Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 8 PERSÓNSSØGA lívi­num, tá tað kemur til okkara hjúna­band og familju, soleiðis at vit bæði trekkja sama veg. Hon hevur verið ótrúliga sterk, og saman eru vit enn sterkari, for­ telur hann. Hjúnini eru komin til greiðar niður­støður um, hvat tað góða lívið veruliga snýr seg um. - Lívið steðgar ikki, bara tí mann hevur fingið nakrar av­ bjóð­ingar. Lívið er enn vert at liva. Vit liva bara lívið uppá okkara máta og síggja tað stóra í tí smáa. Okkum tørvar ikki at hava allar møguleikar, sum frísk hjún hava, og virðismeta teir møguleikar, vit hava, sigur Mar­stein og tekur samanum: - Støðan kundi jú verið nógv verri, og fleiri hava tað verri enn eg. Tað setur tingini í perspektiv fyri meg. Giftust og fingu ein son At lívið heldur fram, hóast mann frá degi til annan missir nógv­ar fyritreytir fyri gerandis­dag­in, er Marstein Thomsen eitt livandi dømi um. Tí síðan hann varð út­ skrivaður frá endur­menn­ingar­ deplinum er nógv hent. Hann og konan eru blivin gift, og saman hava tey keypt sær hús uttan fyri Odense á Fjóni. Og fyri trimum mánaðum síðani fingu tey ein son. Saman við soninum, sum konan hevði framman­undan, eru tey nú ein familja uppá fýra. - Tað eru konan og børnini, sum gera, at lívið er vert at kempa fyri. Summir dagar tyngri enn aðrir Marstein Thomsen minnist aftur á gamlar dagar, tá hann var frískur. Tá dámdi honum væl at vera fysiskt aktivur og at vera úti í føroysku náttúruni. - Sjálvandi eru tað tíðir, har mann vildi ynskt, at mann kundi farið út og runnið ein túr. Eg havi verið á nógvum rennitúrum sum yngri og elskaði at sparka og vera úti í náttúruni. Summir dagar kunnu vera tyngri enn aðrir, tá eg hugsi um, hvussu dei­ligt tað hevði verið at gjørt alt tað, sum eg gjørdi fyrr. Men sovorðni ting bera snøgt sagt ikki til hjá 40 ára gamla kempara­num. Hóast trongdin og longsulin eru har, klárar hann mentalt at vinna hesum við at góð­taka veruleikan og hugsa um okkurt annað. - Sovorðnir tankar kann mann ikki brúka til nakað sum helst, og mann kann akkurát tað sama skúgva teir til viks og lata vera við at brúka tíð og orku upp­á slíkt. Eg vil heldur brúka tíð og orku uppá tankar, sum eg kann brúka til nakað, sigur hann. Pengar og karriera ikki alt í lívinum Marstein hevði mál og visiónir um sína framtíðar yrkisleið, men hetta fór alt í vaskið, tá hann fekk skaðan novemberkvøldið í 2014. Meðan hann var innlagdur, hevði hann góða tíð at hugsa og filoso­fera um lívið, og hvat tað var fyri veruleika, hann nú var á veg inn í. - Eg valdi ikki at fokusera uppá teir kjansirnar og tey ting­ ini, eg ikki kundi. Tað drenaði meg ov nógv at hugsa um hetta, so eg valdi heldur at fokusera uppá, hvat eg nú skuldi gera. Eg avgjørdi við meg sjálvan, at peng­ar eru ikki alt her í lívinum, tí pengar og karrieru kann mann ikki taka við sær í grøvina. Tað týdn­ingarmesta í lívinum er famil­ja og tey fólkini, mann hevur rundan um seg, sigur hann. Í sjúkrasongini lærdi hann eisini, at summi fólk ikki eru verd at samla uppá. - Tað hava verið so nógv fólk í mínum lívi, sum egentliga ikki ordi­liga eru komin við nøkrum íkasti til mítt lív. Her tosi eg um fólk, sum bara taka orku frá ein­ um. Aftaná skaðan sorteraði eg nógvar av mínum gomlu vinum burtur, sum eg ikki føldi gjørdu positivan mun í mínum lívi. Eg vildi heldur brúka orku uppá teir vinirnar, sum vildu mær tað besta, sigur Marstein Thomsen. Minst líka lukkuligur sum onnur Marstein Thomsen tímir ikki at hugsa ov nógv um framtíðina. Hann vil heldur fáa tað mesta burtur­úr núinum. - Eg eri blivin meira upp­merk­ samur uppá at vera nærverandi. Eg kann jú ikki renna runt og sparka við dreingjunum, men so vil eg heldur seta meg niður við teimum, tosa við teir og vera til staðar, sigur hann og leggur aftrat, at familjan av og á leggur viku­skifti eitt av, har tey ikki gera aðrar planir enn at vera saman við hvørjum øðrum. Gøtumaðurin á Fjóni er minst líka lukkuligur, sum nógv onnur, sum ikki hava líknandi av­bjóð­ ing­ar í gerandisdegnum. - Eg havi funnið hesi virðini, sum eg føli, eg kann liva upp til, og eg fái nógv burturúr hesum virðun­um. Eg eri lukkuligur, og eg vænti, at tað eru nógv frísk fólk, sum ikki eru líka lukkulig sum eg og konan. Vit raðfesta hvønn annan, og saman við børn­un­um hugna vit okkum og hava tað gott. - Mann livir bara einaferð, og tí kann mann akkurát tað sama fáa tað besta burturúr tí, sigur Mar­stein Thomsen. PATURE@SOSIALURIN.FO Marstein fekk skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum og var innlagdur á endurmenningardepli í 10 mánaðir tilsamans