Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 5 T að verður ein s t ó r ­h e n d i n g inn­an føroyska hárfríðk­anar­ yrkið, tá danska deildin av   Intercoiffure hetta viku­skiftið heldur sína ár­ligu nýggjárskongress í Før­oyum, skriva fyri­ reikar­arnir í tíðindaskrivi. Altjóða felagsskapurin Intercoiffure, sum hevur um­leið 3.000 limir í 55 lond­um, er heimsins fyrsti og fremsti felagsskapur innan hárfríðkan og limir­nir teljast millum heim­sins fremstu frisørar. Norður­lond, harímillum Dan­mark, eru eisini við í felagsskapinum, og hetta vikuskiftið held­ur danska deildin av Inter­coiffure sína árligu nýggj­árs­ kongress í Føroyum. At kongressin nú verð­ ur í Føroyum, er ikki av til­vild. Fyri seks árum síðani bleiv Mariann Klein Ivans­ dóttir, sum eigur salong­ ina Royal Inter­coiffure í Havn, fyrsti og higartil ein­asti føroyski limur í Inter­coiffure. – Fyri tveimum árum síðani bleiv eg so eisini Art Director í danska Inter­coiffure, og tað var um hesa tíðina, at tey fóru at tosa um at skipa fyri onkr­um í Føroyum, sigur Mariann Klein Ivansdóttir. Og nú tvey ár seinni er klárt hjá 80 av fremstu fólk­um innan hárfríðkan í øllum Norðurlondum at koma við Atlantsflog til Føroyar á kongress. Tí sjálvt um talan er um kon­gress hjá donsku deild­ini av Intercoiffure, er vanligt, at umboð úr hin­um Norðurlondunum eisini eru við. Kongressin byrjar fríggja­dagin 11. januar og endar sunnudagin 13. januar. Men hvat merk­ ir tað fyri Føroyar, at so nógvir av fremstu frisør­ um í Norðurlondum koma henda­vegin? – Hetta er ein gyltur møgu­leiki hjá okkum at vísa, hvat vit duga. Før­oyskir frisørar fara at sýna hár fram, og hetta fer at varpa ljós á Føroyar og fakið í Før­ oyum og á Føroyar sum mótadestinatión. Og tað hevur eisini týdn­ing fyri okkum at vera við í norðurlendska sam­starvi­ num, sigur Mariann Klein Ivansdóttir. – Tey koma higar at upp­liva tann íblásturin, sum vit í Føroyum fáa í okkara yrki. Og fyri meg eru Føroyar ein stórur íblástur í so máta. Um eg ikki hevði Føroyar, hevði eg ikki havt eins nógv at geva av, sigur Mariann Klein Ivansdóttir. FREMSTU FRISØRAR Í NORÐUR­LONDUM SAVNAST Í FØROYUM Hetta vikuskiftið hevur Intercoiffure Danmark sína árligu kongress, sum hesaferð er í Føroyum. Umleið 80 fólk úr øllum Norðurlondum eru við á kongressini, sum av álvara kann seta Føroyar á heimskortið, tá tað ræður um hárfríðkan Frá kongressini hjá danska Intercoiffure í fjør. Næstuttast høgrumegin á myndini er Mariann Klein Ivansdóttir Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum MIÐFLOKKURIN MIÐFLOKKURIN HEVUR LANDSFUND Í SKÓTAHÚSINUM VIÐ LØKIN LEYGARDAGIN 26. JANUAR KL. 09.00 Á fundinum fara framstandandi fólk í samfelagnum at viðgera VINNUPOLITIKK BÚSTAÐARPOLITIKK SAMFERÐSLUPOLITIKK Miðflokkurin bjóðar seg fram at stýra samfelagnum eftir komandi val við ítøkiligum politikki í øllum samfelagsviðurskiftum. VINNAN Miðflokkurin hevur ítøkiligan politikk fyri, hvussu vinnan og almenni myndugleikin ganga hond í hond at byggja land. Miðflokkurin átalar, at sitandi samgonga málar fíggindamyndir av dugnaligum vinnulívsfólki og setir kílar í millum samfelagsbólkar. Á landsfundinum fer ein av fremstu vinnulívsmonnum okkara at geva sítt boð uppá, hvussu vit við góðum vinnukørmum menna føroyska búskapin komandi 20 árini. BÚSTAÐUR Miðflokkurin hevur ítøkiligar loysnir fyri, hvussu fólk skjótt og rætt vinna á bústaðarneyðini. Miðflokkurin undrast yvir, at samgongan ikki setur á stovn ein almenna bústaðarbanka, sum hevur sum fremstu uppgávu at bjóða út laðaliga fígging til bústaðir kring alt landið. Á landsfundinum fer serfrøðingur innan bústaðarpolitikk at greiað frá sínum hugsanum um, hvussu vit kunnu reka ein skilagóðan bústaðarpolitikk. SAMFERÐSLAN Miðflokkurin heldur, at meiri ferð skal setast á at úgbyggja undirstøðukervið. Tað gevur onga meining at goyma skattaborgarans pening í útlendskum virðisbrøvum, tá peningurin kann setast í undirstøðukervið og harvið skapa samfelagsmenning og livilíkindi fyri afturútsigld økir í landinum. Besti máti at framtíðartryggja samfelagið er skapa góð livilíkindi kring alt landið við at útbyggja undirstøðukervið. Kom við á landsfund hjá Miðflokkinum, sig tína hugsan og ger tína ávirkan galdandi.