Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2019 · Nr. 3 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MINNINGARORÐ Minningarorð um mammu okkara  Almu Kristinu Askildsen f. 19 feb. 1935 - d. 24 aug. 2018 Mamma varð fødd og upp­ vaks­in í Klaksvík. Foreldur henn­ara vóru Elias Sofus Berg, ætt­aður úr Elduvík og Anna Elisa­beth Hansen, ættað úr Frammi­stovu á Norðoyri. Tey giftust í 1930 og búðu í Elduvík. Lias, sum abbi bleiv kallaður, var sjómaður, so í 1934 fluttu tey húsini til Klaks­ víkar. Tey fingu 4 børn: Eli fødd­ur í 1931, Alma í 1935, Arni í 1938 og ein systur í 1946, sum doyði, tá hon var fødd. Nú eru tey øll farin. Mamma tosaði mangan um barnaárini. Kríggj var og pápin sjó­maður og eingin visti, um teir fóru at koma aftur. Abbi var við skipum sum sigldu til ong­lands at selja fisk. Mamma minnt­ist, at hon fór upp í vind­ eygað á loftinum og royndi at hyggja, um ikki skipið við abba var at síggja. Lisa omma kom at vita, hví hon græt og mamma segði: ”Eg leingist so illa eftir pápa.” Hon mintist, at tey rýmdu út til Oyrar, til Karin Sybillu ommuna og  Justines abban, og á Klaks­ víks­máli segði hon, ”tí tey BOMB­AÐU í Klaksvík”, so tað var tryggari at vera úti á Oyri. Úti á Norðoyri búðu beiggjanir hjá ommu, Hans Jákup og Vikt­or.  Barnaheimið hjá mammu var í Gerðum, har búðu eisini systk­inni hjá ommu, Petra, Dánjal Jákup, Elsa Malena og Davida. So har vóru nógv systk­inabørn og familja. Tey vóru ógvuligani tætt knýtt.  Tuberklarnir fóru at ganga, og fleiri í familjuni hóraðu ikki undan. Mamma fekk sjálv smitt­una, men bleiv tíbetur ong­antíð sjúk. Viktor, sum var kom­in til giftingar við Oliviu, doyði bara 25 ára gamal. Davida doyði 34 ára gomul frá Emil og smágentunum, Alvildu og Valborg. So lívið var álvars­ ligt og deyðin ein verðuleiki. Hetta ávirkaði familjuna nógv.  Omma og abbi byrjaðu at ganga á møti í Betesda og komu til persónliga trúgv, og so­leiðis vaks mamma upp við at ganga í sunnudagskúla og á møti. Tá vóru umstøðurnar ikki sum í dag við ljósi. Tá var bara ein ljóspera mitt undan loft­inum. Í køkinum minnist hon mammu sína sita og lesa úr Nýggja Testamenti, sum tá var útkomið á Føroyskum. Um kvøld­arnar læs hon hart fyri okk­um øllum, og tá ið vit fóru til sonagar, bað hon og vit tóku orð­ini upp eftir henni.  Mamma greiddi frá á eini kvinnu­stevnu í Zarepta, at hon hugsaði nógv. Deyðin var so nær uppá, hon mintist ser­ liga eina nýggjársfest í Be­ tesda, har tey gjørdu ein pall, sum fólk var á, og hvussu tað fer at verða, tá Jesus skal koma aftur. Tey høvdu eina magn­et, so vit sóðu, hvussu tey sum vóru frelst, vóru tiki upp. Hetta talaði sterkt til henn­ara um at fáa vissuna um frelsu. Hon trúði, men var ikki heilt trygg. ”Eitt kvøldi á møt­ in­um, vóru so nógv sum vitn­ aðu, at har tók eg eina avgerð. Eg fór heim, legdi meg á knæ framm­anfyri seingini, takkaði Jesusi fyri at hann doyði á Golgata. Tá kendi eg friðin, og havi ongantíð ivast síðani. Tá var eg 15 ára gomul”, greiðir hon frá. Systkini hjá Lias abba vóru: Jóannes Berg í Funningsfyri, Marjus Berg við Gøtugjógv, Jó­ hanna Juul í Søldarfyri, Lena Jacobsen í Hvalvík, Johan Berg í Havn og Frederikka Sivertsen á Oyrabakka, tey fluttu seinni til Klaksvíkar. Omma mammu, Anna Malena, búði síðstu árini í Klaksvík.  Abbin Jens var deyð­ur nøkur ár framm­an­und­ an. Omman kom norð við dóttr­ini Frederikku, kallað Drikka, og búðu tey øll inni hjá ommu og abba, til tey keyptu hús­ini Hjá Petru og Hans, sum fluttu til Havnar. Tá mamma var 17 ár, flutti hon til Havnar, og fekk hús­ pláss hjá Ruth og Marius Rubbek­sen á Pisuvarða. Seinni fekk hon húspláss hjá familj­ uni, Hans Joensen. Hon tosaði mang­an um tey og tað gomlu omm­una, Annette, sum var í hús­inum har. Mamma fór bein­anvegin at ganga á møti í Eben­ezer saman við systk­ina­ barn­inum Daisy. Tær blivu doypt­ar og fóru at syngja í Eben­ezer kórinum. Ì 1953 var mamma 18 ár. Tá rann saman millum hana og babba, sum eisini sang í kórinum. Babba, Jens Askildsen, var úr Havn, sonur Sunnevu Frederikku Gutte­sen, úr Havn og Olaf As­ kild­sen, úr Kristiansand. Seinni fekk hon arbeiði sum ek­spetrisa í handlinum hjá Mariu Poulsen. Arnfinnur Set­ berg og Zacharias Zach­arias­ sen lærdu til rør og blikksmið har. Ein dagin kom ein vøkur Havna genta, Jacobina Samuel­ sen, seinni Setberg, at ar­beiða har, og tær báar blivu góð­ar vin­konur. Ì 1958 fóru mamma og Jacobina í Ull­vøru­húsið at ar­beiða. Hetta vin­ar­lagið førdi við sær, at Jacobina og Arn­ finnur hava verið sum fam­ilja hjá okkum. Veit at mamma og Jacobina dagliga tos­aðu sam­ an.  