hósdagur 10. januar 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
9
KJAK
GERHARD LOGNBERG
FYRRVERANDI JAVNAÐARTINGMAÐUR
Eg fekk bókina “Skerpikjøt” frá
tveimum langabbasynum Julian
og William. Henda var ímillum
nógvar aðrar jólagávur eg fekk,
oftast er tað bøkur.
Eg byrjaði við hesi bókini,
sum Sjúrður sjálvur skrivar, so
er bókin provokerandi. Tá eg
kom til síðu 61 og 62 viðgjørdi
Sjúrður meg nakað, tí føli eg
meg, hava rætt til at viðmerkja.
Disiplin og Trúvirði
Tað setti seg í rangastrupan,
tað at Sjúrður nevnir disiplin
og trúvirði. Tað er ótrúligt sum
summi eru framlig. Kom beinan
vegin at hugsa um Sjúrð, sum
embætismann í Tinganesi. Nei
Sjúrður, so lætt gloyma fólk ikki,
har setti tú eld í, men sat fittur
og helti vanga í nógv ár og lat
onnur líða.
Kannar tú ikki áðrenn
Tú sigur, ímillum annað, at
grundin til at eg varð koyrdur
úr flokkinum var, at eg ofta at
kvøddi ímóti flokkinum, hetta er
hálvur sannleiki.
Tað vóru onnur í flokkinum,
sum atkvøddu ímóti, helst líka
nógv sum eg. Eg plagdi at siga
Jóannes Eidisgaard frá, um eg
atkvøddi ímóti, men alt hatta
er farið, eg føli meg ikki at hava
nakrar óvinir í flokkinum ella í
tinginum.
Men nú tú, Sjúrður, rør aftur
áftur.
Smiðirnir til missálitið
Hvør var hann? Jú, vit vóru tveir
tingmen, sum atkvøddu ímóti
missáliti á Kaj Leo Jóhannesen!
Hví gjørdi eg tað, jú, Kaj Leo var
knapliga blivin ein eldsál fyri
Sandoyartunnilinum.
Fyri tað næsta havi eg ongan
tíð kunna tolt hasi missálitini,
tí sum regul eru tey hamrandi
órættvís.
Hví kom missálit á
Kaj Leo Holm Johannesen! Jú,
Sjúrður Skaale kom spakuliga
inn ígjøgnum bakdyrnar í løg
tinginum í besta “Pipar og Salt”-
stíli, helti vanga. Eg minnist, at
hann fór at tosa við Aksel. Hesin
var ósikkur, hetta bleiv so evnið
ígjøgnum dagin. Fólk vóru ikki
heit fyri hesum, Sjúrður hann
fekk sín vilja.
Eg minnist, at Sjúrður spurdi
meg, hvat eg fór at avkvøða, eg
segði honum, at eg fór at atkvøða
ímóti. So helt hann, so hevði eg
heldur farið suður, um eg var tú,
men tað gjørdi eg ikki, mær dámar
ikki at flýggja undar ábyrgd.
Jú, soleiðis kláraði hetta vilsta
barnið úr Tjóveldi at manipulera.
Hann fór úr Tjóveldi, eg kundi
eisini farið úr Javnaðarflokki
num, tað vildi eg ikki, tí tá hevði
eg svikið veljararnar. Hvat er
munurin Sjúrður.
Feløgini kravdu
Gerhard út, hetta havi eg hoyrt
viðmerkjara sagt í miðlunum.
Hetta er so ikki meira enn
hálvur sannleiki Sjúrður. Eg
minnist, at eg kom inn til ein
nevndarlim í Sandoyar Sýslu
Javnaðarfelag, í Skopun, hann
sigur við meg, at formaðurin
í lokalfelagnum hevði verið
á tveimum loynifundum við
Aksel og starvsnevndina fyri at
feløgini skuldu gera tað skitna
arbeiði. Helst var tú ein av
spunasmiðunum, tí tað dugdi
tú til fulnar, sum emætismaður.
Síðan skuldi ein triðji fundur
verða í grannabygdini, eisini
hemmiligur fyri mær. Men tað
beliv ikki, eg bleiv stuðlaður fult
út í Sandoyar Sýslu Javnaðar
felag, og tað eri eg takksamur
fyri.
Losjumafian stóð
aftanfyri Sjúrð Skaale, tað var
har kamparnir vóru. Eg skilti
ongantíð hasi fólkini, og tey
ikki meg. Eg kann enn vakna í
dreymi við marruni og halda
meg vera í Losjuni, ein ring tíð.
