týsdagur 8. januar 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. desember 2019 · Nr. 3
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Andlát
Okkara kæri maður, pápi og verpápi
Aage P. Olrik
andaðist tann 29. desember 2018, 85 ára gamal.
Aage var sonur Olevu Poulinu Petersen
úr Koytu á Sandi.
Jarðarferðin verður úr Egebæksvang Kirkju
í Espergærde fríggjadagin,
tann 11. Januar 2019 kl. 11.00.
Elskaður og saknaður.
Christa, Marianne, Birgitte og Peter
Starvslýsing til
eldrasambýlið Vesturstova
Søkt verður eftir heilsurøktara/heilsuhjálpara til eldra
sambýlið Vesturstova í Fuglafirði
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólk, og fyri at skapa
teimum góðan og virknan gerandisdag, so er tað
møgu liga tær vit leita eftir.
Talan er um starv á fulla ella niðursetta tíð, at arbeiða í
skiftandi vaktum. Starvið er at byrja 15. februar 2019.
Krøv til førleika
•
Útbúgving sum heilsurøktari / heilsuhjálpari.
•
Góð samstarvsevni.
•
Góð evni at samskifta í skrift og talu.
•
Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum.
•
Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran,
fyribyrgjan og endurvenjing.
•
Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá
borgarum í samstarvi við borgaran.
•
Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum.
Vit kunnu bjóða tær
•
Eitt framtakshugað arbeiðspláss, góðar arbeiðs
umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
•
Gott samstarv við onnur fakfólk.
Áhugaði, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu
venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara
á tlf. 73 02 32.
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu verða okkum í hendi, áðrenn týsdagin
22 januar 2019 á middegi.
Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu send
ast til nand@eystur.fo ella til:
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta
EG VEITI KISTUR UM ALT
LANDIÐ, SAMA DAG
Tær vanliga brúktu kistur við
hvítum og gull krossi á lokinum
+298 51 30 70 sh@sh.fo www.sh.fo
Tøkk
Vit bæði vilja av hjarta takka øllum tykkum, sum
vóru við til at gera okkum Gullbrúdleypsdagin
ógloymandi frá byrjan til enda
Takk fyri alla hjálp, takk øll tit, sum hátíðarhildu
dagin saman við og fyri okkum
1000 takk øll sum ein.
Somuleiðis ynskja vit øllum
eitt eydnuberandi nýggjár
Heilsan Birgit og Hegga
Tøkk
Eg vil hervið takka øllum hjartaliga,
sum gleddu meg við heilsum, gávum og blómum
á 90 ára føðingardegi mínum.
Eg ynski tykkum øllum eitt gott
og eyðnuríkt nýggjár
Bestu heilsur
Inga Mortensen
Sjóndepilin søkir
eftir ergoterapeuti
Søkt verður eftir ergterapeuti til Ráðgevingina í fast
starv við 40 tímum um vikuna.
Sjóndepilin hevur tríggjar sjálvstøðugar eindir:
Ráðgevingin og Dagtilhaldið á Íslandsvegnum og
varda Verkstaðið á Traðabrekku.
Ráðgevingin er fyri alt landið og eru tveir
ergoterapeutar á økinum. Við endamálsorðingini
“hjálp til sjálvhjálp” verður tænastan løgd til rættis
eftir ynski og tørvi hjá einstaka borgaranum, sum
kemur til ráðgeving orsakað av skerdari sjón.
Starvið umfatar m.a.:
•
roynd av hjápartólum
•
skriva umsóknir og málsviðgera
•
frálæra í dagligari lívsførslu
•
heimavitjan og frálæra í nærumhvørvinum
•
vegleiða avvarandi
•
frálæra í samband við skeið og kunnandi
virksemi
•
vegleiðing av øðrum fakbólkum
•
ábyrgd av hjálpartólum innan sjónøkið
Krøv til fakligar førleikar:
•
útbúgvin ergoterapeutur
•
hollan kunnleika til teldu og journalskipanir
•
kunnleika til samskiftistól
•
søkin og stinn(ur) á tøkniliga økinum
Krøv til persónligar førleikar:
•
jalig(ur) og tolin
•
evnir at læra frá sær
•
góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi
•
evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin
•
forvitin og søkin til nýggjari tøkni á
hjálpartólaøkinum
•
hevur koyrikort
Sjóndepilin bjóðar:
•
fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar
•
atlit og arbeiðshættir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið.
Starvið verður sett frá 1.mars ella eftir nærri avtalu.
Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu vera
okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21.januar
2019.
Umsóknir skulu sendast til:
Sjóndepilin
att. Leiðarin
boks 2074
FO-110 Tórshavn
Teldupost: kak@sjondepilin.fo
Eru fyrispurningar, kunnu tit ringja á tlf. 31 82 22 og
spyrja eftir leiðaranum.
Meira kunning á www.sjondepilin.fo