Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 16 - 25. januar 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 16 - 25. januar 2000 JÁKUP MØRK H71-Neistin 19-33 (9-16) Hóast tað ikki var vænt- andi, at talan fór at gerast um ein serliga spennandi dyst sunnudagin, tá H71 skuldi takast við Neistan, so var kortini nakað av fólkið komið saman í høllini á Hálsi. Flestu av áskoðarunum mundu helst vera viðhalds- fólk hjá Neistanum, og ikki gekk long tíð, so var greitt, at hesi helst fóru at síggja tað, tey vóru komin iðan til. Avgjørt beinanvegin Tað var nevnliga líkt til, at neistaliðið ætlaði sær at av- gera dystin alt fyri eitt, og og áðrenn hoyvíkingarnir vóru komnir upp á máltalv- una, høvdu neistamenninir longu fingið sær eina seks máls leiðslu. Í hvør sína ætt Eingin ivi var um úrslitið uppi á Hálsi mikukvøldið, tá H71 tók ímóti grann- unum úr Neistanum. Neistin vann nevnliga ein greiðan sigur, og liðini bæði stevna framhaldandi hvør sín veg Eftir hetta varð ongantíð nakar sum helst ivi um úr- slitið, og hóast hoyvíkingar gjørdu ein vørr miðskeiðis í fyrra hálvleiki, so komu teir ongantíð nærri enn tey fýra málini, sum tá vóru á muni. Sum dysturin leið, gjørd- ist munurin millum liðini bara alt meira sjónligur, og hóast neistaliðið so at siga ongantíð kom rættuliga í gongd, gjørdust mótstøðu- leikararnir alt meira mót- falnir, sum dysturin leið. Málverjin besti leikari Líkt var til, at leikararnir hjá hoyvíkingum høvdu mist alla vón um eitt líkinda úrslit, longu áðrenn dysturin byrjaði. Í øllum førum sást millum litið og einki til tann stríðsanda, sum so ofta hevur eyðkent liðið. 33-19 ljóðar kanska av nógvum, men hevði tað ikki verið fyri ein væl leikandi Jens Skipagøta í málinum, kundi sigurin lættliga verið nógv størri. Fleiri bjargaði hann frágera væl, og lítið er at ivast í, at hann hevur uppiborið landsliðsúttøku- na, sum fyri stuttum varð tillutað honum. Nýtt andlit Sum nevnt, so var rættuliga stórur munur á liðunum báðum sunnudagin, og tí- skil er ilt at meta um av- rikini hjá neistaliðnum. Heini og Áki fingu tó enn einaferð prógvað, at skot- styrkin á liðnum er í lagi, og málinum hevði Petur fleiri góðar bjargingar. Miðskeiðis í seinna hálv- leiki, tá dysturin longu var avgjørdur, kundi Helgi Justinussen trína inn á fyrstudeildarleikvøllin fyri fyrstu ferð, og við tveimum málum kundi hann gera sítt til at staðfesta sigurin og breiddina á neistaliðnum. Einki avgjørt enn Hóast dysturin hesu ferð gjørdist alt annað enn spennandi, so hava liðini bæði nógv eftir at spælu um í ár, hóast endamálini tykj- ast ymisk. Neistin hevur rættuliga fingið glið á spælið í sein- astuni, hóast vestmenningar enn eru fýra stig framman- fyri, so tykist greitt, at við- haldsfólk og leikarar hava ætlanir um at fanga vest- menningar aftur. Hoyvíkingar hava somu- leiðis nógv at stríðast fyri, tí enn er bert eitt stig niður til tey bæði niðastu liðini á stigatalvuni. Við hugburðinum, sum sýndur var sunnudagin, vinna teir sær ikki nógv stig afturat, men lítið er tó at ivast í, at hesin hugburður verður broyttur, tá eitt av veikaru liðunum stendur hinumegin miðlinjuna. Dysturin í tølum: Málskjúttar: H71: Allan Mørkøre 