Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juli 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 140 - 25. juli 2000 gult cyan magenta svart Vágbingar bjarga døg- verðanum á Ólavsøku Lundi er forkunnugur døgverðamatur, men nú eru vágbingar komnir til Havnar við 4.000 lundum, sum teir fara at selja niðri á Bursatanga Nú er ólavsøkudøgverðin bjargaður. Eftir ætlan skuldi vágsskipið, Maj, leggja at í Havnini á midnátt í gjárkvøldið eftir at hava verið á lundaveiði. Í frystigoymsluni hava teir einar 4.000 lundar, sum teir nú fara at selja niðri á Bursatanga ÁKI BERTHOLDSEN Ein spurningur, sum mang- an vísir seg at verða trupul at loysa í hesum døgum er: Hvat skulu vit hava til døg- verða á Ólavsøku? Men nú er ólavsøkudøg- verðin bjargaður hjá mong- um. Og hjálpin, hon kemur heilt sunnan úr Vági. Tí seint í gjárkvøldið legði vágsskipið Mai at bryggju í Havn. Í frystigoymsluni hava teir ikki færri enn 4.000- 5.000 lundar, sum teir fara at selja av skipinum, sum liggur á Bursatanga. Hetta eru lundar, sum Mai hevur keypt í Vestmanna- oyggjunum, har teir eisini fleyga nógvan lunda. Lundin er royttur og frystur. Men teir hava eis- ini nakrar óroyttar lundar til tey, sum heldur vilja royta sjálvi. Tá ið vit høvdu samband við Mai á miðdegi í gjár vóru teir góðar 70 fjórðing- ar úr landi, so hoyrilíkindini vóru sera vánalig. Men tað skilst, at endaligi prísurin er ikki ásettur enn, men at hann verður í mesta lagi 30 krónur fyri lundan. Forkunnugur døgverði til Palliba Sostatt kunnu havnarfólk fáa forkunnugan døgverða á Olavsøku. Men tað skilst á lagnum, at tey, sum ikki vilja vera við sviðusoð, skulu skunda sær, tí hina báðu ferðinar, Mai hevur selt fugl, hevur gravgangur verið eftir hon- um og hann hevur gingið sum heitt breyð. Hetta er sostatt triðju ferð, at Mai hevur fugl til sølu. Fyrst seldu teir vetrar- náta, sum tað gekk skjótt at sleppa av við. Og nýliga vóru teir eisini í landi og seldu lomviga og tað stóð heldur ikki á at sleppa av við teir 9.000 lomvigarnar, teir høvdu. Tað eru nú nakað síðani, at vágbingar riggaðu Mai til at veiða fugl. Fuglur hevur í nógv ár verið ógvuliga forkunnugur døgverðamatur hjá føroy- ingum, men endamálið við hesi ætlanini var júst at seta forkunnugan mat á døg- verðaborðið hjá meiniga føroyinginum, sigur Kaj Joensen, ið er ein av teimum, sum eiga Mai. Eftir Ólavsøku ætla teir sær yvir aftur til Íslands eftir lunda. Tilsamans ætla teir sær at taka einar 20.000 lundar Síðani ætla teir sær eisini eftir nátungum. Ætlanin er at liggja framvið landi og keypa nátunga frá bátunum, sum eru úti. Og í vetur er eisini ætlanin at halda fram við vetrarnátanum. Tað er nú nakað síðani, at vágbingar riggaðu Mai til at veiða fugl. Teir hava allar góðkenn- ingar, sum krevjast og eisini Norðuratlantiska samstarv- ið, NORA, hevur hildið ætl- anina vera so áhugaverda, at felagsskapurin hevur stuðlað henni fíggjarliga. Kaj Joensen sigur, at hig- artil eru teir vælnøgdir við hesa royndina. Fimm mans eru við Mai og teir fáa tað at mala runt. ÁKI BERTHOLDSEN Ráðgevandi verkfrøðing- afelagið Crone og Koch í Føroyum er nú yvirtikið á føroyskar hendur. Tað er verkfrøðingurin Álvur Áarstein, sum nú hevur yvirtikið felagið, sum nú hevur yvirtikið Crone og Koch í Føroy- um. Crone og Koch var eitt stórt, danskt ráðgevandi verkfrøðingafelag, men fyri hálvum øðrum ári síðani varð tað lagt saman við eitt annað stórt