týsdagur 8. januar 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. desember 2019 · Nr. 3
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
tórbjørn jacobsen
Tað fer at kjálka fram ímóti
hálvari øld, síðan eg hitti hend
an mannin á fyrsta sinni – í
1972 – í túninum uttanfyri
Dreingjakostdeildina í Hoydøl
um. Hann var komin allan
vegin úr Vestmanna á sínum
kvika Honda prutli, meðan eg
var komin innan av Glyvrum
við lítillætna Puch-prutlinum,
sum ongan kjans hevði í kapp
ingini, fyrrenn ein annar vest
menningur syrgdi fyri, at meiri
orka varð borin inn á motorin.
Síðan hesa frumløtuna, sum
nú er 46-47 ára gomul, hava vit
verið vinmenn. Onkur spurdi
nú ein dagin, um kinkur ong
antíð hevur verið á vinarlagn
um – so ymiskir og tíðum bom
bastiskir vit kunnu vera – eisini
hvør við annan – men onkurs
vegna bræddi tað saman evna
frøðiliga frá fyrsta degi, og
brot hevur ikki verið á sam
bandinum og samskiftinum
síðani. Tað hevur ikki drigið
frá heldur, at langomma mín
av Oyrareingjum, Kristina, var
systkinabarn ommu Bjørns,
Kristinu, ið var gift hinum
kenda bóndanum, vinnulívs
manninum og íverksetaranum
Ólavi á Heygum.
Bjørn er sonur Brynjolf á
Heygum og Miu, sum allir før
oyingar kenna frá havsvimj
ingini á vánni í Vestmanna.
Einasta systkin hansara er
sangfuglurin Rúna á Heygum,
sum er nakað yngri enn Bjørn.
Í heimbygdini varð hann úr
vøgguni modelleraður til tað,
sum hann framvegis er. Ein
klassiskur vestmenningur í buli,
tanka, tosingarlagi og mentan,
- hygg bara eftir gongulagnum,
táið hann strýkur um svæðini
í høvuðsstaðnum - millum
heimið, skrivstovuna og rætt
arhølini. Slóðin av brattlend
inum og brekkunum í heim
bygdini er eyðkend í medferðini.
Vestmanna var ein bráðpanna
fyri ungar dreingir. Hondbólt
ur, kappróður, flakar, tónleik
ur, SEV-byrgingar og verk,
fjallgonga, biografur, dansi
stova, gistingarhús, vinnuvirk
semi, fiskiskip, útróðrarbátar
og sum flestu vestmenningar
dámdi Birni væl at fara við
byrsuni, - t.d. á haruveiði.
Nógva tíð brúkti hann eisini á
Stoypivirkinum hjá pápanum
– Brynjolfi – sum lá niðri á
bakkanum skamt frá húsun
um, har Mia framvegis húsast,
nú hon sveimar onkustaðni
ímillum 90 og 100.
Bjørn valdi at fara í real
skúla í heimbygdini. Hann var
væl fyri handan skallabeinini,
hóast hugurin mangan stóð
stinnari til annað enn terping
ina úr tjúkkum bókum. Eftir
lokið prógv fór hann til skips
við “Kap Farvel” – fyrsta
hekkutrolaranum í landinum.
Við honum var hann í eitt ár,
og teir vóru á fiskiveiði um øll
norðurhøv – úr Hvítahavinum
og Novaja Zemlja í eystri til
bankarnar undir Grønlandi og
við Labrador í vestri. Hetta
árið var gott fyri hann, sum so
mangan annan ungan føroy
ing. Hetta var góð verklig kálv
føðing til eina drúgva lívsferð.
Í august 1972 stemplaði hann
inn á Studentaskúlanum í Hoy
dølum, og fyrsta hálva árið
búðu vit báðir á Kostdeildini
saman
við
øðrum
ungum
dreingjum, komnir hagar úr
øllum landinum. Hugurin til
skúlaskap var skiftandi og
onkuntíð
svikaligur,
men
hugaligt var tað kortini at
ferðast millum allar hesar ung
dómarnar, ið vóru komnir í
Dalin Fagra at taka til sín meiri
vitan. Skjótt kendust rimarnar
ov tættar í hesum kostskúla
konseptinum, við tvungnari
niðurfaringartíð og útgongu
banni væl fyri miðnátt, - eisini
fríggjakvøld.
Leygardagurin
hvarv ikki sum skúladagur í
Hoydølum, fyrrenn oljukrepp
an herjaði vesturheimin og
Føroyar.
Vit fluttu báðir oman í býin,
so skjótt tað bar til. Bjørn varð
logeraður inn í eitt kjallara
kamar hjá Dybczak í Gunda
dali, og sjálvur endaði eg í
kjallaranum undir háu húsun
um hjá Danielsen í Varðagøtu.
Hann treivst væl, men so
skjótt eitt kamar var tøkt í
Varðagøtu, flutti hann inn, og
har búðu vit, bert við einari
8mm krússfinérplátu ímillum
okkum, í fleiri ár. Nakað seinri
búsettust floksfelagarnir Ás
mundur Guðjónsson og Sámal
Ravnsfjall
í
sama
kjallara.
Sambýlið okkara gekk undir
heitinum “Varðagøtu-kollekt
ivið”, og har hendi mangt og
hvat. Politikkur fór við nógvari
tíð, kjakað var til langt út á
næturnar, og spektrið fevndi
víða, frá marx-leninismu kjálk
andi út ímóti fascismuni í hin
um
borðinum.
Onkur
ele
phant-bjór
varð
eisini
konsumerað, tað heitari gjørd
ust diskussiónirnar - og tað
minni
frekventeraðu
vit
BJØRN 65