hósdagur 10. januar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
E
in illveðursdag í novem
ber fyri góðum fýra
árum síðani var gøtu
maðurin,
Marstein
Thomsen, fyri einari hending,
sum kollvelti lív hansara. Sum
útbúgvin pedagogur vildi hann
á heysti 2014 royna okkurt
nýtt og fór tí ein túr við ein
um føroyskum fiskiskipi. Tá
hann fór sín triðja túr seint
í november mánað,
visti hann ikki, at
hetta fór at
blíva hans
ara síðsti
t ú r u r
t i l
sjós. Ein skaði umborð gjørdi,
at lívið hjá gøtumanninum
broyttist fyri altíð. Hóast
hann í dag enn hevur mein av
skaðanum, hevur hann lært
at liva við árinunum, og hann
hevur meira mót uppá lívið enn
tey flestu.
Út á dekkið í ódnarveðri
Tað er kvøld, veðrið er ringt, og
Marstein Thomsen gongur úti á
dekkinum og tekur sær av
nøkrum smátingum. Knappliga
kemur nógvur sjógvur umborð.
Hann verður kløkkur, megnar
ikki at standa ímóti kraftini og
verður tikin við sjónum.
- Eg reyk aftur og fram á
dekkinum saman við sjónum.
Tað einasta, eg hugsaði, var at
bjarga mær sjálvum og taka
fatur í rekkverkið. Tað snúði
seg bara um at yvirliva, fortelur
40 ára gamli Marstein Thomsen.
Sjógvurin var sterkari enn
hann, og hann bleiv
syftur inn í okkurt á
dekkinum og fekk
ein
dyggan
b r e s t
á
høvdið.
- Aftaná
eina løtu klári
eg at reisa meg
upp aftur, og tað
fyrsta, eg geri, er at fáa
mær eitt brúsubað. So fari eg inn
og leggi meg,
og eg minnist,
at eg var nokkso
høvuðtungur tá. Tá eg
vakni aftur nakrar tímar seinni,
detti eg úr koyggjuni.
Blóðtøpp í heilan
og undir skurð
Manningin varnast nú, at okkurt
álvarsligt er á vási. Teir gera
skjótt av og ringja eftir lækna
hjálp, meðan Marstein situr
fjálturstungin í koyggjuni og
bíðar eftir at fáa onkran at stað
festa, hvat tað er, sum er hent
honum. Báturin liggur nú mitt
millum Hetland og Føroyar, og
tað er eitt ivamál, um Marstein
skal sendast til Føroya ella til
Onglands. Niðurstøðan verður,
at tað er best at flúgva hann
heim til Føroya.
- Á Landssjúkrahúsinum
finna tey útav, at heilin er hovn
aður. Tá eg smekkaði høvdið í,
var ein æðr, sum leiðir ilt upp
til heilan, komin í klemmu. Tað
byrjaði sum
eitt lítið sár, men sárið var
hovnað so mikið nógv, at æðrin
tiptist. Tá heilin ikki fær nóg
nógv ilt, hovnar hann, og trýstið
á heilan kann gerast so stórt,
at mann í síðsta enda kann
doyggja. Tað minnir sera nógv
um at fáa ein blóðtøpp, greiðir
Marstein Thomsen frá.
Tað einasta, sum nú kann
gerast, er at skera eitt petti av
kraniumplátuni burtur fyri at
lætta um trýstið á heilan. Hann
verður tí flogin til Danmarkar,
har hann verður innlagdur á
Ríkissjúkrahúsinum til umfat
andi skurðviðgerð.
- Læknarnir skóru eitt petti
av húðini í skallanum hjá mær
av fyri at sleppa inn til skøltin.
Eitt petti av kraniumplátuni
bleiv tikið úr og fryst niður, og
tað bleiv ikki sett í aftur, fyrr enn
PERSÓNSSØGA
Fekk skaða umborð:
Fyri trimum mánaðum síðani
fingu Marstein og Louise ein son
- LÍVIÐ ER ENN
VERT AT LIVA
- Eg reyk aftur og fram á dekkinum. Tað einasta, eg hugsaði, var at bjarga
mær sjálvum. Soleiðis sigur 40 ára gamli Marstein Thomsen, sum fekk
álvarsligan skaða umborð á fiskiskipi í 2014. Mentalt er hann komin væl
fyri seg, men hansara gerandisdagur er enn merktur av avmarkingum