu so
sanniliga fyri sínum møgu-
leika.
-Tað týdningarmesta er
tó, at dysturin varð vunnin,
og hetta eydnaðist so, hóast
tað at enda stóð nógv á, sig-
ur Hjalmar, sum tó kortini
leggur afturat, at hann ong-
antíð var bangin fyri at sig-
urin skuldi gleppa teimum
av hondum. Hetta sýnir tó
eisini, at hugburðurin til
uppgávuna hevur veirð alt
annað enn optimalur, og
hetta viðgongur Hjalmar
eisini.
Tað hevur víst seg nakrar
ferðir í ár, at oddaliðini
kunnu koma fáa trupulleik-
ar, tá leikarar ikki fara heil-
hjartaðir á vøllin, men kort-
ini hava bæði Neistin og
StÍF, umframt VÍF sýnt, at
tey eisini megna at fáa stig-
ini, tá alt ikki gongur eftir
vild, og vanliga verður eis-
ini sagt, at hepnið fylgir ein-
um oddaliði.
Eitt hepni, sum fjórða
oddaliðið, Kyndil, ikki hev-
ur havt við sær í ár, og kan-
ska er hetta eisini orsøkin
til, at teir á stigatalvuni eru
nakað aftan fyri tey trý
áðurnevndu.
Iðra seg
Hjá tjaldursmonnum hevði
Tummas Magnussen hevði
ein rættuliga góðan dag
sunnudagin, og tískil gjørdi
tað ikki so nógv, at VÍF
royndi at ansa væl eftir
Sverra Justinussen, sum
vanliga er mest vandamikli
maðurin hjá Tjaldrinum.
Hendan verjan vísti seg
tó ikki at vera nóg mikið, tí
hóast Sverri einans fekk
tvey mál, so var hann við í
nógvum av tí, sum fyrifórst
á vøllinu, og tískil valdi VÍF
at mansverja hann seinasta
partin av dystinum.
Tjaldursmenn munnu tó
iðra seg um, at tað ikki
eydnaðist teimum at fáa
stigini sunnudagin, tí tað er
VÍF mundi koppað
Sensatiónin lúrdi, tá Tjaldur sunnudagin vitjaði í Vestmanna, men eftir ein
sera javnan og spennandi dyst, gjørdist tað kortini VÍF, sumdróg longra
stráðið
lítið at taka seg aftur í, at
risin var hoyknaður í knøu-
num, áðrenn seinasta málið
varð skotið.
Umframt tað hepnið og
sjálvsálit, sum fylgir einum
oddaliði, so var málverjin
hjá vestmenningum eisini
ein stór orsøk til, at sen-
satiónin ikki varð fullgjørd.
Ein av fáu lutunum, sum
hepnaðist hjá vestmenning-
um sunnudagin, var nevn-
liga at fáa fatur á brotskøst-
um, og fýra ferð vann Bárð-
ur Nielsen í VÍF málinum á
mótstøðumonnum, tá hesir
skuldu royna seg frá 7 metra
strikuni.
Fóru nakrar av hesum
royndum í málið, hevði søg-
an kanska verið ein onnur,
men so var ikki, og runa-
víkingar kunnu tískil bert
iðra seg um, at teir ikki
megnaðu gera arbeiðið lið-
ugt, tá teir nú høvdu møgu-
leikan.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VÍF: Sámal Joensen 13 (3),
Agnar Joensen 4, Ragnar
Zachariasen 2, Petur Fr.
Joensen 2, Harald Bjørgvin
1, Martin Hummeland 1
Tjaldur:
Tummas
Magnussen 8, Suni F.
Johannesen
5,
Ragnar
Olsen 2, Sverri Justinussen
2, Arnfinn Langgaard 2,
Mortan Hansen 2, Elias
Hansen 1
Brotskøst:
VÍF 3, Tjaldur 5
Útvísingar:
VÍF 2, Tjaldur 4
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar
Petersen
og
Kristian Johansen
JÁKUP MØRK
VB-Neistin 19-25 (10-11)
Útlit vóru fyri einum spenn-
andi dysti suðuri í Vági
sunnudagin, tá bestu kvinn-
uliðini hjá VB og Neista-
num hittust.
Seinasta vikuskifti vóru
somu lið í eldinum, tá fyrra
hálvfinalan í steypakapp-
ingini stóð á skránni, og tað
ferðina var bert tað eina
máli á muni.
Dysturin hesu ferðina
gjørdist eisini rættuliga
spennandi, hóast endaligu
tølini boða frá einum greið-
um sigri til neistaliðið.
