Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. desember 2019 · Nr. 3 NØVN skúlan. Tað dragnaði við enda­ málinum við Havnarferðini, men kortini man hetta vera tað tíðarskeiðið í lívinum hjá okk­um øllum, sum kveikti fleiri spírar enn annars, um vit ikki vóru endaðir í hesi bráð­ pann­uni. Tónleikurin, obligat­ or­isku dagligu túrarnir oman á Kondittaríið, at fáa okkum Napoléons-køkur frá Franzi Restorff, kykmyndatúrarnir í Sjónleikarhúsinum og í Havn­ ar Bio, miðnáttarsamkomurnar í Ebenezer, svimjingin í gamla svimjihylinum, politisku kjak­ ini o.s.fr. Har kom nógv fólk á gátt í Varðagøtu, og sambýlið okk­ara gjørdist skjótt ein savn­ingarstaður hjá okkum og javn­ingum okkara. Sum vit aðrir las Bjørn nógv hesa tíð­ ina, tjúkkar bøkur um søgu­lig­ ar hendingar og politikk. Og tað sum kanska var mest ser­ merkt við honum, í mun til tíðar­kontekstin, var, at hann ongantíð lat seg hála yvir um miðjuna til vinstru handar, har teir flestu ráksnúnu hús­ að­ust hesa tíðina. Onkur eitt vet frá miðjuni og annar úti á polit­iska heimabeitinum hjá Jósupi Stalin, Mao, Enver Hoxha og teirra despotisku svein­um. Bjørn helt fast um sína liberalu kós, høgrumegin miðjuna, men tað skal tó leggj­ ast afturat, at har var eisini rúm fyri eini sterkari sosialari indigna­tión, sum er varðveitt og ment síðani. Hendan tíðin aldi fram lívslong vinarløg, hó­ ast vit fóru hvør sína leið út úr kjall­aranum í Varðagøtu í 1975 – fyri 43-44 árum síðani. Hetta er eisini tíðin, táið menn fara at hugsa um, hvussu lívið skal livast fram­ eft­ir. Vit ivaðust í, um ein so stór­ur og positivur originalur yvir­høvur kundi finna fljóðið, sum hóskaði til hansara frælsa tanka um lívsins viðurskifti. Brád­liga hendi kortini okkurt, og hann skeklaði saman við fryntligu havnargentuni Bea­ trice, sum hevur verið honum ein ómetaliga góð kona. Tey hava síðani stuðlað og skorað undir hvørt annað á fyri­mynd­ ar­ligan hátt, og mangur hevur sitið væl í heimi teirra í R. C. Effersøesgøtu 5 øll hesi árini. Bjørn var í øðrum ættarliði av uppreistrarfólki, sum ikki ynsktu at tosa ella at skriva á donsk­um til endaligu próv­tøk­ una í Hoydølum. Kortini slapst til lestur, men hóast hetta valdi hann at brúka eitt ar­ beiðs­ár á Stoypivirkinum hjá Brynjolfi, í Vestmanna, áðrenn hann í 1976 flutti niður til Keypmannahavnar, har hann fór undir løgfrøðilestur á Lærda Háskúla Keyp­manna­ havn­ar. Tað gekk sum smurt, og hann var longu liðugur við lesn­aðin í 1981. Ætlanin var at gerast advokatur, men slokan inn í fulltrúastørvini er trong, tí arbeiddi hann aftur á Stoypi­ virk­inum í Vestmanna eina tíð. Tað gjørdi hann eisini, táið Beatrice og hann giftust, tí var ein strofan, í til høvið yrktum sangi: “.......drekk um tú ert tyst­ur, tí nú giftist Føroya fyrsti stoypandi juristur.” Seinri hetta árið fekk hann starv í Líkningarráðnum, og frá 1982 var hann har í hálv­tíð­ ar­starvi, samstundis sum hann var hálvtíðarsettur advokat­ full­trúi hjá Mogens Birch. Í 1986 fekk hann mál­førslu­við­ ur­kenning – bestalling – sum advokatur. Birch doyði stutt eftir hetta, bert 72 ára gamal, og tá sat Bjørn einsamallur eftir á advokatskrivstovuni. Seinri allieraði hann seg við aðrar, og nú virka fleiri advok­ at­ar í húsunum í Bøgøtu, mið­ skeiðis í Tórshavn. Bjørn hevur ikki verið bang­ in fyri at siga sína meining, held­ur ikki í almenna rúm­in­ um. Hann er bersøgin av lyndi, dug­ir væl at skriva og áhald­ andi kritikkurin av