Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 10 Eysturoyar tunnil TEMA: Eysturoyar tunnil HALLUR AV RANA T á tunnilstoymini, ið standa fyri spreingi­ arbeiði­num í Eystur­ oyar­tunli­num, fóru aftur til verka aftaná jóla­feriu­ na, var tað við tí vitan, at nú nærkast endin av fyrsta parti­ num av arbeiðinum. Aftaná at fyrsta skotið bleiv latið av 21. febru­ar 2017 hava tey trý toymini sprongt tilsamans 8.875 metrar av teim­um 11.250 metrunum, ið tunnil­in er til longdar. Sostatt eru einans 2.375 metrar eftir at spreingja, áðrenn liðugt er borað og hol er millum høvuðs­staðarøkið, Stendur og Salt­nes. Teitur Samuelsen, stjóri í p/f Eystur- og Sandoyartunlar, upp­ lýsir, at arbeiðið gongur væl og um alt gongur sum ætlað, so verður hol sprongt ímillum á báð­um støðum um nakrar fáar mán­að­ir. - Vit spreingja hol millum Hvíta­nes og rundkoyringina í mai. Harumframt skal eisini sprongj­ast ígjøgnum til Rókina frá rund­koyringini. Og sum tað sær út nú, so verður tað nøku­ lunda samstundis, sigur stjór­in í partafelagnum, ið hevur fingið til uppgávu at gera undir­sjóvar­ tunlarnar undir Tanga­fjørð og Skopunarfjørð. Sum heild gongur arbeiðið væl og upplýsir stjórin, at man í løtuni heldur tíðarætlanina. Tað merkir, at um ikki okkurt óvænt­að hendir, so verður koyr­andi millum høvuðsstaðin og Skálafjørðin í desember 2020. 50 til 100 krónur Júst hvat endaligi kostnaðurin verður fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin er enn ikki av­gjørt, men Teitur Samuelsen upp­lýsir, at man arbeiðir í eini príslegu millum 50 og 100 krónur. - Vit arbeiða við ymiskum prís­uppskotum fyri persónbilar og lastbilar. Vit hava ikki sett ein enda­ligan kostnað enn, men kost­naðurin fyri ein einvegis túr gjøgnum tunnilin í persónbili fer at liggja millum 50 og 100 krónur, sigur stjórin. Ein av avbjóðingunum við at seta endaliga prísin er at finna røttu javnvágina. Samanborið við Vága- og Norðoyatunnilin er Eysturoyartunnilin nevniliga í tí støðu, at hon hevur ein kapp­ ingarneyta. - Munurin millum hendan tunnil­in og Norðoya- og Vága­ tunnilin er, at har var eingin ann­ ar møguleiki, tá tunnilin kom. Her hevur tú aðra møguleikar. Tú kanst koyra eftir verandi far­leið millum Skálafjørðin og Havnina, um tú metir tað er ov dýrt at koyra gjøgnum Eystur­ oyar­tunnilin. Tí handlar tað um at finna ein prís, ið ger, at vit fáa neyðugu inntøkurnar at rinda rent­ur og avgjøld á tunnilin, men ikki er so høgur, at fólk velja ikki at koyra ígjøgnum hann, vísir Teitur Samuelsen á. 2.400 fleiri akfør Júst hvussu nógv ferðslan verður tá tunnilin letur upp er ringt at spáa um, men kortini hevur Lands­verk í fleiri umførum gjørt ymiskar framrokningar. Tær seinastu blivu gjørdar í vár og í ársfrágreiðingini fyri 2017- 18 sipar stovnurin til nøk­ur av hesum tølum, tá víst verður á týdningin av at skipa ferðslu­na á Skálafjørðinum og í høvuðs­ staðnum í samband við Eystur­ oyar­tunnilin. Tær vísa á eina rætti­liga stóra øking. - Ferðsluútrokningar vísa, at tá Eysturoyartunnilin letur upp, verður talan um eitt so­nevnt ferðslulop, við einum vøkstri á umleið 2.400 akfør um sam­ døgr­ið til og úr Havnini, skrivar stovn­ur­in. Harumframt vísir stovnurin á, at sjálvt ferðslumynstrið í Skálafjørðinum kann væntast at broytast. Tað er, um ongar nýggj­ar broytingar verða gjørd­ ar í vegakervinum. - Sambært ferðslu­fram­ rokn­ing­um verður mett, at ferðslan runt roknað veksur við 1.000 akførum á eystara armi á Skálafjørðinum, meðan hon minkar við umleið 800 á vestara armi ígjøgnum Skála­ botn, um ongar avleiddar verk­ ætlan­ir verða framdar, skrivar stovn­ur­in. HALLUR@SOSIALURIN.FO HALDA TÍÐAR­ ÆTLANINA - Munurin millum hendan tunnilin og Norðoya- og Vágatunnilin er, at har var eingin annar møguleiki, tá tunnilin kom. Her hevur tú aðra møguleikar. Tú kanst koyra eftir verandi farleið millum Skálafjørðin og Havnina, um tú metir tað er ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin. Tí handlar tað um at finna ein prís, ið ger, at vit fáa neyðugu inntøkurnar at rinda rentur og avgjøld á tunnilin, men ikki er so høgur, at fólk velja ikki at koyra ígjøgnum hann, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum Vit arbeiða við ymiskum prísuppskotum fyri persónbilar og lastbilar. Vit hava ikki sett ein endaligan kostnað enn, men kostnaðurin fyri ein einvegis túr gjøgnum tunnilin í persónbili fer at liggja millum 50 og 100 krónur, sigur stjórin