hósdagur 10. januar 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
7
trýstið á heilan var normaliser
að. Inntil tá gekk eg við hjálmi
sum vernd fyri heilan. Tá nakrir
mánaðir vóru farnir, varð plátan
skrúvað fast aftur. Tá varð eg
viðmældur at vera sera ansin,
soleiðis at einki nerti við heilan,
sum nú onga verju hevði longur,
fortelur Marstein.
Lamin og viljasterkur
Tá mann hevur fingið slíkan
blóðtøpp í heilan, verður tað
viðmælt at venja so nógv sum
gjørligt beinanvegin fyri at fáa
tey best møguligu úrslitini fyri
framtíðina. Tí verður Marstein
aftaná viðgerðina á Ríkissjúkra
húsinum fluttur á endurmenn
ingardepil. Tilsamans liggur
hann innlagdur til intensiva
endurmenning í 10 mánaðir.
- Eg var øgiliga skroypiligur
og kundi einki gera. Øll mín
vinstra síða var lamin. Eg kundi
sita í songini, men ikki í einum
stóli, tí eg hevði so ringa balansu.
Yvirblikkið og sjónin sveik ser
liga fyrstu tíðina, men mín for
nuftur var allatíð til staðar.
Á endurmenningardeplinum
skuldi hann eitt nú læra seg at
standa uppi aftur. Og tað er ikki
bara sum at siga tað eftir slíkan
umgang, men tá er lyklaorðið:
viljastyrki.
- Mann fær nakað, sum eitur
heilamøði, sum ger, at mann
einki orkar. Í byrjanini var eg
bara vakin nakrar heilt fáar tím
ar, áðrenn eg bleiv móður aftur.
Fyri at vinna á hesum ræður
tað simpulthen bara um at
hava viljastyrka, sigur Marstein
Thomsen.
Enn somu persónligheit
Mentalt er Marstein Thomsen
komin sera væl frá skaðanum,
sum hendi fyri góðum fýra ár
um síðani. Men tann dagin í
dag, hevur hann enn fleiri av
bjóðingar, sum hann stríðist við.
Hann hevur mist vinstru síðu av
sjónarringinum, sum eitt nú ger,
at hann kognitivt hevur trupult
við at hava yvirblikk.
- Tað er serliga ein avbjóðing,
tá eg komi til nýggj støð. Eg
brúki tískil eitt sindur longri
tíð enn onnur at orientera meg
– serliga í ferðsluni.
Gøtumaðurin á fortelur, at
árinini frá skaðanum einans
eru fysisk.
- Tað eru summi, sum broyta
persónligheit av slíkum, men
tað havi eg ikki. Persónligheitin
er tann sama. Men eg havi ikki
samband við mína vinstru hond,
og sambandið við vinstra beinið
er avmarkað. Hóast eg fái gingið,
gangi eg ikki líka sum fyrr.
- Kanska tað verður betri, men
eg vænti ikki, tað verður so nógv
betri. Tey stóru framstigini eru
longu hend, so nú gongur longri
ímillum framstigini, sigur Mar
stein Thomsen.
Hann hevur nøkur hjálpar
amboð, men vil helst sleppa frá
at brúka tey.
- Eg geri alt tað, sum eg kann,
uttan hjálparamboðini. Men tað
nyttar ikki altíð at vera treisk
ur, og tá eg viðurkenni, at eg ikki
klári okkurt uttan hjálparam
boðini, so brúki eg tey. Eg havi
fingið bjóðað blindastav, men eg
haldi meg klára meg væl uttan.
- Eg og konan eru
eitt felagsprojekt
Eitt ár áðrenn ólukkuna umborð
møtti Marstein Thomsen
kvinnuni, sum vísti seg at blíva
kvinnan í hansara lívi. Hon
hevur frá byrjan til enda verið
honum hansara allar størsti
stuðul, og tað er einki, sum tey
bæði ikki klára at koma ígjøgn
um saman.
- Eg og konan hava valt, at vit
bæði eru eitt felagsprojekt. Vit
skulu bæði vera í hesari støðuni.
Vit hava brúkt nógva tíð uppá at
tosa um, hvat vit bæði vilja við
- Tað eru konan og børnini,
sum gera, at lívið er vert
at kempa fyri, sigur
Marstein Thomsen
Marstein
Thomsen
giftist konu
síni, Louise,
nakað aftaná
skaðan
Summir dagar hugsi
eg, hvussu deiligt tað
hevði verið at gjørt alt
tað, sum eg gjørdi fyrr