orsøkini til kreppuna og handfaringina av hesi somu gjørdi, at han gjørd­ ist potentielt evni til politiska pallin. Hevði kanska ikki væntað, at Sambandsflokkurin gjørdist pallurin, til tað er tjóð­ skaparhjartað ov stórt, men hann streyk um tinggáttina í 1994 sum fyrst valdi tingmaður fyri Sambandsflokkin við 646 persónligum atkvøðum. Sum formaður í rættarnevnd løg­ tings­ins fór hann við fullari orku inn í uppruddingina í óskil­inum eftir hina miklu bú­ skap­arkreppuna, sum rakti bank­arnar og samfelagið í 1992. Kann ætla, at hann hevur und­irmett djúpu kon­servat­ ism­una í flokkinum, sum hann, og onkur annar, ætlaði at modernisera. Tað gekk ikki, har kom kuril á, eftir at for­ stokk­aða íhaldnið ikki lat seg flyta. Hann mynstraði av og lim­aði seg seinri úr flokkinum. Seinri gjørdist hann formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag. Flokkinum sum abbi hansara var tingmaður fyri fyrst í hin­ ari øldini. Øll hesi árini hevur hann altíð verið tøkur hjá føroyskum miðl­um, tá viðmerkingar skuldu gerast til ymisk sam­ felags­mál, serliga táið tey høvdu tørv á einum juridiskum sjón­arhorni. Tú fært ikki bara vinir av at vera opinskáraður og bersøgin í Føroyum, tvørt­ ur­ímóti, men Bjørn akslar síni skinn við sannleikan, og er har­við við til at halda stik­un­ um kring um sam­felags­strukt­ ur­arnar í “seyðahøgum” standi. Yrkisliga er advokatfelagið nú hansara heimabeiti, og hann kann møta í øllum rætt­ ar­instansum. Harumframt er hann svenskur generalkonsul í Før­oyum. Alt meiri av tíðini fer nú eisini til at vera um fam­ ilju, vinir og kenningar. Tey bæði Beatrice eiga tvey børn, Birg­it sum er løgfrøðingur og virkar sum slíkur á skriv­stov­ uni hjá pápanum, og hin al­ kendi listarmaðurin Heiðrikur á Heygum. Abbabørnini eru trý í tali. Bjørn er eisini sigl­ing­ ar­maður, og hevur hann sam­ an við vinum og kenningum siglt við seglum kring um tað mesta av norðara partinum av Eur­opu. Fyrst við Ljómi og nú við Beatrice Ann, sum vit sigldu heim úr Keyp­manna­ havn fyri hálvum øðrum ári síð­ani. Katrin Thomasen, sála, vænt­aði, at Bjørn fór at lesa søgu. Hann var sera væl út­bor­ in í so máta, longu tá vit byrj­ aðu í Hoydølum, og vest­menn­ ing­ar eru sannførdir um, at hann hevur fingið hesa kálv­ føð­ingina við køksborðið hjá Miu. Brynjolfur lærdi alvan at skilja, hvussu tær ymsu støð­ ur­nar vóru íkomnar í teimum kríggj­un­um, sum teir debatt­ er­aðu, og ofta gekst illa hjá Miu at fáa skaffigreiðirnar á borðið, tí feðgarnir brúktu be­ stikkið til at seta hermótini upp og flyta tey alt eftir um­ støð­unum og gongdini, tað veri seg í seinru styrjøldini og øðr­um orrustum ímillum tjóð­ ir á søgunnar slóð. Tað bleiv kortini jussurin. Í so máta hava vit eisini havt nógv samstarv, og hann hevur mangan verið mær góður í ávikum. Altíð tøkur í hinum endanum – á nátt sum á degi. Fríggjadagin 4. januar fyllir vestmenningurin Bjørn á Heyg­um 65 ár. Fari við hesum fáu orðum at ynskja tær hjarta­liga til lukku við árun­ um, og samstundis ynskja tær og tykkum eina bjarta framtíð. Tørvur er ikki á at biðja um meiri vinskap, hann finst ikki, og vissuliga, sum amen í kirkj­ uni, fer hesin at halda fram, hag­artil annar okkara fer um grav­armúlan. Higartil hevur hetta verið ein góð, undir­hald­ andi, gevandi og hugkveikjandi ferð, sum ikki fekk hesa eyka­ dim­ensiónina, møttust vit ikki á hvør sínum prutli uttanfyri Dreingjakostdeildina í Hoy­ døl­um - summarið 1972.