týsdagur 25. januar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
Dystaðust leygardagin á tamb
JÁKUP MØRK
Sum kunnugt skipaði flog-
bóltsfelagið Mjølnir fyri
stórari
flogbóltskapping
fyri yngru deildirnar hjá øll-
um flogbóltsfeløgum í
landinum um vikuskiftið.
Frammanundan var rokn-
að við stórari luttøku, og tá
tað kom til stykkis, vóru
eisini heili 75 lið, sum høv-
du boðað frá luttøku.
Ein av orsøkunum til
stóra luttakaratalið mundi
helst vera, at tað fyri fyrstu
ferð var møguligt at melda
lið til í aldursbólkinum und-
ir 9 ár. Framman undan
hevur yngsti bólkurin verið
tey, sum eru undir 12 ára
gomul, so sjálvandi vóru
fleiri lið, sum nú meldaðu
til í yngsta bólkinum.
4 hallir
Umframt at luttakaratalið
varð somikið stórt, so
noyddust
fyrireikararnir
eisini at taka hædd fyri, at
allir dystirnir máttu av-
greiðast leygardagin, tí KÍ
høllin skuldi nýtast til ann-
að endamál sunnudagin.
Hetta førdi við sær, at tað
fyri fyrstu ferð gjørdist
Um vikuskiftið skipaði Mjølnir fyri stórari flogbóltskapping, sum bar heitið Gullkonto Cup. 75 lið høvdu boðað frá
luttøku, og allan leygardagin varð leikt í 4 ymsum hallum
neyðugt at nýta heili fýra
hallir at avgreiða dystirnar
í.
Vanligt hevur verið, at
umframt KÍ høllina og høll-
ina í skúlanum á Ziskatrøð,
hevur eisini staðið Mjølni í
boði at nýta skúlan á Fossa-
nesi um á stendur, og so-
leiðis varð eisini hesu ferð.
Hetta var tó ikki nóg mik-
ið, og tískil mátti høllin á
Viðareiði eisini takast í nýt-
slu, til tess at avgreiða allar
dystirnar.
Gekk væl
Sjálv kappingin gekk ógv-
uliga væl, og seinkingarnar
vórðu ikki tær heilt stóru.
Tó hendi tað í einum aldur-
sbólki, at óvanliga nógvir
dystir endaðu 2-1, soleiðis
at nakrar skjótingar komu
í.
Hetta førdi við sær, at
summi lið ikki megnaðu at
leika allar dystirnar, áðrenn
tey skuldu vestur ella suður,
men kortini halda tey har
norðuri, at kappingin yvir-
høvur gekk so væl, sum til
ber.
Byrjað var klokkan 9.00
um morgunin, og seinastu
dystirnir vórðu ikki leiktir
fyrr enn klokkan 21.30, so
av sonnum kann sigast, at
talan varð um ein strævnan
dag hjá leikarunum ikki
minst hjá fyrireikarunum.
Úrslitini
Allar kappingarnar vórðu
sjálvandi avgjørdar við ein-
um finaludysti, umframt at
leikt varð um triðja plássið,
og fingu trý tey fremstu lið-
ini handa steyp og heiðurs-
merki, sum Norðoya Spari-
kassi hevði latið.
Einasta kappingin, sum
ikki varð avgjørd har norð-
uri, var kappingin hjá yng-
stu gentunum. Her hendi
tað nevnliga at TBa og TBb
komu í finaluna, og tá tað
var um reppið, at gentunum
lukkaðist suður aftur leyg-
arkvøldið, varð gjørt av, at
taka steyp og heiðursmerki
við sær, fyri síðani at avgera
dystin har suðuri.
Úrslitini av kappingini
gjørdust annars hesi:
Gentur 9 ár
1 Fleyr a/Fleyr b
3 Mjølnir
Gentur 12 ár
1 TB a
2 Mjølnir
3 TB b/KÍF a
Gentur 14 ár
1 SÍ
2 Fleyr
3 TB
Gentur 16 ár
1 KÍF a
2 KÍF b
3 Fleyr
Kvinnuunglingar
1 TB
2 Mjølnir
3 Fram
Dreingir 9 ár
1 TB
2 Mjølnir
3 SÍ
Dreingir 12 ár
1 SÍ
2 Fleyr a
3 ÍF
Dreingir 14 ár
1 Fleyr
2 SÍ a
3 SÍ b
Dreingir 16 ár
1 Fram
2 SÍ
3 Mjølnir
Mansunglingar
1 Fram
2 SÍ
3 Nøvan
Nógv varð lagt fyri, tá ungu leikararnir skuldu royna kynstur síni leygardagin…
…og mangan mundi nógv standa á, tá leikarar skuldu blokka, heva og smasha
Myndir: Símun á Høvdanum
Tíðliga í vetur sá tað út
til, at NSÍ so at siga skul-
di byrja av nýggjum í
bestu fótbóltsdeildini,
men nú hava teir í Runa-
vík tryggjað sær so mikið
góða og roynda mann-
ing, at tað má metast, at
Trygvi Mortensen fer at
hava eins holla manning
í ár, sum hann hevði í
fjør.
