Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 11 PÆTUR HJALMAR EVENSSON H øvuðsgrundarlagið fyri at kunna koyra gjøgnum Eysturoyar­ tunnilin er, at bilurin hevur brennievni ella streym. Magn og Effo hava báð­ar hvør sína bensinstøð í Saltangará, sum er á eystara armi á Skála­ fjørði­num. Spurningurin er, hvussu Eysturoyartunnilin fer at ávirka virksemið hjá hesum báðum bensinstøðunum, nú tá grundarlagið fyri at koyra gjøgn­um Skálafjørðin við bili gerst nógv størri. Vit spyrja handilsleiðararnar hjá Magn og Effo, um Eystur­ oyar­tunnilin er nakað, sum bensin­støðirnar hjá teimum í Saltangará fyrireika seg til, og hvørjir tendensir kunnu væntast. - Tað verður væl meira ferðsla í hesum økinum. Vit vænta tí eina jaliga ávirkan á støðirnar báðu­megin tunnilin - í Havn og á Saltangará, og at fleiri kundar fara at koma inn á gólvið har, sigur Áki Vang Poulsen, retail- og marknaðarstjóri í Magn. Effo er í ferð við at fyrireika seg best møguligt til framtíðina. - Sjálvandi er ávirkanin av Eystur­oyartunlinum nakað, sum vit hava hugt eftir. Tað verður mun­ur á, tá hann kemur, tí ferðslan fer at økjast, sigur Hans Waag, retail- og marknaðarstjóri í Effo. Ringt at spáa um Á eystara armi skálafjarðamegin fer tunnelin at koma upp í Rók­ ini í Saltnesi. Hvønn veg flestu bilarnir fara at koyra, veit mann ikki við vissu enn, tí tunnils­ myndugleikin hevur enn ikki funnið fram til, hvussu ferðslan skal koma til og frá tunlinum – omanfyri bygdir­nar ella gjøgnum bygdirnar. Tí er ringt at meta um hjá brenni­evnis­ støðu­num á Saltangará, hvussu nógva ferðslu talan verður um fyri tær. - Tað er trupult at spáa um ferðslu­na framvið bensinstøðini, tí vit vita ikki, hvønn veg allir hesir bilarnir fara at koyra. Vit sita akkurát nú og fundast um hetta, tó uttan at vera komin til nakra ítøkiliga niðurstøðu enn, sigur Hans Waag frá Effo. Sama óvissan ávirkar fyri­ reik­ingarnar í Magn. - Vit fylgja gongdini og hava sett hol á fyrireikingar, men enn er ógreitt júst hvussu verður við innkomuvegum, og harvið hvar og hvussu ferðslan kemur at vera. Tí eru vit partvís enn í ein­ari ávísari bíðistøðu, sigur Áki Vang Poulsen. Ferðamynstrið broytist Magn-støðin við Streymin og Effo-støðin á Skálabotni liggja mitt fyri, tá mann t.d. koyrir mill­um Havnina og Klaksvík, og tað er tiltikið at fylla sær tangan á hesum støðum. Tað er vænt­ andi, at ferðslan framvið hesum bensin­støðunum ikki verður eins stór, og hon hevur verið. - Tað kann hugsast, at ferðslu­ mynstrið kemur at broytast, og at hetta fer at ávirka ávís øk­ir í landinum. Men vit vóna, at ferðslan kann økjast uppá aðr­ar mátar í hesum økjum, og har­til kunnu nýggir møguleikar stinga seg upp í komandi broyt­ingar­ tíðum, sigur Áki Vang Poulsen frá Magn. Tað er slett ikki vist, at Effo- støðin við Skálabotn verður ein blindtarmur aftaná Eystur­ oyartunnilin. Skipanes er knúta­ punktið mitt í millum Skála­botn, Runa­víkina og Gøtu. Vega­ strekk­ið frá Skipanesi til Havnar er styttri gjøgnum Runavíkina, men har er ein annar faktorur, sum spælir inn, og sum kann fáa kundar framvið Effo-støðini í Skála­botni. - Um mann koyrir til Havnar gjøgnum Skálabotn og Strendir, er tað umleið 7 km longri enn gjøgn­um Runavík. Á vestara armi sleppur mann at koyra 80 km/t allan vegin í mun til í Runa­vík, har tað er bygt øki. Hetta kann blíva avgerandi fyri okkum, tí vit hava eina Effo-støð á báðum síðum, vísir Hans Waag á. Handilsleiðarin í Effo væntar, at tendensurin kemur at síggjast aftur á sølutølunum. - Um ferðslan økist á einum stað, fer hon allarhelst at minka á einum øðrum stað. Sølutølini fara upp, har økta ferðslan er, men minka sjálvsagt aðrastaðni, har ferðslan er minkað. Bilarnir fara jú ikki at koyra báðar vegir í senn, sigur Hans Waag. Títtleikin fer at vaksa Eysturoyartunnilin fer at stytta farleiðina millum Havnina og Skála­fjørðin úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin úr Havn til Klaksvíkar verður sam­stundis stytt úr 68 minutt­ um niður í 36 minuttir. Bilarnir fara tí ikki at tørva eins nógv brennievni fyri at koma frá staði til stað, tá farleiðin verður stytt. Men hetta merkir ikki neyð­tur­ viliga, at føroysku bilførararnir fara at keypa minni brennievni – tvørtur ímóti, um mann spyr bensin­støðirnar. - Í tí at teinurin millum Klaks­ vík og Havnina verður so nógv styttri, vænti eg, at mann fer at ferðast oftari ímillum. Við hes­ um verður títtleikin størri, sigur Hans Waag. Handilsstjórin í Magn væntar eisini, at talan fer at vera um fleiri koyringar, sum fer at fáa ein javnvág í. - Tað verður lættari at fara út og inn úr Havnini, og av tí sama fara bilarnir at koyra oftari, sig­ ur Áki Vang Poulsen. PATURE@SOSIALURIN.FO Tørvurin á brennievni verður ikki eins stórur, tá farleiðin millum norðurøkið og miðstaðarøkið verður stytt. Men hetta merkir ikki, at føroysku bilførararnir fara at keypa minni brennievni – tvørtur ímóti, vænta bensinstøðirnar, Magn og Effo Bensinstøðirnar á Skálafjørðinum: Effo og Magn hava hvør sína bensinstøð á Saltangará FYRIREIKA SEG TIL ØKTA FERÐSLU