hósdagur 10. januar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
13
Eysturoyartunnilin er liðugur.
Tað fer ikki bara at hava ávirkan
á fólkatalið og bústaðarmark
naðin, men eisini handilslív
ið, ferðsluna og dámin av øki
num, nú tað verður so stutt at
koyra millum høvuðsstaðin og
norðaru-eystaru helvt av Før
oyum.
- Sum kunnugt er sera nógv
virksemi í økinum, og hetta fer
óivað at hava eina jaliga ávirkan.
Tá ið tað nú eisini verður so stutt
at koyra til Havnar, verða uttan
iva fleiri, sum velja at búgva í øki
num. Eisini er møguligt, at fólk,
sum annars bara vildu búgva í
miðstaðarøkinum, kanska velja
at flyta, hetta eisini, tí at fleiri
tøk grundøki eru í økinum, og
eisini kunnu tey fáa líknandi
hús fyri ein lægri prís, sigur
Petur Mohr Niclasen.
Føroyingar meira
mobilir í dag
Men um økið verður so attrak
tivt, hví eru tað so kortini fleiri,
ið selja?
- Orsøkirnar eru ymiskar,
og fyri tað mesta er talan bara
um vanliga sølu, sum vit kenna
tað aðrastaðni frá. Eitt nú tí
at tey skulu byggja eini nýggj
hús, ætla at búgva til leigu, og
so eru onnur, sum kanska eiga
fleiri ognir, og síggja tað sum
eina skilagóða avgerð at selja í
hesum tíðum, sigur Petur Mohr
Niclasen, stjóri í Skyn.
Kára á Dunga frá Betri Heimi
hevur eitt boð uppá, hví fleiri
velja at selja.
- Hugburðurin hja føroying
um er broyttur. Í dag flytir mann
eftir tørvi, har eitt nú arbeiðs
marknaðurin hevur nógv at siga.
Vil mann tættari uppá onkra
staðni, so flytir mann bara. Tað
gjørdi mann ikki fyrr - tá keypti
mann sær hús, og so búði mann
har. Mann er meira mobilur í
dag enn tá, sigur Kára á Dunga,
sum meinar, at bíligi prísurin
eystaramegin tunnilin ger tað
enn lættari at vera mobilur.
- Tað er eina heila millión
bíligari á Strondum og í Runavík
enn í Havn. Mann fær nógv fyri
pengarnar, tá mann keypir
har, og tí eru fólk heldur ikki
so bangin fyri at prøva tað av.
Riggar tað ikki, so býr mann har
bara í eina tíð, inntil mann roynir
eydnuna onkra aðrastaðni, sigur
hon.
Báðir meklarastjórarnir legg
ja merki til, at fleiri fólk selja
hús, sum tey hava arvað.
Hava fyrireikað seg væl
Í meklaravinnunui ræður um at
vera úti um seg, fylgja við í rák
um, spáa um framtíðina og fyri
reika seg har eftir. Í sambandi
við Eysturoyartunnilin hevur
Betri Heim sett eitt fólk av í
Eysturoynni, sum situr burturav
í Eysturoynni og Klaksvík. Fyri
at fylla upp í deildini í Havn er
eitt fólk sett aftrat fulla tíð og
eitt hálva tíð.
- Vit royna at vera frammi í
skónum. So skjott vit merkja eitt
rák, eru vit umstillingarklár. Tað
er ikki haldbart, tá trýstið verður
ov stórt, so mann verður noydd
ur at flyta seg eftir tørvinum hja
fólki, og tað er tað, vit gera alla
tíð. Vit mugu tillaga okkum, tí
vit liva at seljarum, sigur Kára
á Dunga.
Skyn hevur eisini starvsfólk,
sum burturav arbeiða í økinum.
- Tað er tí, at har er meira og
meira at gera, og einki bendir á,
at hetta fer at broytast, kanska
heldur tvørturímóti, sigur Petur
Mohr Niclasen.
PATURE@SOSIALURIN.FO