hósdagur 10. januar 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
15
HALLUR AV RANA
M
et
aftaná
met
aftaná met. Tað er
kanska besta mátin
at lýsa fólkatalið
í Nes kommunu, sum síðstu
árini ferð eftir ferð hevur skapt
yvirskriftir í fjølmiðlunum sum
eitt av teimum økjum í landi
num, ið hevur upplivað størsta
fólkavøksturin. Og sambært
Jóhannus Danielsen, borgar
stjóra í Nes kommunu, so er
hetta eitt beinleiðis úrslit av, at
Eysturoyartunnilin er ávegis.
- Ein av orsøkunum til
hendan vøkstur er, at fólk flyta
heim nú tíðirnar eru góðar. Men
tunnilin er helst orsøkin til, at
vøksturin er lutfalsliga stórur
her hjá okkum samanborið
við aðrastaðni. Vanliga hava
fólk flutt aftur til bygdirnar
í kommununi, tí tey hava til
knýti ella eru uppvaksin her.
Tað mynstrið er broytt nú. Nógv
av teimum, ið seta búgv í kom
mununi, hava einki tilknýti, men
gera tað, tí tey síggja møguleikar
í økinum, sigur hann.
Meðan fólkavøksturin sum
heild hevur verið stórur í
Føroyum, so er Nes kommuna
ein av teimum kommunum, ið
hevur sæð ein so mikið stóran
vøkstur, at tað veruliga munar.
- Síðstu fimm árini er fólka
talið í kommununi vaksið við
umleið 10 prosentum, ið er um
leið 120 fólk. Tað er ein stórur
vøkstur og fólkatalið setur met
hvønn dag. 1. mai í fjør fór tað
upp um 1.300 fólk og nú eru vit
1.325 fólk. Tað vísir heilt ítøkiligt
hvat tunnilin hevur at siga fyri
okkum, sigur borgarstjórin.
Vinnulig framgongd
Tað at høvuðsstaðurin og Nes
kommuna nú verða knýtt nærri
hvørjum øðrum við Eysturoyar
tunlinum skapar eisini gróðr
arbotn fyri meiri vinnuligum
virksemi í bygdini, ið framman
undan er heimstaður hjá fleiri
vinnufyritøkum.
- Vit merkja ein øktan fyri
spurning eftir vinnuøkjum
og í løtuni eru tveir vinnu
lívsbygningar í gerð. Talan
er um tvey virkir, ið vóru her
frammanundan, men tað eru
nógv ár síðan, at tveir vinnu
lívsbygningar stóðu í gerð sam
stundis í kommununi. Hetta er
bæði eitt úrslit av búskapar
vøkstrinum, men eisini tí vinnan
sær møguleikar í økinum, nú
fólkagrundarlagið veksur við
tunlinum, vísir borgarstjórin á.
Harumframt sær borgarstjór
in fyri sær, at kommunan fram
yvir fær ein størri bit av ferða
vinnukøkuni, tá tað einans tekur
10 minuttir at koyra millum
høvuðsstaðin og Nes kommunu.
- Sum nú er leggja nógv tey
flestu ferðamannaskipini at í
Havn, men ferðafólkini koma
sjáldan hendan vegin, tí tað er ov
langt at ferðast. Tað broytist við
tunlinum. Aftrat tí verður eisini
styttri hjá havnarfólki at koma
hendan vegin, so vit vænta
meira virksemi, sigur hann.
Íbúðarblokkar
At bjartskygni valdar í Nes
kommunu í hesum døgum
sæst millum annað aftur í stóra
byggivirkseminum, ið er í kom
mununi. Ikki bara eru tveir
vinnulívsbygningar í gerð, men
verða tíggju hús eisini bygd í
løtuni.
- Nýbyggjarí steðgaði upp
eftir kreppuni, men vend er
komið í aftur. Í løtuni verða 10
hús bygd og fleiri grundstykkir
eru seld, so byggivirksemið
ferð at halda á næstu árini. Tey
grundstykkir vit høvdu tøk eru
seld og farið er undir at gera
nýggjar útstykkingar fyri at
nøkta eftirspurninginum, sigur
borgarstjórin.
Í vikuni verður eisini farið í
holt við eina nýggja verkætlan,
har Bústaðir skal byggja tveir
íbúðarblokkar á Toftum. Talan
verður um fyrstu íbúðarblokkar
í kommununi, men longu nú
hevur ein privat fyritøku ætlan
ir um at byggja tveir líknandi
blokkar í sama øki. Sostatt økist
talið av íbúðum í bygdini við um
leið 40 íbúðum næstu árini.
Men við fólkavøkstrinum
fylgja eisini fleiri krøv, vísir
borgarstjórin á. Tí jú fleiri
borgarar eru í einari kommunu,
jú størri er tørvurin á teimum
ymiskum tænastunum, ið ein
kommuna bjóðar.
- Tað eru stórt sæð bara fyri
munir við at tunnilin kemur,
men tað skapar eisini nakrar av
bjóðingar. Tað at fólk vilja seta
búgv her setir krøv. Tað krevur
fleiri útstykkingar, fleiri tilboð
til barnaansing o.s.fr. Men við at
gerast fleiri borgarar í kommun
uni, verða tað eisini fleiri herðar
til at bera tað, ið skal lyftast, vís
ir borgarstjórin á.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Síðstu fimm árini er fólkatalið í kommununi vaksið við umleið 10 prosentum, ið er
umleið 120 fólk. Tað er ein stórur vøkstur og fólkatalið setur met hvønn dag. 1. mai í fjør
fór tað upp um 1.300 fólk og nú eru vit 1.325 fólk. Tað vísir heilt ítøkiligt hvat tunnilin
hevur at siga fyri okkum, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu
KOMMUNAN
VAKSIN VIÐ
10 PRO
SENTUM
UPP Á 5 ÁR
Jóhannus Danielsen,
borgarstjóri, fegnast um stóra
fólkavøksturin í kommununi