hósdagur 10. januar 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
12
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
T
ær báðar føroysku
meklarafyritøkurnar,
Skyn og Betri Heim,
kunnu klárt og týðiliga
vátta, at eftirspurningurin eftir
ognum á Skálafjørðinum er
vaksin nógv seinastu fáu árini.
Hetta er galdandi bæði fyri
grundstykkir, hús og íbúðir.
- Vit merkja ein stóran eftir
spurning í nærum øllum økinum,
men serliga leggja vit til merkis, at
økini tætt við tunnilsmunnarnar,
tvs. eitt nú á Strondum, Nesi,
Toftum og Runavík, eru sera
nógv eftirspurd, sigur Petur Mohr
Niclasen, stjóri í Skyn.
Kára á Dunga, stjóri í Betri
Heimi, upplivir tað sama. Eftir
spurningurin byrjaði longu
beinanvegin, tá tíðindini um
Eysturoyartunnilin bórust fyri
fýra árum síðani.
- Tað er ofta eitt uppsving í
eftirspurninginum, tá sovorðni
tíðindi koma, og uppsvingið
sæst eisini, tá arbeiðið við at
bora fer í gongd. Tá hol kom á
tunnilin, merktu vit beinanvegin
eitt uppsving aftur, eftir at eftir
spurningurin hevði verið nokk
so javnur í eina tíð. Beint nú er
tað aftur nokkso javnt, sigur
Kára á Dunga.
Petur Mohr Niclasen sigur, at
miðalprísurin fyri alt landið fyri
tað mesta hevur verið vaksandi
hesi seinastu árini, men at vøkst
urin í hesum økinum er markant
hægri enn samlaði vøksturin um
alt landið.
- Eftirspurningurin og prís
legan er hægst í dag, og tað sæst
eisini aftur í okkara tølum, at har
hevur verið ein vaksandi eftir
spurningur, líka síðani tíðindi
komu fram um, at nú var undir
sjóvartunnilin ávegis, sigur hann.
Miðal prísvøkstur
um 40 prosent
Ein øktur eftirspurningur hong
ur ofta saman við einum hækk
andi prísi, og Eysturoyartunnilin
hevur sanniliga syrgt fyri einari
stórari prísøking í bygdunum
sunnast í Eysturoynni.
- Í fleiri førum hevur prísøk
ingin ligið um 50-70 prosent í
tíðarskeiðinum frá 2014 til 2018,
men um vit greina tølini nærri,
og eitt nú taka atlit til, hvussu
nógvar eldri og nýggjar ognir
eru seldar, er kanska rættast at
siga, at samlaði prísvøksturin
liggur um tey 35-40 prosentini,
sum jú eisini er sera høgt, sigur
Petur Mohr Niclasen, stjóri í
Skyn.
- Prísmunurin millum íbúð
ir í høvuðsstaðarøkinum og á
Skálafjørðinum ikki er so stór
ur, sum annars er galdandi fyri
sethús. Hetta er so í hvussu er
ein tendensur, sum vit hava sæð
her í 2017 og 2018, vísir Petur
Mohr Niclasen á.
Í januar mánað í fjør seldi
Betri Heim eini hús á Strondum
fyri 2,6 milliónir. Húsini vóru tá
hækkað í virði frá 1,8 millión til
2,6 milliónir.
- Áðrenn tíðindini um
Eysturoyartunnilin komu,
kom tað ikki fyri, at vit seldu
hús fyri oman fyri 2 milliónir
á Skálafjørðinum. Í Runavík
er tað eisini spakuliga økjandi,
og vit hoyra um fleiri, ið keypa
sær grundstykki, sum fara fyri
heilt hampuligt, fortelur Kára
á Dunga.
Eitt dámligt øki
Mann kann gera sær sínar
hugsanir um, hvat Skálafjørð
urin verður fyri eitt øki, tá
- Mann fær meira fyri pengarnar, tá mann keypir hús á Skálafjørðinum. Tí eru fólk
heldur ikki so bangin fyri at prøva tað av, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi
Eysturoyar tunnil
TEMA: Eysturoyar tunnil
Meklarar:
STÓRUR EFTIR
SPURNINGUR OG
PRÍSVØKSTUR Á
SKÁLAFJØRÐINUM