4, Barður Brimvík 3, Halgir Dahl Olesen 3, Eyðun H. Højgaard 3, Olaf Vester- gaard 2, Annfinnur N. De- bess 1, Jákup á Borg 1, Re- ne Dahl Olesen 1 (1), Tróndur Vatnhamar 1 Neistin: Heini Joensen 10 (1), Áki Olsen 8 (1), Kári Mortensen 4, Jákup Sverri Kass 3, Helgi Justinussen 1, Elmar Ósá 1, Áku Mørk 1, Finnur Hansson 1, Petur Magnusson 1 Brotskøst: H71 3, Neistin 3 Útvísingar: H71 6, Neistin 3 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Helgi Justinussen smæddist ikki burtur, tá hann fyri fyrstu ferð kom inn í dysti fyri besta mannsliðið hjá Neistanum, men nýtti ístaðin høvi til at skjóta tvey av málunum í trivaliga sigrinum Mynd: Álvur Haraldsen Hann ásannar sjálvur, at tað svíður. Pól Thorsteinsson er 26 ára gamal, og síðani 2– 1 sigurin niðri á Malta 30. apríl í 1997 hevur hann spælt allar ferðirnar. Hann er skrásettur fyri 19 lands- dystir, og um alt var, sum tað átti at havt verið, so hev- ði hann í hesum árinum nátt 26 landsdystum. Í Spania hevði hann komið upp á 21, tá Danmark fer at vitja 16. august hevði hann komið uppá 22, og í síðsta HM undankappingardystinum í ár, sum verður í Jugoslavia 11. oktober, hevði Pól spælt fyri 25. ferð á landsliðnum. Men nú bendir nógv á, at Pól Thorsteinsson als ikki fer at spæla á landsliðnum í ár. Orsøkin er reyða kort- ið, sum hann fekk í Prag, tá hann á tímaslagnum brast saman við Patrick Berger. UEFA sektaði føroyska spælaran við leikbanni í tri- mum undankappingardyst- um, og tað vil siga, at Pól Thorstseinsson sleppur ikki upp í part í HM undankapp- ingini fyrr enn komandi ár. Skilja hvønn annan Pól Thorsteinsson dylir ikki, at hann er sera harmur um, at landsliðsárið tykist vera oyðilagt longu áðrenn fyrsti dysturin verður spæl- dur: – Næstsíðsta vikuskifti var eg á Svangaskarði og vandi. Tá tosaðu venjarin og eg um spurningin. Allan Simonsen hevði ikki tá tikið avgerð um, um hann ætlaði at biðja meg koma við til Spania ella ikki. Eg segði honum, at eg skilti væl, um hann gjørdi av ikki at taka meg við. Eg gangi í skúla eftir arbeiðstíð, so fyri mítt viðkomandi bilti tað ikki so nógv, um venjarin setti meg eftir í Føroyum. Tað hevur hann gjørt nú, og eg taki tað til eftirtektar, men eg harmist um, at eg ikki havi møguleika at verða við í undankappingardystunum í heyst, sigur Pól Thorsteins- son. Í bíðistøðu Tá Pól Thorsteinsson kom á landsliðið umboðaði hann VB, men tey bæði seinastu árini hevur hann spælt við B36. Vágbingar hava gjørt nógv fyri at fáa mista sonin suður aftur at hjálpa til, og tað hevur ljóðað, at Pól Thorsteinsson fer at spæla við VB í ár, men hetta vil spælarin ikki vátta: – Eg havi ikki tikið enda- liga støðu enn, men um eg fari at spæla aðra staðni enn í B36, so verður tað í VB. Um eg fari aftur til VB, so verður tað truplari við ven- jingini, enn tað hevur verið. Fyrimunurin verður, at tað fer at bera til at koma oftari suður at vitja. Hesi bæði árini, eg havi spælt í B36, hevur tað í fótbóltstíðini bara borið til at fara suður tey vikuskiftini, tá vit hava spælt í Suðuroy, so tað hev- ur ikki verið so ofta. JH Pól sleppur ikki upp í part Í trý ár hevur hann verið við hvørja ferð, men í ár sleppur Pól Thorsteinsson ikki at