hósdagur 10. januar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
- Fólk í leiðandi størvum
í privata vinnulívinum
aftra seg við at stilla
upp til løgtingsval, tí
starvið sum tingfólk er
ikki kappingarført við
leiðandi størv, segði
Gudny Langgaard, stjóri
í Vága Floghavn í vikuni
við Kringvarpið og hevur
hetta elvt til heitt kjak í
miðlunum.
Nógvur vindur í vikuni elvdi
til, at ein hvirla tók ein
buss 30 metrar av vegnum
við Hov í Suðuroynni.
Eingin persónsskaði stóðst
av hendingini.
Deyðsboð komu í vikuni
um kenda klaksvíkingin,
Jógvan á Høvdanum
yngri. Hann gjørdist 39
ára gamal.
Borgarstjórarnir í
Suðuroynni vilja hava
fast samband millum
Suðuroynna og Skotland.
Tað varð tikið upp á fundi
millum borgarstjórarnar
og landsstýrið í vikuni.
- Havnin er ikki til reiðar
at taka ímóti ferðsluni
frá Eysturoyartunlinum,
sigur Kára á Dunga,
stjóri í Betri Heim.
Árant Adriansson er
settur sum fyribilsstjóri á
Landsverki.
Løn
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
føroyingar
eru til
arbeiðis í
januar í ár
27.027
Er lønin hjá tingfólki
ein høg ella lág løn?
Tað er spurningurin,
sum hevur verið nógv
umrøddur hesa vikuna.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Eitt nærum samt løgting hevur farnu fjórðingsøldina skapt eina vællønta,
priviligeraða stætt við teimum almennu partafeløgunum. Og nú vil henda
priviligeraða stætt ikki stilla upp til sama løgting, tí tað er ov illa lønt. Vit
sum mistu rættindi orsaka av teimum somu almennu partafeløgunum
kunnu bara staðfesta: "Sometimes life is a sarcastic bitch"
Fríggjadagin verður lot til
andøvsgul av norði og landnyrðingi,
3 - 8 m/s. Seinni snarar hann í ein
landsynningin og sunnan, og tað
verður 5 - 10 m/s. Skýggjað og regn
í støðum. Um kvøldið andøvsgul
upp í ein strúk av suðri, seinni av
vestri, 8 - 13 m/s. Skýggjað og
regn, hitin millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp
í ein strúk av útnyrðingi, sum seinni
snarar í ein norðan, 8 - 13 m/s,
í støðum upp í hvassan vind, 15
m/s. Møguleiki er fyri sólglottum,
tó tað eisini fer at regna gjøgnum
dagin, og møguleiki er fyri vátakava
ella kava. Hitin fer niður á millum
frostmarkið og 4 stig, um náttina
millum frostmarkið og trý kuldastig.
Leygardagin verður andøvsgul upp
ein strúk av vestri og útnyrðingi,
8 - 13 m/s. Skýggjað fyri tað mesta
og regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
3-8 m/s
8-13 m/s
Eitt ógvusligt kjak hevur tikið seg upp
um lønirnar hjá tingfólki.
Kjakið tók seg upp eftir at stjórin
í Vága floghavn í Degi og Viku segði,
at lága tingmannalønin fær tey hægri
løntu í samfelagnum at sleppa sær
undan at stilla upp.
Á sosialu miðlunum halda nógv,
at fyri tað fyrsta er lønin – um 40.000
krónur – ikki nøkur beinleiðis lág løn
og fyri tað næsta, so halda nógv, at
lønin eigur ikki at vera avgerandi fyri
fólk, sum vilja stýra Føroyum.
Ája!
Vit hava nógv at taka støðu til
í Føroyum og í ár skulu vit eisini
taka støðu til, hvør skal sita fyri
borðendanum í Tinganesi næstu fýra
árini.
Vit skulu eisini taka støðu til, hvussu
Føroyar hava loyst seg frá oljuni í
2030. Hetta er galdandi fyri alla orku
á landi, men tey sum fylgja eitt sindur
við halda, at hesin málsetningurin er
settur høgt, uttan møguleika at røkka,
tí so nógv av tíðini fer upp í tos.
Skulu vit megna at fáa hetta gjørt,
so er neyðugt at ferð verður sett á
verkætlanina. Tað er nóg mikið av
forðingum fyri at fáa hetta gjørt, so
hugburðurin hjá okkum øllum má
broytast, skulu vit røkka málinum,
almennu Føroyar hava sett sær.
Fyri tað skal henda, so má onkur
ganga og hesin onkur eru politikarar
og almennir myndugleikar. Veit væl,
at summi gera eitt megnararbeiði
á økinum, men tey mugu fáa meira
stuðul.
Ája!
Hesa tíðina á árinum liggur
ferðavinnan í breiðum høpi still, hóast
ferðafólk síggjast í gøtunum nú eisini.
Men tað er í ljósum tíðum at
ferðafólkini leita hendan vegin. Tað
sær út sum Visit Faroe Iszlands hava
eydnast at vekja altjóða áhuga fyri
Føroyum. Seinast sást tað í Financial
Time, har fólk í vinnuni mæltu fólki
at vitja Føroyar – eitt áhugavert og
spennandi ferðamál.
Sjálvandi er tað fyrst og fremst
føroyska náttúran, sum vekir áhugan
kring heimin. Men ferðavinnan
megnar eisini at seta onnur lokkandi
tilboð á dagsskránna, sum ger Føroyar
uppaftur meira spenandi.
Løgmaður nevndi í nýggjársrøðu
síni, at føroyska samfelagið hevur
flutt seg og at vit eru meira opin og
nýmótans, bert sett í mun til føroyska
samfelagð fyri fáum árum síðani.
Vidt eiga sjálvandi at smíða meðan
jarnið er heitt, men vit mugu ikki
gloyma, at alt við ferðavinnuni er
burðardygt.
Eitt annað, sum vit eiga at
tryggja okkum, er, at vit
eiga at fáa eitt sindur
burturúr fremmanda
vitjanunum,
so
tað ikki bert eru
útlendingar, sum
tjena uppá okkum.
Í
m o r g i n
hittast bøndur og
óðalsfólk at tosa
um spurningin í
Kollafirði.
Kanska kemur
okkurt gott hugskot
fram har.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Um orðið sigur Sprotin:
Løn
gjald, samsýning fyri
arbeiði el. tænastu; sms. t.d. bjargingar-, dag-
, eftir-, finningar-, fjall-, heiðurs-, minsta-, ómaks-, takkar-
Visti tú?
at - Fyrsta
tekan í Føroyum
varð skrásett
beint fyri
nýggjár?
8-13 m/s