Mamma og babba bygdu sær hús úti í Grønlandi, sum tað at tá og giftust 24. maj 1958. Tey fingu Eyðgerð í 1959, Odd­ vør í 1963 og Brynleif í 1971. Mamma arbeiddi heima øll ár­ ini vit vóru børn.  Ì január 1964 selja omma og abbi húsini í Klaksvík og flyta til Havnar. Omma, abbi, Eli, Arni, Àsla og børnini, búðu  øll inni hjá okkum í 22 mánaðar, til tey fluttu í hús. Babba var sjómaður. Tók skip­araprógv og sigldi tey fyrstu árini. Men eftir at hann var giftur, fór hann at arbeiða á landi. Hann lærdi til múrara hjá Petur Simonsen í Havn og ar­beiddi sum sjálvstøðugur múr­ari í nógv ár. Mamma og babba vóru sera virkin í samkomuni á nógvan hátt. Serliga var tað sangkórið, og tá Zarepta varð bygt. Tá vóru boð eftir babba og eg minn­ist, hvussu vit sum fam­ ilja, vóru í vikur har og ar­ beiddu. Minnist væl, tá vit búðu í Sørvági hjá Elsu og Bryn­leif. Tá legurnar byrjaðu, vóru tey oftast leiðarar og hjá gentu /dreingjaliðum. Men tey nógvu seinnu árini, starvaðist mamma í køkinum. Babba andaðist brádliga, 31. Mars 1989, bert 61 ára gamal. Tað varð ein sjelkur fyri okkum øll. Mamma sum bert var 54 ár tá babba doyði, fall tó ikki í fátt, men fekk arbeiði á Blinda­ stovn­inum, nú Sjóndepilin. Ar­ beiðið hjá henni var at vera  hús­móður, hetta kláraði hon sera væl, hon elskaði sítt ar­ beiði og tey blivu øll sum henn­ar familja og gekk hon upp í arbeiðið við lív og sál. Sangkórið í Ebenezer var eitt av hennara hjartamálum. Hon elskaði at syngja og var eis­ini uttanlanda fleiri ferðir við kórinum. í Aberdeen, Lond­ on, Rumenia og Ìsrael. Nú hon and­aðist hevði hon verið í Ebenezer kórinum í 66 ár.  Mammu dámdi væl at gera handarbeiði. Minnist sum barn, at hon seymaði klæðir og bant troyggjur til okkum øll. Seinni fór hon í kvøldskúla og gjørdi føroysk klæðir til børn­ ini og ommbørnini. Mammu dámdi væl at baka og gera mat, so ringdi hon og bað okkum koma, tí nú hevði hon baka, kóka syltetøj ella gjørt frikadellur. Hon elskaði og livdi fyri sína familju. Hon átti 3 børn, 7 ommubørn og 4 langommubørn.  Sálmur 127,3: “Børn eru gáva Harrans, lívsfrukt er løn. Tvær vikur áðrenn hon doyði, kendi hon seg illa og var ógvuliga móð. Vit hildu at tað var blørubrunin sum var komin aftur. Men eftir fleiri kanningar varð okkum greitt, at hon var sjúkari en vit grunaðu. Tá lýst var til Kvinnustevnu, var mamma altíð klár.Ringdi og avtalaði um tekning, og gleddi hon seg at síggja allar aftur. Ì ár var tó ørvísi, 7 septembur, skrivar Jenny Samuel­sen. Gòða Alma. Nú tú farin ert um sýn,  Leita tankarnir til tín  Her vit samfelag og Orðið ynna,  Plássið títt vit tòmt her finna, Sakna teg vit allar gera,  Jesus vildi so skal vera,  fyri alt vit takka allar,  flutt tú ert til betri Hallar.  Við heilsan, holdið á Zarepta, Thora, Solgerd, Katrin, Lisbeth, Malla, Lina, Selma og Jenny.   ”Góða mamma, hevur tú nakr­ antíð hugsað um teg sjálva, sum eina gávu. Bíblian stað­ festir at tað ert tú: Tá tú vart fødd, vart tú ein gáva til mammu tína, pápa tín og beiggjar tínar. Ommur og abbar tínar og familjuna. Seinni til babba, okkum børn­ ini, svigarbørn, ommubørn og lang­ommubørn. Tú ert ein gáva, sum Harrin hevur lagt til rættis á tíð­ar­ innar morgni. Hann hevur álit á tær, sum Sínari gávu. Lívið hjá tær hevur verið at liva fyri okkum, tíni kæru. Tú hevur elskað okkum og gingið uppí okk­um við lív og sál. Ongantíð hev­ur tú gloymt at fortelja okkum um hvussu nógv Jesus elskar okkum og at Hann gav lív Sítt á krossinum fyri okk­ um. Góða mamma vit takka tær, fyri alt tú vart fyri okkum øll, og vit vita, at vit skulu síggjast aftur í Himlinum.” Eyðgerð, Oddvør og Brynleif.