hósdagur 10. januar 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
16
HALLUR AV RANA
21. februar 2017 kundi Henrik
Old, táverandi landsstýrismaður
í samferðslumálum, lata fyrsta
skotið av fyri Eysturoyartunlin
um á hátíðarhaldi við tunnils
munnan á Strondum. Nú gott
tvey ár seinni nærkast dagurin
av álvara, tá bilar fara koyra inn
og úr tunlinum á sama stað.
Strendur er partur av Sjóvar
kommunu, ið er ein av trimum
kommunum, har tunnilsmunn
arnir til undirsjóvartunlinum
eru staðsettir. Og í hesum døgum
eru tey spent upp á teir møgu
leikar, ið nýggja farleiðin gevur
teimum, ið hava sítt dagliga virki
í kommununi.
- Sjóvar kommuna liggur
í dag rímiliga væl fyri í mið
staðarøkinum, men sjálvandi
fer tann nýggja farleiðin at
geva uppaftur fleiri møguleikar,
bæði viðvíkjandi vinnulívi
og búseting. Møguleikarnir
at dríva vinnuligt virksemi
verða munandi betri, og vit
vænta størri áhuga hjá fyri
tøkum at staðseta seg her í
Sjóvar kommunu. Eisini verður
munandi lættari, bæði at luttaka
í og at skipa fyri mentanar
tiltøkum, eins og ítróttalív
og felagslív annars verður
lættari, sigur Artur Johansen,
borgarstjóri í Sjóvar kommunu.
Eitt tøkt grundstykki
Hóast tað enn eru góð tvey ár
áðrenn Eysturoyartunnilin
letur upp fyri ferðslu, so merkja
tey í Sjóvar kommunu longu
ágóðan av tunlinum. Seinnu
árini eru tað nevniliga alsamt
fleiri fólk, ið hava valt at seta
búgv í kommununi og sambært
borgarstjóranum, so hevur
Eysturoyartunnilin ein part av
æruni fyri tí.
- Vit síggja og gleðast um,
at Eysturoyartunnilin longu
hevur økt um hugin hjá fólki at
búseta seg í okkara kommunu.
Tá ið arbeiðið við at bora tunnil
in byrjaði, blivu øll okkara tøku
grundstykkir seld eftir stuttari
tíð, og vit gjørdu tí eina nýggja
útstykking, við 53 grundstykkj
um, og av hesum eru 52 grund
stykkir longu umbiðin, vísir
borgarstjórin á.
Umframt at borgarar ynskja
at seta búgv í kommununi, so eru
tað eisini vinnufyritøkur, ið vísa
kommununi størri ans, nú hon
verður so gott sum miðskeiðis í
nýggja miðstaðarøkinum í Før
oyum.
- Tað er longu nú ein veruleiki,
at nýggjar fyritøkur er byrjaðar
at virka í Sjóvar kommunu eftir
at tunnilsarbeiðið fór í gongd, og
harumframt hava fleiri vent sær
til okkara fyri at spyrja seg fyri
og planleggja ein part av sínari
framtíð her á staðnum, sigur
borgarstjórin.
Fylgja gongdini
Eins og í hinum kommunum á
Skálafjørðinum ger vaksandi
fólkatalið, ið lutvíst kemur av
góðum tíðunum og lutvíst sum
úrslit av komandi undirsjóvar
tunlinum, at Sjóvar kommuna
má gera ymiskar íløgur fyri at
lofta øllum teimum, ið ynskja
at búgva og virka í kommununi.
- Vit royna alla tíðina at fylgja
væl við í gongdini og áhuganum
fyri okkara kommunu, og á tann
hátt kunnu vit møta avbjóðing
unum og loysa tær, tá ið tær
koma. Størstu avbjóðingarnar
í løtuni eru útstykkingar og
tørvurin á dagstovnaplássum,
men vit royna eisini at skapa
karmar fyri øðrum virksemi
eisini, og serliga er tað tørvurin
á vinnuøkjum, ið hevur fingið
pláss á fíggjarætlanini fyri 2019,
sigur Artur Johansen og leggur
afturat.
- Eisini arbeiða vit við at
endurskoða alla byggisamtykti
na fyri alla kommununa, tí eitt
livandi samfelag má alla tíðina
tillaga seg í mun til nútíðar og
framtíðar tørv og ynskir frá
okkara borgarum og sam
felagnum sum heild.
Harumframt kann økta
ferðsla føra til nakrar nýggjar
avbjóðingar, men sum heild er
borgarstjórin við gott mót nú
tað nærkast at koyrandi er undir
Tangafjørð.
- Sjálvandi verður meira
trýst á umsitingina og helst
økist ferðslan í økinum og
vit mugu gera átøk ið tryggja
at vandastøður ikki koma
fyri. Trýst verður helst eisini á
búseting, men tíbetur er rúmsátt
hjá okkum, tí økið er stórt, líka
frá Selatrað til Innan Glyvur, so
vit klára at rúma teimum, sum
ætla sær eina framtíð her, sigur
borgarstjórin.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
NÝGGJA FARLEIÐIN
GEVUR UPPAFTUR
FLEIRI MØGULEIKAR
- Vit síggja og gleðast um, at Eysturoyartunnilin
longu hevur økt um hugin hjá fólki at búseta
seg í okkara kommunu. Tá ið arbeiðið við at bora
tunnilin byrjaði, blivu øll okkara tøku grundstykkir
seld eftir stuttari tíð, og vit gjørdu tí eina nýggja
útstykking, við 53 grundstykkjum, og av hesum
eru 52 grundstykkir longu umbiðin, sigur Artur
Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu
Eysturoyar tunnil
TEMA: Eysturoyar tunnil
Síðan 2009 hevur Artur Johansen staðið á odda fyri Sjóvar kommunu