Í gjár visti heimasíðan
hjá NSÍ at siga, at nú
hevur felagið gjørt avtalu
við Djóna Nolsøe Joensen
um, at hann skal spæla við
NSÍ komandi ár. Fótbólts-
ligu uppalingina fekk Djóni
í NSÍ. Hann var átjan ára
gamal, tá hann í 1991 kom
á fyrsta lið, og tá hann í
1996 flutti til B36, hevði
hann í fleiri ár verið millum
berandi kreftirnar.
Djóni var í 1997 við til at
vinna FM við B36. Í 1998
spældi hann millum lítið og
Djóni aftur í
Runavík
Runavíkingar halda á fram at styrkja um hópin, og
hesu ferð er tað B36, sum kennir sviðan av at missa
leikara til Runavíkina
einki, men í fjør var hann
aftur í 1. liðs hópinum
hjá B36, sum nú hevur
mist enn ein av teimum,
sum í fjør mannaðu besta
liðið.
JH
Frásagnir frá dyst-
unum í bestu mans-
og kvinnudeildini í
flogbólti verða við
í blaðnum í morgin
CARL
ELI
NOLSØE
SAMUELSEN
Nýggjar hurðar eru nú
opnaðar innan talvheimin.
Tað sást leygardagin í net-
café Orbits, tá átta sterkir
føroyskir telvarar her heima
bjóðaðu átta sterkum før-
oyskum útisetum til talv-
dyst. Útisetarnir telvaðu á
einari netcafé í Keyp-
mannahavn, tað vil siga at
bæði liðini vóru á heima-
vølli!
Áðrenn dysturin byrjaði
var tíðindafundur á skránni.
Rani Nolsøe, formaður í
talvsambandinum greiddi
frá endamálinum við tiltak-
inum, nevnliga at fáa talv
til ein part av teimum nær-
um óendaligu møguleiku-
num á alnetinum. Eisini
greiddi hann frá hvussu væl
hetta aldargamla spæl hósk-
ar seg á netinum.
Eitt tílíkt tiltak er ikki
heilt ókeypis, og Rani nýtti
tí høvi at takka Føroya Tele
fyri stuðulin, og takkaði eis-
ini teimum í Orbits fyri blíð-
skapin teir sýndu. Marknað-
arleiðarin hjá Føroya Tele,
Poul Hendrik Poulsen var
fegin um at teir kundi stuðla
tílíkum tiltaki, og vónaði at
samstarvið millum Talv-
sambandið og Føroya Tele
fór at halda áfram.
Eftir tíðindafundin varð
Útisetar vunnu elektroniskan
talvdyst
Talv: Við nærum sterkastu manning vunnu útisetar ein tryggan sigur móti føroyingum í Føroyum. Tiltakið eydnaðist
sera væl sjálvt um heili 2000 kilometrar vóru millum telvarnar
klárt at fara í gongd. Teir
átta telvarnir settust við
spenningi við teldurnar, og
síðani varð fyrsti leikurin
fluttur á skíggjanum.
Talvið á fyrsta borði mill-
um John Rødgaard og John
Arna Nilssen var víst á stór-
skíggja, og tað riggaði heilt
væl. Fitt av fólki høvdu leit-
að sær oman í Orbits leyg-
ardagin.
Tveir dystir vórðu leiktir
og úrslitið varð samanlagt
9,5-6,5 til útisetar.
Á fýra teimum ovastu
“borðunum” vórðu heima-
menn við yvirlutan, men
fýra teir aftastu fingu bert
eitt stig av átta møguligum.
Samanumtikið eitt sera
væl eydnað tiltak, sum helst
skjótt verður roynt aftur.
Liðkappingin
Bert tríggir dystir vórðu
telvaðir hetta vikuskifti.
Í triðju deild vann Vest-
manna 2,5-1,5 móti Klaks-
víkini. Í unglingadeildini
vóru bæði havnarliðini í
Klaksvík, har Havnin 1
vann 4-0 móti Klaksvíkini
2, og Klaksvík 1 vann 4-0
móti Havnini 2.
Fyrsta og onnur deild
telvaðu ikki í vikuskift-
inum.
Kappingar uttanlanda
Flóvin Tór Næs telvar í løt-
uni í stórari kapping í
Spania, ið nevnist Ubeda.