Vunnu við fýra móti
seks
Leingi gekk nevnliga sera
javnt á millum liðini bæði,
og hóast havnargenturnar
høvdu munin meginpartin
av fyrra hálvleiki, so megn-
aðu tær ongantíð at slíta seg
rættuliga leysat frá heima-
liðnum.
VB royndi seg megin-
partin av fyrra hálvleiki við
eini offensivari 5-1 verju,
Neistakvinnurnar fingið ferð á
Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur enn ikki roynt at tapa síðani ársskifti, og nú eru tær av álvara farnar at tevja
heiðursmerki
og av og á minti hetta um
eina hálva mansverjing av
Ileanu Manolescu, sum eis-
ini bert fekk tvey mál hend-
an hálvleikin.
Í seinna hálvleiki leikaði
eisini javnt á, men brádliga
tók dysturin eina heldur
merkisverda vend. Tvær av
neistaleikarunum
vóru
brádliga útvístar, og vænt-
andi var helst, at VB hesa
løtuna kund toga seg eitt
sindur fram um Neistan.
Tað sum hendi var tó, at
Neistin megnaði at skjóta
tvey mál á rað, soleiðis at
tær vóru á odda við tveim-
um málum, tá tær aftur vóru
fullmannaðar, og eftir hetta
tóktist allur iva at vera
skúgvaður til viks.
Brádliga riggaði alt sum
tað skuldi hjá neistaliðnum,
og tá Hildur í hinum end-
anum tók meginpartin av tí,
sum varð tvett eftir henni,
kundu havnarkvinnnurnar
at enda fegnast um trivaliga
sigurin.
Liðavrik og Hildur
Inga Danberg, liðskipari á
neistaliðnum, sigur við So-
sialin, at tað er einki at taka
seg aftur í, at sigurin sunnu-
dagin var eitt satt liðavrik.
-Allar stríddust veruliga
fyri hvørja aðra, soleiðis at
øll ábyrgdin ikki hekk á ein-
støkum leikarum, sigur In-
ga. Tó legði hon afturat, at
Hildur stóð ikki minni enn
ein branddyst í málinum.
Júst málverjarnir hava
annars havt sera nógv at sig-
a fyri neistaliðið, við tað at
tað altíð ber til at skifta
ímillum hesar, tá talan er
um somikið frægar málver-
jar sum Hildur og Helenu.
Hetta man landsliðsvenjarin
helst hava lagt til merkis, tí
Sophus hevur nevnliga út-
tikið báðar tvær til brutto-
hópin hjá kvinnulandslið-
num.
Hagtølini siga eisini, at
VB misnýtti fýra av sjey
brotskøstum í hesum dysti,
og ikki er torført at ímynda
sær, at endaliga støðan
kundi verið nakað øðrvísi,
um øll hesi vóru endað í
netmeskunum.
Hvør sítt
Spurd um sigurin kanska
eisini hevur givið neista-
kvinnunum betri mót, nú
seinna hálvfinalan móti VB
stundar til, sigur hon, at
dysturin sunnudagin als ikki
kann sammetast við tann,
sum verður komandi viku-
skifti.
Lítið er tó at taka seg aftur
í, at neistaliðið nú man hava
eitt sálarligt yvirtak mót-
vegis vágsgentunum, tí
seinastu tríggir dystirnir
millum liðini bæði eru
nevnliga allir endaðir við
sigri til havnargenturnar.
VB genturnar munnu tó
fara at geva alt tær orka, tá
liðini bæði hittast komandi
vikuskifti. Við ósigrinum
sunnudagin eru tær so at
siga afturúrsigldar í lands-
kappingini, og tískil hava
tær bert steypakappingina at
hugsa um nú.
Dystirnir higartil í lands-
kappingini hava eisini víst,
at VB kvinnurnar kunnu
gera um seg, tá tær spæla
móti oddaliðnum, men hig-
artil hevur teimum væntað
tað allar seinasta til tess at
gera av við mótstøðuliðini.
Í teimum báðum dystu-
num, sum liðið higartil hev-
ur tapt í endaspælinum,
kundu tær við eitt lítið sind-
ur av hepni eins væl fingið
bæði stigini, so munurin er
hóast alt ikki størri enn so.