Tað vóru nøkur fá, sum møttu
har, Sverri Midjord, sáli, plagdi
at siga við meg, hald teg vekk frá
Losjuni!
Jú, losjufólkini
stemmaður meg út
So sigur Sjúrður, at tað var
neyðugt fyri disiplisinssøk.
Hevur nakar hoyrt so galið. Tað
hevur verið morð í Javnaðar
flokkinum síðan vit báðir heils
aðust uttan fyri Losjuna. Tú
helt, Gerhard hetta var ikki gott.
Jú Sjúrður, tað var gott
Sjúrður sigur at
Gerhard mátti út. Sjálvsagt
mistu vit nakrar stemmur, men
fólk skiltu væl støðuna hjá
Javnaðarflokkinum, tað sig
ur tjóveldisavhopparin, sum
fekk fríðarskjól í einum, meira
vinarligum, flokki, har tolsemi
er í hásæti!
Stórsta kupp fyri
Suðurøkið
var, at eg, Gerhard Lognberg,
bleiv koyrdur úr flokkinum. Øll
vistu, hví eg bleiv koyrdur út,
grundin var Sandoyar Tunnilin.....
Sum Javnarðarflokkurin, eisini
Tjóðveldi, vóru hart ímóti.
Síðan tey etisku málini, har eg
var mangan mælskur og ikki at
gloyma arbeiðararørsluna, sum
eg førdi fram.
Eg varð koyrdur úr
flokkinum 2. november 2013.
Longu ein mánað seinni kallaði
táverandi løgmaður til fundar
úti í fíggjamálaráðnum, evnið
var Sandoyar Tunnilin.
Longu 1. februar í 2014 skriv
aðu flokkarnir á tingi undir av
talu um tunnilin, tá var Javnað
arflokkurin við, teir royndu at
fáa stemmurnar aftur úr Sand
oynni.
Teir, sum skrivaðu undir
vóru:
Kaj Leo, Sambandsflokkurin
Jørgen Niclasen, Fólka
flokkurin
Aksel Johannesen, Javnaðar
flokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Kári P. Højgaard, Sjálvstýris
flokkurin
Gerhard Lognberg, uttan
flokka
Annars legði eg
sjálvur uppskot
fyri tingið, at gera Sandoyar
tunnilin, eg mátti úr Løgtingi
num at skaffa mær hjálp til
nevnda uppskot og mátti gjalda
tað úr egnum lumma. Tað var
framlagt 23. august í 2007.
Tá eg læs síðu 38
mundi eg dottið um rygg.
Sjúrður Skaale tosar um, at Sam
bandsflokkurin royndi at súgva
200 milliónur afturat úr Danska
Landskassanum
Góði Sjúrður
Tú má hava etið pappseym.
Eingin hevur sæð meira enn
føturnar á tær, sum tú hevur
ligið og kraddað úr Danska
Landskassanum til tær ríkastu
kommunurnar í Føroyum, tað
mátti ikki sømt seg hjá einum
Tjóðveldis-avhoppara.
Annars hoyrdi eg Sjúrð siga
einaferð, at ein skúlaflokkur
hevði eggjað honum at stilla
upp fyri Tjóðveldi. Í bókini
sigur tú, at ein sambandsmaður
úr Nolsoy lokkaði teg at stilla
upp til Fólkatingið. Sjúrður,
hvør hevur so lokkað teg at
kradda pengar úr Danmark til
tær stóru ríku kommunurnar
í Føroyum. Hetta er øvugtur
“Robin Hood politikkur” av ein
um javnaðarmanni.
Góði Sjúrður, eg eri ordiliga
stoltur, at tú tímur at skriva
um meg, eg veit at vit báðir eru
væl, men ikki bara skriva bøkur
fyri at skaffa stemmur til Javn
aðarflokkin, tað skal eisini vera
sannleiki.
Ella endar tú sum Aksel, flest
fólk grótu, tá hesum helt nýggj
ársrøðuna og tosaði um næsta
kærleika, tolsemi og at síggja
frameftir. Men áðrenn fleska
steinkin var sornað, var tann
næsti vargurin avtikin í Javn
aðarflokkinum.
Annars eitt av Harranum
signað nýttár til tín og tína
familju.
Bókin hjá Sjúrði Skaale?