hósdagur 10. januar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
17
EINGIN KOMMUNUSAMAN
LEGGING Á HESUM SINNI
- Tað nyttar lítið at leggja ástir saman við ein, sum ongar leggur aftur ímóti. Í
Eysturoy vóru 63,7% ímóti kommunusamanlegging og 36,3% fyri í 2012. Valluttøkan
var 43%. Minnist meg rætt vóru ímillum 80 og 90% ímóti samanlegging í Nes
kommunu. Tí dugi eg ikki rættiliga at síggja prosessina í hesum høpinum í løtuni,
sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu um møguleikan
at leggja kommunurnar á Skálafjørðinum saman í eina stóra kommunu
HALLUR AV RANA
T
að hevur ikki verið
stórvegis tos um
nakra
kommunu
samanlegging á Skála
fjørðinum, aftaná at fólkaat
kvøðan í 2012 vísti, at nærum
eingin hugur var fyri eina
samanlegging í Eysturoynni.
Eitt spurnarumfar hjá
Sosialinum, ið bleiv gjørt
aftaná seinasta kommunuval,
vísti eisini, at hugurin hjá
borgarstjórunum á Skála
fjørðinum fyri samanlegging
ikki rættiliga var til staðar. Teir
tríggir borgarstjórarnir Tór
bjørn Jacobsen, borgarstjóri
í Runavíkar kommu, Artur
Johansen, borgarstjóri í Sjóvar
kommunu, og Jóhannus Daniel
sen, borgarstjóri í Nes kommu
nu, svaraðu allir nei, tá teir blivu
spurdir, um nøkur samanlegg
ing lá í kortunum hetta val
skeiðið.
Tí er tað kanska ikki heilt
óvæntað, at einki serliga kjak
spurdist burturúr, tá Kári Eg
holm Jacobsen, býráðslimur í
Runavíkar kommunu, í lesara
brævi millum jól og nýggjár,
spurdi um tíðin ikki var
komin hjá teimum trimum
kommunum á Skálafjørðin
at leggja saman í eina stóra
kommunu, so at tað ber betri til
at gagnnýta og menna økið um
fjørðin á best møguligan hátt.
Slett ikki eitt tema
Jóhannus Danielsen, borgar
stjóri í Nes kommunu, greið
ir frá, at hjá teimum er kom
munusamanlegging slett ikki
eitt evni, ið tosað verður um.
- Vit eru ein av teimum
yngstu kommunum í landinum.
Vit eru seinasta kommunan, ið
loysti frá eini størri kommunu
og er tað eini 50 ár síðan nú. Á
fólkaatkvøðuna var ein greiður
meiriluti ímóti samanlegging og
síðan tað hevur tað slett ikki
verið eitt tema her í kommun
uni, sigur Jóhannus Danielsen
og leggur afturat.
- Vit kenna tað ikki sum
okkara ábyrgd sum valdir
bygdaráðslimir, at reisa tað
aftur sum mál, tí fólkaatkvøðan
var greið.
Sjálvur metir borgarstjórin,
at borgararnir í Nes kommunu
eru glaðir fyri, at tað er stutt
millum vanliga borgaran og har
avgerðirnar verða tiknar.
- Fólk her eru øgiliga glað fyri
nærdemokratiið. Tey ynskja
møguleikan at taka skjótar av
gerðir og fáa ávirkan í nærum
hvørvinum, sigur borgarstjórin
í Nes kommunu.
Hugsa ikki tankan
Heldur ikki hinumegin Skála
fjørðin tykist man at halda, at
Eysturoyartunnilin skundar
undir nakra kommunusaman
legging. Sambært Artur Johan
sen, borgarstjóra í Sjóvar
kommunu, er tað nevniliga ikki
nakað, ið man tosar ella hugsað
um har á leiðum.
- Í løtuni verður hvørki hugsað
ella tosað um kommunusaman
legging í Sjóvar kommunu. Vit
gleðast hvønn dag um, at vit
hava ábyrgdarfull og dugnalig
starvsfólk og politikarar og at
hesi við góðum felags stevi í
góðum samljóði megna at fjálga
um, skipa og útbyggja Sjóvar
kommunu á øllum økjum og
at vit í góðum samstarvi við
okkara grannakommunur væl
kunnu lyfta allar felags upp
gávur, til gagns fyri okkara
borgarar, sigur Artur Johansen.
Nyttar einki
Í stóru kommununi í økinum er
man væl vitandi um vantandi
viljan fyri nøkrum, ið bara
líkist einari samanlegging av
kommununum á Skálafjørði
num.
- Tað nyttar lítið at leggja
ástir saman við ein, sum ongar
leggur aftur ímóti. Í Eysturoy
vóru 63,7% ímóti kommunu
samanlegging og 36,3% fyri í
2012. Valluttøkan var 43%. Minn
ist meg rætt vóru ímillum 80
og 90% ímóti samanlegging í
Nes kommunu. Tí dugi eg ikki
rættiliga at síggja prosessina í
hesum høpinum í løtuni, sigur
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
í Runavíkar kommunu.
Borgarstjórin í Runavíkar
kommunu er tó sjálvur ikki heilt
avvísandi at kanna møguleikan,
um høvi býðst fyri tí seinni. Men
í verandi løtu verður orkan løgd í
at menna Runavíkar kommunu.
- Tað kann gott vera at vit
fara at hyggja uppá hetta við
kommunusamanlegging, men
útgangsstøðið hjá mær er í
hvussu er í løtuni, at fáa Runa
víkar kommunu at virka so væl
sum til ber hiðani og frameftir.
Eisini fyri at hon kann gerast
ein áhugaverdur partur hjá
Tórshavnar kommunu at sam
starva við á onkrum økjum,
sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hóast tað ikki er langt millum bygdirnar, so húsast tríggjar kommunur kring fjørðin