Dysturin í tølum:
Málskúttar:
VB: Regina Rádó 7 (2),
Rannvá Augustinussen 4,
Gurið Mortensen 4, Arn-
leyð Krosslá 2, Sólrun
Krosslá 2 (1)
Neistin: Katrin á Neystabø
8 (4), Ileana Manolescu 6,
Inga Danberg 3, Birita War-
dum 3, Mildrid Jacobsen 2,
Gunnleyg Berg 2, Marjun
Jógvansdóttir 1
Brotskøst:
VB 7, Neistin 4
Útvísingar:
VB 3, Neistin 5
Dómarar úr Tjaldur:
Dánial Hansen og Kári
Hansen
JÁKUP MØRK
StÍF-KÍF 32-22 (14-10)
Føroyameistararnir
av
Strondum vóru sunnudagin
vertir, tá botnliðið úr Kolla-
firði kom á vitjan. Einki er
at siga til, at strandingar
undan dystidum vóru mettir
at vera greiðir favorittar, og
sum so livdu teir eisini upp
til hetta heitið.
Lág leikferð
Í byrjanini av dystinum
gekk javnt á, og meginpart-
in av fyrra hálvleiki fylg-
dust liðini bæði hampuliga
væl.
Seinasta triðingin av
hálvleikinum tóku strand-
ingar tó dik á seg, og kundu
teir sostatt fara til hálvleiks
við einari hampuligari leið-
slu.
Í seinna hálvleiki skund-
aði heimaliðið sær at veksa
enn meira um leiðsluna, og
hóast kollfirðingar eftir
hetta so dánt megnaðu at
fylgja heimaliðnum, so kom
sigurin ongantíð í vanda.
Av Skála frætta vit ann-
ars, at leikliga var dysturin
ongantíð tað stóra upplivil-
si. StÍF koyrdi sigurin heim
uttan stórvegis hóvasták, og
uttan nakrantíð veruliga at
seta ferð á spæli.
Hvør sítt at hugsa um
At úrslitið varð sum varð,
man ikki koma óvart á nak-
ran, tí sum gongdin hevur
verið higartil í hesum kapp-
ingarárinum, so hava veik-
aru liðini ongantíð megnað
at gjørt rættuliga fortreð, tá
tey hava tikist við oddalið-
ini.
Gaman í hevur onkuntíð
staðið nógv á hjá oddalið-
unum, tá tey ikki hava tikið
uppgávuna í nóg stórum
álvara, men hinvegin eru
neyðugu stigini kortini
komin til høldar hvørja ferð.
StÍF er sostatt framhald-
andi á triðja plássi í lands-
kappingini, nøkur mál aftan
fyri Neistan, og hóast mun-
urin upp til vestmenning-
arnar er fýra stig, so hevur
oddaliðið leikt ein dyst
meira. Harumframt eru júst
vestmenningar
komandi
mótstøðuliðið hja strand-
ingum, so enn er einki av-
gjørt í oddastríðnum.
Kollfirðingar hava tó eis-
ini sítt at hugsa um, tí enn
eru teir ikki afturúrsigldir í
bontstríðnum, so langt í frá.
Komandi dysturin hjá teim-
um er móti Neistanum, har
útlitini fyri stigum ikki
munnu vera av teimum
bestu, men eftir hetta standa
bæði H71 og Tjaldur fyri
tørni, og er tað helst í hesum
dystunum, at neyðugu stig-
ini skulu fáast til høldar.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
StÍF: John Petersen 12 (6),
Artur Johansen 7. Jónleif
Sólsker 3, Sveinbjørn Poul-
sen 3, Bent Djurhuus 2,
Alexandur Johansen 2,
Marius Joensen 2, Kristian
Peturson 1
KÍF: Vagnur Johansen 10,
Jákup Dam 6, Petur Martin
Poulsen 3, Finn H. Johan-
nesen 1, Jónálvur Johanne-
sen 1, Emil Petersen 1
Brotskøst:
StÍF 6, KÍF 1
Útvísingar:
StÍF 2, KÍF 7
Diskvalifikatión:
KÍF 1 (3x2 minuttir)
Dómarar úr VÍF:
Ingi Olsen og Alfred
Hummeland
Strandingar greiddu sína skyldu
Uttan stórvegis hóvasták tryggjaðu strandingar sær tvey stig sunnudagin, tá teir á heimavølli leiktu móti kollfirð-
ingum, sum ongantíð fingu høvi at koma rættuliga við í dystinum
Jónleif Sólsker var aftur at síggja á StÍF liðnum, eftir at
hann hevur sitið uttanfyri við skaða seinastu dystirnar
Rúna Wardum varð mest nýtt í verjupartinum sunnudagin, men her hevur hon so dittað sær fram til eina skotroynd
Mynd: Áki Bertholdsen