Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. desember 2019 · Nr. 3 www.floghavn.fo Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og frá útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya Landsstýri frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya Landsstýri eigur. Vága Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini, eftir at lendingarbreytin varð longd, og nýggj Farstøð varð bygd. Hjá Vága Floghavn starvast 40 fólk, meðan tað hjá øllum virkjum, sum halda til á flogvøllinum, starvast út ímóti 200 fólk. FLOGTRYGDARLEIÐARI TIL VÁGA FLOGHAVN Starvið Ynskir tú at verða við til at menna føroysku flogferðsluna, so hevur tú nú møguleika at søkja eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum mennist við rúkandi ferð. Flogtrygdarleiðarin umsitur trygdarøkið (altjóða heitið er security) og flogtrygdarøkið (altjóða heitið er safety). Sum flogtrygdarleiðari hevur tú beinleiðis tilvísing til stjóran og verður partur av leiðsluni í Vága Floghavn. Tín høvuðsuppgáva verður at útgreina kunning og krøv frá myndugleikunum til tess at tryggja, at Vága Floghavn til eina og hvørja tíð lýkur øll myndugleikakrøv, hvat flogtrygd viðvíkjur. Tínar uppgávur verða m.a. • Útbúgva og menna starvsfólk • Innanhýsis og uttanhýsis frágreiðingar • Skapa skilagott samstarv og samskifti millum leiðslu, starvsfólk og aðrar áhugabólkar • Leggja tilrættis, seta í gongd, fylgja við og fylgja upp í mun til krøv og treytir settar av myndugleikunum • Umsita og menna serligu flogtrygdarskipanina á flogvøllinum (Flogtrygdarpolitikk, -málsetningar, -mannagongdir, -undirvísing, - v.m.) • At leiða menningarverkætlanir innan flogtrygdarøkið • Gera trygdarætlanir og váðametingar • Viðgera innan -og uttanhýsis frágreiðingar frá teimum ymisku aktørunum, ið virka á Vága Floghavn. Persónligir førleikar • Tú ert liðleiðari við góðum samstarvsevnum, sum støðugt mennir liðavrikini • Tú virðir tað at finna røttu loysnina grundað á nágreiniligar fyrireikingar • Tú ert før/ur fyri at savna leiðslu og starvsfólk í mun til felags avbjóðingar, og harvið tryggja best møgulig úrslit • Tær dámar at skapa best møguligu tænastuna, bæði til kundarnar og innanhýsis í Vága Floghavn • Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast betur og skjótari. Yrkisligar førleikar • Miðallanga ella hægri útbúgving innan verk- frøði ella aðra líknandi útbúgving og royndir • Leiðsluroyndir frá líknandi starvi • Góðan kunnleika at leggja tilrættis og fyriskipa • Góðan teldukunnleika • Góðar skrivligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sum skjótast. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag, ella eftir nærri avtalu. Umsóknir Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Gudny Langgaard, á telefon 78 44 00, ella við at skriva teldupost til gula@fae.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 13. januar 2019. Umsóknin skal sendast til Vága Floghavn P/F Flogvøllurin 380 Sørvágur Viðmerk: Flogtrygdarleiðari, ella sum teldupost til umsokn@fae.fo Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn