Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 14 HALLUR AV RANA V ið 4.036 borgarum býtt út á 15 bygdir er Runa­ víkar kommuna von við at vera størsta kom­mun­an í lokaløkinum, men tann støðan broytist, tá Eystur­ oyar­tunnilin um tvey ár stytt­ ir munandi um farleiðina til høvuðs­staðin, so at Havnin og Skála­fjørðin verða knýtt saman í eitt stórt miðstaðarøki. Nýggja støðan elvir tó ikki til stórvegis høvuð­brýggj í skrivstovuni hjá borgar­stjóra­ num í Runavíkar kommunu, ið sær nýggju samansetingini sum gróðr­ar­botn fyri eini nýggjari megi. - Nú bræða hesi bæði økini saman í eitt, harvið fer meiri enn helmingurin av fólkinum í landi­ num at búleikast í einum og sama øki. Hartil eru hetta økini, sum hava nógv størsta fólka­ vøkst­urin, tí verður tað ein heilt nýggj megi, ið fer at renna uppúr hesi samanrenningini, sigur Tór­ bjørn Jacobsen, borgarstjóri. Tvey ymisk økir Hann vísir á, at hóast talan er um tvey av teimum stóru økjun­ um í landinum, so er talan um tvey sera ymisk økir. Har Havnin er ein umsitingarbýur og heim­ stað­ur fyri lóggevandi- og út­inn­ andi valdini og umsitingar teirra, so er Skálafjørðurin eyðkendur sum heimstaður fyri framleiðslu og vinnulívi. - Í so máta liggja økini væl til hvørt annað, og tað verður tá sjálv­sagt, at fólk hiðani arbeiða í Havn og øvugt, vísir borgar­ stjór­in á. Men tá tvey stór økir bræða saman er eisini ein natúrligur vandi fyri, at minna økið verður fyri vanbýti. Tað er ein vandi, ið borgar­stjórin er greiður yvir, og teknar hann tvær møguligar mynd­ir sum avleiðing av tunlin­ um. - Tú kanst velja at gerast ein sovibýur ella ein sovibygd við nógvum grundstykkjum, lág­ um skattaprosenti og ongum til­ boð­um, sum durvar undir liðini á metro­polinum ella byggir tú støðugt ein áhugaverdan bý, sum kemur í eitt positivt mót- og viðspæl við metropolin. So­ leið­is kunnu tvær slíkar støð­ir í veksilvirkninginum men­na hvønn­annan – sam­rakstr­ar­ mátt­ur fæst tá burturúr, vísir hann á, áðrenn hann nevnir hvørja leið Runavíkar kommuna hevur valt. - Í mun til onkran annan hava vit valt at ganga hesa seinru leið­ ina. At gerast eitt aktiv mót­spæl til Havnini heldur enn ein sovi­ býur, durvandi uppat henni, sigur Tórbjørn Jacobsen. Grør um gangandi fót Tað er eisini ein kommuna í vøkstri og menning, ið nú riggar seg til eina nýggja framtíð sum part­ur av miðstaðarøkinum, har kappingin um borgarar verð­ ur størri. Og her snýr tað seg í stóran mun at veita borgar­un­ um eitt so gott tilboð sum nú eina­ferð til ber. - Fólk søkja til støð við til­boð­ um. Tí ræður um at hava góð­ar skúlar, ansingarstovnar, frí­ tíðar­tilboð og ikki minst er um­ ráð­andi at dubba á mentanar­ øki­num. Tað er ein kommunal upp­gáva at fáa fasilitetirnar upp at standa, sum kunnu nøkta eftirspurninginum hjá borgar­ un­um uttan fyri arbeiðs­tíð, sigur borgar­stjórin og heldur fram. - Á ítróttarøkinum stendur væl til og í løtuni fyrireika vit at byggja eina svimjihøll, og eisini er skjøtul settur á at fáa eitt ung­ dóms- og aktivitetshús upp at standa. Á mentanarøkinum grør um gangandi fót og Løkshøll er ein fasilitetur, sum verður nógv brúktur, og sum eisini verður eitt tilboð til fólk í høvuðsstaðnum, á sama hátt sum fasilitetirnir í Havnini í størri mun vera okkara tilboð.   Fleiri verkætlanir á veg Umframt alt tað virksemi, ið longur er í kommununi, so er nógv ymiskt ávegis, ið eftir ætlan verður við til at ríka um kommununa og Skálafjørðin. - Miðbýarætlanin er farin í gongd, og vænti eg at komandi bý­ráð fara at raðfesta hesa í mest­ an mun. Svimjingarhøll liggur í einari arkitektakapping í løtuni. Ung­dóms- og aktivitetshús verður skipað í hesum døgum. Nýggj­ur ansingarstovnur skal byggjast, og skjótt verður eisini neyðugt at byggja nýggjan skúla, sigur borgarstjórin, áðrenn hann setur orð á týdningin, ið mentan­in hevur fyri íbúgvarnar í økinum. - Mesta megin skal brúkast á mentanarøkinum, tað er har at ein skiftandi og kortini støðugur samleiki verður skaptur. Hann liggur undir húðini og handan skalla­beinini, og er tí alt av­ger­ andi fyri at fólk ynskir at búgva í einum øki, og at fólk úr økinum venda aftur, eftir at hava verið í út­búgvingarørindum uttan fyri økið.  Svarta skýggið Meðan tað mest sum bara er bjart­skygni um nýggjar møgu­ leik­ar, ið eyðkennir hug­leið­ ing­arnar hjá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, tá hann spáar um tað, ið koma skal, so er tað eitt myrkt skýggj á annars klára himlinum. - Eitt mál sum hevur fylt nógv er innkomuvegurin til og frá tunnilsmunnanum í Rókini. Hesum hava vit arbeitt við í fleiri ár longu, tað er komið ov stutt á leið, men nú røkist fyri, at lands­myndugleikin um­síðir hev­ur sæð tað neyðuga í at gerast ein partur av hesi verk­ ætl­an, vísir borgarstjórin á. Tað er eisini í tøkum tíma, tí verandi vegakervi klárar sum nú er ikki at bera tí ferðslu, ið man væntar fer at koyra gjøgnum Runa­víkina, tá tunnilin letur upp í 2020. - Fáa vit ikki eina alternativa far­leið ígjøgnum býin sær tað illa út. Heilt illa út, og er hetta ein­asti vansin eg dugi at síggja í løtuni. Ferðslan ígjøgnum býin er longu so stór, at býurin steðg­ ar upp, um ein loysn ikki fæst á hesum málinum skjótast til ber, sigur Tórbjørn Jacobsen. HALLUR@SOSIALURIN.FO - Tú kanst velja at gerast ein sovibýur ella ein sovibygd við nógvum grundstykkjum, lágum skattaprosenti og ongum tilboðum, sum durvar undir liðini á metropolinum ella byggir tú støðugt ein áhugaverdan bý, sum kemur í eitt positivt mót- og viðspæl við metropolin. Soleiðis lýsir Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, møguleikarnar hjá Skálafjørðinum nú Eysturoyartunnilin nærkast Eysturoyar tunnil TEMA: Eysturoyar tunnil EITT AKTIV MÓT­ SPÆL TIL HAVNINA Tórbjørn Jacobsen hevur verið borgarstjóri í Runavíkar kommunu síðan 2016