Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 18 STARVIÐ SUM LØGTINGSFÓLK N ú kjak hevur tikið seg upp um, hvørt ting­arbeiðið er nóg lokk­andi fyri fólk í leiðandi størvum, hava vit hugt eftir útbúgvingunum hjá teimum, sum vald eru í dag. Hetta kann siga nakað um hvørji størv ella hvørja løn hesi hava ella hava havt uttan fyri politiska ar­ beið­ið. Tað, sum stendur á lista­num her, er beinleiðis endur­givið av heimasíðuni hjá Løg­tinginum. Har ber til at lesa um útbúgvingarnar hjá øllum – uttan Edmund Joensen og Jacob Vestergaard. Tó vita vit, at tann seinni er útbúgvin løg­ reglumaður.   Fólkaflokkurin JÓGVAN Á LAKJUNI hevur lærara­út­búgving og eftirútbúgvin á Fróðskaparsetri Føroya.  ELSEBETH MERCEDIS GUNNLEYGSDÓTTIR er útbúgvin løgreglukvinna JÁKUP MIKKELSEN hevur læraraútbúgving og testamuir in english JACOB VESTERGAARD er útbúgving løgreglumaður (annars stendur ikki nágreina um Jacob Vestergaard hevur aðrar útbúgvingar) JØRGEN NICLASEN hevur studentsprógv frá mat/fys deildini í Hoydølum.  JOEN MAGNUS RASMUSSEN er útbúgvin skrivstovumaður.    Sambandsflokkurin BÁRÐUR Á STEIG NIELSEN er útbúgvin grannskoðari, hevur HD 1. part, og hevur annars tikið ávís fak innan merkonom.  EDMUND JOENSEN – har stendur einki á heimasíðuni um hansara útbúgvingarviðurskifti.  KAJ LEO HOLM JOHANNESEN er útbúgvin skipsførari MAGNUS RASMUSSEN er útbúgvin lærari BJØRN KALSØ hevur studentsprógv, er útbúgvin húsasmiður og hevur læraraprógv.   Javnaðarflokkurin HENRIK OLD er útbúgvin fiskiskipari BJARNI HAMMER er útbúgvin løgreglumaður HELENA DAM Á NEYSTABØ er cand.mag og hevur M.P.M (Master of Public Management) JÓNLEIF JOHANNESEN er útbúgvin fólkaskúlalærari KRISTIANNA WINTHER POULSEN er cand.mag og Master of Business & Administratoin DJÓNI NOLSØE JOENSEN er útbúgvin námsfrøðingur   Sjálvstýri JÓGVAN SKORHEIM hevur handilsútbúgving KÁRI P. HØJGAARD hevur realprógv av Glyvrum   Tjóðveldi BJØRT SAMUELSEN er útbúgvin journalistur og kandidatur í matvøruverkfrøði, cand.brom PÁLL Á REYNATÚGVU er útbúgvin fysioterapeutur og hevur diplomútbúgving í leiðslu og frálæru KATRIN KALLSBERG er serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp MAGNI ARGE hevur bachelor í samfelagsfrøði, EA í føroyskum og tillægsuddannelse í Danmarks Journalistskole ÓLUVÁ ELIN KLETTSKARÐ er cand.mag í søgu, føroyskum máli og bókmentum PAULI TRÓND PETERSEN er marknaðarøkonomur og hevur bankaútbúgving ANNITA Á FRÍÐRISMØRK er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur bachelor í stjórnmálafrøði   Framsókn HANNA JENSEN er MA í føroyskum og fronskum máli og bókmentum  RUTH VANG er ljósmóðir, hevur HD í rokniskapi, fíggjarstýring & fíggjarligur ráðgevi.  Miðflokkurin BILL JUSTINUSSEN er málsligur studentur og hevur Handilsskúla, HD – 1. part. JENIS AV RANA er serlækni í “almen medicin” frá universitetinum í Århus í 1983.    Uttanflokkatingfólk KRISTIN MICHELSEN hevur bankaútbúgving og útbúgving sum timburmaður SONJA JÓGVANSDÓTTIR er stjórnmálafrøðingur MAGNI LAKSÁFOSS er búskaparfrøðingur  Er løgtingsarbeiði ov illa lønt ella ikki nóg professionelt? Tað er tað, sum mangir føroyingar kjakast um í hesum døgum. Orsøkin er, at ein stjóri í privata vinnulívinum hevur víst á orsøkir til, at fólk í leiðandi størvum ikki halda tingarbeiði verða lokkandi BARBARA HOLM   - Lønin er ikki kappingarfør í mun til leiðandi størv í privatu vinnu­ni. Løgtingsarbeiði er bert hálv­tíðar­starv, og tað er ikki líka nemt at fáa álitisstørv við síðun­ ar av løgtingsarbeiðnum. Og løg­ tingsarbeiði er ikki so væl plan­lagt, so tað er trupult at hava starv við síðunar av. Løg­tings­ar­beiði er ikki attraktivt í form av effektiviteti, tí man situr í sum­m­um førum og brúkar nógva tíð at diskutera smá mál. Og fólk í leið­andi størvum hava kanska ikki tolsemi at sita í tingi­num við tí máta­num tað verður arbeitt upp á.  Hesi vóru skoðsmálini, sum Gudny Langgaard, stjóri í Vága Flog­havn, gav starvinum sum ting­fólk í Dagur&Viku í vikuni. Hendan útsøgnin kemur í kjala­ vørri­num av aðrari miðling hjá Kring­varpinum í sambandi við upp­stilling til løgtingsval, og hvussu tað yvirskipað eydnast flokk­unum at fáa fólk á listarnar til komandi løgtingsvalið. Hend­ an útsagnin hevur elvt til øsing og heitt orðaskifti. Her á síðun­ um kanst tú lesa meira um, hvat fólk hava sagt um hetta evnið sein­astu dagarnar. Hesa útbúgving hava tingfólk: ER STARVIÐ SUM TINGFÓLK EITT GOTT ELLA RINGT STARV?