Hann hevur í skrivandi
løtu telva fýra talv, og av
teimum hevur hann ognað
sær tvey stig.
Sera sterk kapping er í
løtuni í Hollandi. Kappingin
kallast Wijk aan Zee, sum
Heimamenn
Útisetar
1.
2.
1. John Rødgaard
-
John Arni Nilssen
_-_
_-_
2. Jens Kristian Hansen -
Heini Olsen
_-_
_-_
3. Rani Nolsøe
-
Eyðun Nolsøe
_-_
1-0
4. Ólavur Simonsen
-
Rógvi W. Rasmussen 1-0
1-0
5. Martin Brekká
-
Jóan H. Andreasen
0-1
0-1
6. Carl E. N. Samuelsen -
Terji Petersen
1-0
0-1
7. Martin Poulsen
-
Heini Danielsen
0-1
0-1
8. Hans K. Simonsen
-
Arild Rimestad
0-1
0-1
Úrslitið av talvdysti um alnótina
er ein sera traditiónsrík
kapping. Har eru allar ka-
nónirnar, eitt nú Kasparov,
Anand og Kramnik. Før-
oyavinurin Predrag Nikolic
er eisini í eldinum.
Í skrivandi løtu eru sjey
umfør telvd, og ikki óvænt-
að er Kasparov saman við
Kramniki á odda við fimm
stigum. Í hølunum á teimum
kemur indarin Anand. Ni-
kolic liggur miðskeiðis í
hópinum.
Talvið hesa vikuna er úr
sjeynda umfari, og her átti
heimsmeistarin Garry Kas-
parov helst at vunnið.
Vinstrumegin síggjast
John Rødgaard og Jens
Kristian Hansen, sum
umboðaðu tey bæði fyrstu
borðini hjá heimamonn-
um.
Høgrumegin, talvið mill-
um John Rødgaard og
John Arna Nielsen varð
víst við uppvørpu, so á-
skoðararnir kundu fylgja
við
Myndir: Álvur Haraldsen
1. d4 Rif6
2. c4 e6
3. Ric3 Bb4
4. Rif3 c5
5. g3 cxd4
6. Rixd4 O-O
7. Bg2 d5
8. cxd5 Rixd5
9. Fb3 Ric6
10. Rixc6 bxc6
11. O-O Fa5
12. Bd2 Bxc3
13. bxc3 Ba6
14. Rfd1 Fc5
15. e4 Bc4
16. Fa4 Rib6
17. Fb4 Fh5
18. Be3 Be2
19. Rd2 Rab8
20. Bxb6 axb6
21. Fd6 Bf3
22. Fxc6 Bxg2
23. Kxg2 Fe5
24. Fc4 Rfc8
Talvið hesa vikuna
Hvítur: Garry Kasparov (2851)
Svartur: Viswanathan Anand (2769)
25. Fd4 Fa5
26. Rb1 h6
27. Rb4 Fc5
28. Rd3 Fc7
29. a4 Rd8
30. Fe3 Rxd3
31. Fxd3 Rc8
32. Fb1 Fxc3
33. Rxb6 Rc4
34. Rb8+ Kh7
35. Rb7 f6
36. Re7 Rb4
37. Fa2 Fc4
38. Fxc4 Rxc4
39. a5 Ra4
40. Rxe6 Rxa5
41. Rd6 Ra4
42. Kf3 Ra3+
43. Ke2 h5
44. Rd3 Ra2+
45. Ke3 Kg6
46. h3 Ra4
47. f4 Rb4
48. Ra3 Rc4
49. g4 hxg4
50. hxg4 Rb4
51. Ra6 Kf7
52. Ra7+ Kg6
53. f5+ Kh6
54. g5+ fxg5
55. e5 g4
56. e6 Kg5 _-_
JÁKUP MØRK
Millum áskoðararnar í Orbits leygardagin vóru eisini
onkrir bridgespælarar at síggja, og hesir sýndu stóran
áhuga í møguleikunum, sum alnetið hevur at bjóða.
Eins og talv er bridge nevnliga sera væl egnað til at
spæla tvørtur um stórar fjarstøður via alnetið, og fyri
stuttum hevur ein stór kapping verið, har vinnandi
parinum varð tillutað atgongd til heimsmeistarahaeitið,
sum verður seinni í ár.
Líkt er sostatt til, at alnetið gevur føroyingum bæði
innan- og uttanlands nógv víðari ræsur, tá tað ræður
um at finna sær mót- og viðleikarar.
Ikki bara talv
Tað er ikki bara til telving, at al-
netið verður nýtt í altjóða ítróttar-
høpi