spæla í undankappingini Eftir øllum at døma noyð- ist Pól Thorsteinsson at bíða til 2001, áðrenn hann aftur kann umboða føroyska landsliðið í al- tjóða høpi Tað tykist at vera ein farin tíð, at landsliðsspælararnir í fótbólti halda frí frá hø- vuðsítróttargreinini frá síð- sta landsdystinum í oktober og til eina ferð í januar. Summir av spælarunum plaga at spæla hondbólt hes- ar mánaðirnar, men koman- di ár verður tað trupult at fáa fótbóltin at passa saman við vetrarítróttargreinum. Síðsti landsdysturin í ár verður spældur í innandura høll í Svøríki 15. november. Í januar komandi ár skal landsliðið spæla á útivølli – í innandura høll! – í No- regi, og í mars komandi ár skal landsliðið spæla tveir HM undankappingardystir á útivølli. Við at kaga í skránna kunnu vit staðfesta, at fót- bóltsárið, sum landsliðs- spælararnir nú eru farnir undir, verður langt og ógv- uliga langt. Kenna sítt pláss Tað gekk skjótt fyri seg, tá umboðini fyri Føroyar og hini londini í okkara HM undankappingarbólki hitt- ust í Zürich fríggjamorg- unin. Tað var ikki komið til frokosttíð ella morgunmat- artíð, sum tað eitur á før- oyskum, tá hvíti roykurin sást, tí skráin fyri tey bæði komandi árini var komin upp á pláss. Ísak Mikladal, Jens Erik Magnussen og Allan Sim- onsen umboðaðu Fótbólts- sambandið, og teir høvdu frammanundan fingið á- bendingar um, hvussu onn- ur, sum í altjóða fóðbólti viga meiri enn Føroyar, kundu hugsað sær, at skráin fór at síggja út, tí t.d. hevði Russland sent mótstøðu- londunum eitt yvirlit, har teir boðaðu frá, hvussu teir vildu hava sínar dystir lag- dar. Føroysku umboðini hava fleiri ferðir ásannað, at tað er ikki teirra leiklutur at spæla fyrstu violin á sovor- num fundum sum tí fríggja- morgunin, og soleiðis var tað heldur ikki hesa ferð. Bara eina ferð heima Skráin kundi verið óhepnari løgd fyri Føroyar, enn hon gjørdist, men tað er eingin loyna, at føroysku umboðini fingu ikki tvey av høvuðs- ynskjunum ígjøgnum, sum teir fóru av landinum við. Hinvegin er tað hugaligt, at fyrsti dysturin verður á heimavølli móti Slovenia. Føroyingar fara ivaleyst at kenna hópin meiri til fyr- sta mótstøðuliðið, tá teir koma higar at spæla 3. sep- tember, enn vit gera nú, tí Slovenia fer at taka lut í EM endaspælinum í Hollandi og Belgia í summar. Og so er loyvt at vóna, at slovenar- arnir vera úttúraðir av EM endaspælinum og av, at teir so at siga ikki hava havt summarfrí, tá teir koma til Føroyar. Annað ynskið hjá føroy- sku umboðunum í Zürich var, at tveir ella tríggir dyst- ir skuldu spælast í Føroyum í ár. Í tí sambandinum var tað eisini eitt ynski, at ein dystur varð spældur í Før- oyum longu fyri summar- steðgin. Tað verður bara ein undankappingardystur í Føroyum í ár, og hann verð- ur leygardagin 3. septem- ber. Allir dystardagarnir, sum av FIFA vóru ásettir frammanundan, vóru eftir summarfrítíðina. Tað plagar kortini at bera til at flyta onkran dystin framum, men tað eydnaðist ikki hesa ferð. Hetta komst m. a. av, at Ju- goslavia og Slovenia skulu luttaka í EM endaspælinum, og av at onkur av hinum londunum longu framman- undan høvdu avtalað ven- jingardystir undan summar- frítíðini. Stórt trýst Hitt ynskið var, at