verk- frøðingavirkið, Carlbro. Crone og Koch hevur í fleiri ár havt deild í Før- oyum og tað er hesa deildina, sum Álvur Áar- stein nú hevur yvirtikið. Samstundis hevur virk- ið fingið navnið Vericon P/F Ráðgevandi verk- frøðingar. Álvur Áarstein sigur, at í sambandi við yvirtøk- una hevur hann gjørt formliga sam avtalu við Carlbro um tvørfakligt samstarv í sambandi við seruppgávur í Føroyum. Men harumframt gevur ber avtalan eisini í sær, at Vericon fær lut í uppgáv- um, sum Carlbro hevur úti í heimi. Harafturat stendur før- oyska felagnum eisini í boðið at senda fólk á eftir- útbúgvingar ígjøgnum hendan sama Carlbro. Tað arbeiða um 2.300 fólk hjá Carlbro í Dan- mark og hetta ger tað til eitt hitt størsta ráðgevandi virki í landinum. Álvur Áarstein sigur, at samstarvið við Carlbro er eisini portur út í heimin, tí tað umfatar eisini Carl- bro International, sum hevur deild og skrivstovu í fleiri londum. Hann dylir ikki fyri, at hann væntar sær nógv av samstarvinum við Carl- bro. Sum verkfrøðingur hjá Crone og Koch hevur hann havt neyvt samstarv við Carlbro øll nítíárini og hann hevur fleiri ferðir verið við í projektum hjá teimum uttanlands. So- statt er hann komin at kenna fleiri av starvsfólk- unum og tað heldur hann er ein stórur fyrimunur. Álvur Áarstein sigur, at við hesi samstarvsavtal- uni ber tað til hjá Vericon at bjóða viðskiftafólki og øðrum ráðgevandi virkj- um tænastur á øllum økj- um í byggivinnuni, men teir hava eisini royndir og kunnleika á serøkjum. Føroyskur verkfrøðingur í alstjóða samstarvi ÁKI BERTHOLDSEN Hetta er besta tíðin at fleyga lunda og kring alt landið eru stengurnar á lofti. Men tað er ymiskt, hvussu tað hevur hilnast. Í Sosialunum nú um dag- arnar frættist, at tað hevði vignast avbera væl á Við- areiði. Eitt annað av teimum góðu lundaplássunum er Ikki tað stóra í Stóru Dímun Stóru Dímun, men har hev- ur tað ikki gingið heilt ov væl higartil í ár. Óla Jákup úr Dímun, bóndi, sigur lundafleygið í ár hevur ikki verið av tí besta. –Ættin hevur ikki verið heilt til vildar, sigur hann. Hann skal helst verða í- landsynningur ella útsynn- ingur fyri at fáa lunda á suð- ursíðuni á oynni. Og tað er mest har teir fleyga, tí tað er høgligast við tað, at sess- irnir eru beint við húsini. Sessirnar eystanfyri og norðanfyri verður helst ikki farið í, uttan at tað næstan er av neyð, tí tað er so langt og trupult at ganga og tað er eitt knoss at fáa veiðina til húsa. Óla Jákup úr Dímun sigur annars, at tað er nokk av lunda til, men tað hevur bara viðrað so illa, at enn hevur hann ongan av teim- um heilt grovu døgunum havt. –Tað plaga altíð verða onkrir dagar, har vit fáa yvir einar 400 lundar, men teir hava vit so til góðar enn. Enn hava teir „bara“ fing- ið gott hundrað og gott tveyhundrað lundar, hóast tet onkuntíð hava havt bæði tvær og tríggjar stengur. Tó sigur Dímunarbóndin, at teir hava eisini nógv ann- að at takast við og tí dríva teir ikki lundafleygið heilt so hart, sum gjørt verður onkra aðrastaðni í landin- um. Tað er bæði rakstur, súr- hoyggj og annað, sum skal fáast frá hondini, so tá ið lítið er at fáa, fara teir úr bakkanum aftur at fáast við okkurt annað, sum er meiri átrokandi. – Sótu vit í bakkanum all- an dagin, høvdu vit eisini fingið meir, men tað hava vit ikki umstøður til, sigur Óla Jákup. Men hann ivast kortini ikki í, at teir góðu dagarnir munnu fara at koma, tí enn eru tríggjar vikur eftir av fleygingatíðini.