Føroyar skuldu sleppa undan at spæla í undankappingini tíðliga á árinum. Tað eyd- naðist ikki at sleppa undan dystum í mars, og tað setur stór krøv til. Føroyar skulu spæla í Luksemburg 24. og í Russlandi 28. mars, og tað er spell. Tí hóast landsliðs- spælararnir í Noregi og Danmark fara undir lands- kappingarnar í mars, so er tað einki at siga til, at spæl- ararnir heima á landi og teir í Íslandi ikki eru í fullgóðari dystarvenjing í mars, tí tað verður ikki farið undir heimligu landskappingina og ta íslendsku fyrrenn um mánaðarskiftið apríl/mai. Føroyar hava bara eina ferð áður spælt landsdyst í mars. Tað var í fjør, og mál- leysi javnleikurin ímóti An- dorra varð ikki hildin at vera nakað serligt. Tí sigur tað seg sjálvt, at komandi vetur skal nógv orka brúkast upp á lands- liðsfótbóltin. Tað hevði ivaleyst komið væl við hjá spælarunum, um teir kundu hildið frí frá fótbóltinum í november, men tað ber ikki til, tí tá skulu teir spæla í Svøríki. Dystirnir í Svøríki í no- vember og tann í Noregi í januar verða fyrireikingar- dystir til undankappingar- dystirnar í mars. Men skal full nytta fáast burturúr, so er tað neyðugt, at landsliðið fer á venjingarlegu t.d. í mars, og tað er nevyan ó- hugsandi, at venjingarlegan verður longri, enn hon hig- artil hevur verið. Hetta hevur alt við sær, at tað eru nógvir lutir, sum skulu fáast upp á pláss, og vit kundu ímynda okkum, at hetta er nakað, sum FSF beinanvegin fer at arbeiða við. Eitt er, at útreiðslurnar í sambandið við landsliðið verða nógv størri, enn tær hava verið. Eitt annað er, at landsliðsspælararnir, um- framt bara at fáa frí frá fót- bóltinum onkra vikuna í summar og so aftur á sumri í 2001, skulu brúka nógv meiri arbeiðs– og skúladag- ar upp á landsliðið, enn teir higartil hava gjørt. Og eitt triðja er, at feløgini í Før- oyum og í útlandinum skulu lata landsliðsspælararnar frá sær í longri tíð, enn tað hig- artil hevur verið vanligt. Hetta er eitt puslispæl, sum tað fer at krevja ikki so lítið at fáa lagt, men sjálvandi ber tað til at fáa tað at ganga upp. Plettskotini Sum tað varð nevnt í blað- num leygardagin, so fer landsliðið at gera tveir dyst- ir á útivølli burturav sær longu í heyst, tá dystirnir í Sveits og Jugoslavia eru á skránni ávikavíst 7. og 11. oktober. Hetta er um somu tíð, sum føroyingar í fjør spældu í Kekkia og í fyrra- árið í Litava og í Skotlandi. Avrikini og úrslitini tær ferðirnar vístu, at landsliðið er væl fyri, tá landskapp- ingin akkurát er lokin. Í fjør lá væl fyri, tá Skot- land og Bosnia vitjaðu í juni, og vit hava loyvi at droyma, at tað fer at hilnast eins væl, tá Sveits og Ju- goslavia fara at vitja á há- sumri í 2001. Sveits fer at vitja í Føroyum fyri fyrstu ferð nakrantíð 2. juni, og Jugoslavia, sum 6. oktober í 1996 vann 8–1 á Svanga- skarði, vitjar aftur her 6. juni í 2001. Í fjør skarst illa í lands- dystunum fyrst í september, tá Estland og Litava vitjaðu, men tað átti at verið besta landsliðstíð í Føroyum í hesum mánaðinum. Í 2001 verða aftur tveir landsdystir í Føroyum fyrst í september, og sambært styrkislistan hjá FIFA, so verður tað besti møguleikin av fáa stig í nýggju undankappingini, tá Luksemburg kemur henda vegin 1. september. Russland vann 5–2 á Svangaskarði 6. september í 1995. Tað verða snøgg fimm ár millum fyrstu og aðru vitjanina hjá russarum í Føroyum. Heimadysturin móti teimum er ásettur at verða 5. september í 2001. Síðsti dysturin verður Landsliðsspælararnir fáa ikki vetrarfrí komandi ár Dystarskráin í HM undankappingini er ólagaligari, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar, og tað ber stór krøv við sær til FSF og landsliðsspælararnar niðri í Slovenia 6. oktober í 2001, og tá eiga fyritreyt- irnar at fara at verða tær somu, sum tær verða kom- andi heyst. Stóri spurning- urin viðvíkjandi tí dystinum fer at verða, um slovenarar tá fara at hava møguleika at vinna eitt pláss í endaspæl- inum. Um teirra leiklutur verður útspældur framman- undan, so verða fyritreyt- irnar hjá føroyingum fyri góðum úrsliti ikki verri. Men tað er sjálvandi nakað tíðliga at meta um hetta longu nú! Vánaligar royndir í november Tað kemur væl við, at ein- gin undankappingardystur er á skránni í november, tí tær báðu ferðirnar, tá und- ankappingardystir hava ver- ið á skránni í november, John Petersen verður vegna skúlagongd ikki við, tá skjøtul verður settur á landsliðsárið 2000 Skráin Í ár 2000 Leygardagin 2. september Føroyar–Slovenia 2./3. september Sveits–Russland Luksemburg–Jugoslavia Leygardagin 7. oktober Sveits–Føroyar 7./8. oktober Luksemburg–Slovenia Jugoslavia–Russland Mikudagin 11. oktober Jugoslavia–Føroyar 10./11. oktober Russland–Luksemburg Slovenia–Sveits Í ár 2001 Leygardagin 24. mars Luksemburg–Føroyar 24./25. mars Jugoslavia–Sveits Russland–Slovenia Mikudagin 28. mars Russland–Føroyar 27./28. mars Sveits–Luksemburg hevur tað skorist illa. Fyrra ferðin var 16. no- vember í 1994 í Helsing- fors, tá Finnland vann 5–0, og seinna ferðin var 15. no- vember í 1995 í Grikka- landi, tá vertirnir vunnu 5– 0. Í báðum 5–0 sigrunum sást tað í 2. hálvleiki, at før- oyingarnir so seint á árinum ikki høvdu orku at stríðast í 90 minuttir. Í Finnlandi var støðan 1–0 í steðginum, og í Grikkalandi var málleyst inntil seinna umfarið var hálvrunnið. Hvussu november fer at hilnast í ár fáa vit at síggja, tá landsliðið fer at spæla innandura í Svøríki. Uttan mun til hvussu tað fer at skerast har yviri, so er tað kærkomið, at stig í undan- kappingini ikki fara at standa upp á spæl tá. JH Skráin í HM undan- kappingini 2000-2001 FIFA hevur ásett tveir dagar at avgreiða hvørt umfarið í. Føroyingar eru samdir við hini londini um, at allir dystirnir hjá Før- oyum skulu spælast mikudagar og leygar- dagar. Vit hava ikki frætt, um hini londini hava gjørt av, nær teirra dystir skulu spæl- ast, og tí hava vit sett báðar møguleikarnar í yvirlitið Slovenia–Jugoslavia Leygardagin 2. juni (hvítusunnuaftan) Føroyar–Sveits 2./3. juni Russland–Jugoslavia Slovenia–Luksemburg Mikudagin 6. juni Føroyar–Jugoslavia 5./6. juni Sveits–Slovenia Luksemburg–Russland Leygardagin 1. september Føroyar–Luksemburg 1./2. september Sveits–Jugoslavia Slovenia–Russland Mikudagin 5. september Føroyar–Russland 4./5. september Luksemburg–Sveits Jugoslavia–Slovenia Leygardagin 6. oktober Slovenia–Føroyar 6./7. oktober Jugoslavia–Luksemburg Russland–Sveits