Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 19 - Vit fáa sera góða løn Spurningurin, um løgtings­ arbeið­ið er ov illa lønt – og kanska ikki er nóg professionelt – hevur verið nógv umrøddur í sosialu miðlunum seinastu dagarnar, og sum tíðin er liðin, eru tað fleiri og fleiri, sum hava latið hoyra frá sær í hesum sam­ bandi. Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn, segði í KvF í viku­ni, at lønin hjá løgtingsfólki er ikki kappingarfør í mun til lønir í leiðandi størvum í privatu vinnu­ni, og fólk hava kanska ikki tolsemi at sita í løgtinginum við tí mátanum, sum arbeitt verð­ur uppá. Hanus Samró sigur á sínari Face­book-síðu í dag, at løgtingið skal vera fyri øll – og ikki bara fyri tey fáu. - Og nei, vit skulu ikki hava fleiri leiðarar ella akademikarar í løgtingið. Í staðin eiga vit at stremba eftir so fjølbroyttari um­boðan sum gjørligt - palle­ba, marsannu, rørsmiðjum, frisør­ um, ungum, egnarum og you name it, sum hann tekur til. Hanus Samró vísir á, at tað er ein heiður og æra at um­boða fólkið, og um tað ikki er nóg mikið, hava leiðararnir og aka­ demikararnir einki at gera í løg­ tinginum, sum hann málber seg. Floksfelagin og løg­tings­ limur­in, Jógvan á Lakjuni, tekur so­leiðis til á tráðnum hjá Hanusi Samró: - Samdur við tær, Hanus. Óhugnaligt og stór skomm at hoyra, at 40.000 krónur um mán­ að­in ikki skal vera nóg mikið fyri at sita í løgtinginum.  Jógvan á Lakjuni reisir spurn­ ing­in, hvat tímalønt, arbeiðs­ menn og arbeiðskvinnur munnu hugsa, tá tey hoyra slíkt - tey, sum kanska bara tjena helm­ ing­in av hesum fyri eina harða 40 tíma viku! Løgtingslimurin heldur, at 40.000 krónur er ein sera góð løn, og hann sigur, at løgtingslimir, sum ikki eru nøgdir við hetta, eiga at halda seg frá at stilla upp. - Tú fert ikki upp í politikk fyri at fáa eina góða løn, men tí tú hevur okkurt upp á hjarta, sig­ur Jógvan á Lakjuni. T að er ótrúliga undarligt at siga, at fólk aftra seg við at stilla til løgtingsval tí at lønin er ov lítil. Tað heldur Hans Joen­sen, formaður í Havnar Arbeiðara­felag.  Lønin hjá løgtingslimum er einar 40.000 krónur um mánaðin og Hans Joensen heldur, at er hug­burðurin, at tann lønin er ov lág, er hugburðurin kanska eisini, at tað bara skulu vera fólk í leiðandi størvum, reiðarar og stjórar, sum skulu sita á Løg­ tingi. –  Hjá einum verkafólki er 40.000 krónur ikki ein vánalig mánaðarløn, tí tað er næstan tvær ferðir so nógv, eitt verka­ fólk vanliga tjenar, sigur hann. Hinvegin undrast hann eisini eisini eisini á, hví tað eru so fá verkafólk, sum stilla upp til Løgtingið. Í Løgtinginum í dag er ikki eitt tað einasta verka­ fólk. Henrik Old er skipari, annars hava øll hini eina bók­ liga útbúgving av onkrum slagi, ella hava í minsta lagi virk­að sum leiðarar, stjórar og arbeiðs­ gevarar. – Eg veit ikki, hvussu tað ber til. Tað kann so ikki bara vera lønin, sum dregur, tí eitt verkafólk, sum verður løgtingslimur, fer 100 prosent upp í løn, sigur Hans Joen­sen. Hann heldur eisini, at tað hevði verið grundarlag fyri at valt verkafólk inn á ting, tí bara í arbeiðarafeløgunum eru einir 7.000 limir, umframt hand­ verkarar og fiskimenn. Og hann heldur eisini, at tað hevði verið stórliga brúk fyri at fingið verkafólk inn á ting. Sum støðan er í dag, er tað eingin, sum røkir áhugamálini hjá verkafólki, og sostatt er heldur eingin mótvekt í Løgtinginum ímóti sjónarmiðjum hjá aka­ demikarum, stjórum og reiðar­ um, sigur hann. Eftir hansara tykki eru eisini teir gomlu, siðbundnu verka­ mannaflokkarnir, Javnað­ar­ flokk­urin og Tjóðveldið, fánað­ ir burtur, tí har eru heldur ein­gi verkafólk longur. Í roynd og veru er at kalla eingin munur á flokkunum longur í so máta, tí tað er ber illa til at siga, at ein flokkur er meiri arbeiðara­ vinarligur enn ein annar, leggur hann afturat.  Í hesum sambandi vísir hann á, at verkfalsrætturin er nakað, fak­feløg hava stríðst fyri í eina øld. Men undir seinastu sam­gongu varð hann brádliga mun­andi skerdur. Skal verkfall lýsast, er tað nú lógarfest, at vit skulu boða frá tí minst 48 tímar frammanundan. Og hóast tveir flokkar, sum hava kallað seg verka­mannaflokkar, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, nú hava sitið í samgongu í skjótt fýra ár, er tann reglan ikki avtikin enn, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðara­felag.  Hann heldur ikki, at val­ skipan­in er ein orsøk til, at eingi verkafólk eru á Løgtingið long­ ur. At Føroyar eru eitt valdømi, skuldi bara gjørt tað lættari hjá ein­um valevni at fingið neyðugu at­kvøðurnar, tí nú kunnu val­ evni fiska eftir atkvøðum í øllum landinum, sigur hann. Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, skrivar soleiðis: “Eg skilji ikki at fólk við manglandi vitan kallað løgtingsarbeiði eitt hálvtíðarstarv.Eg setti mær fyri floksins vegna fyri nøkrum árum síðani at registrera uml. hvat tímatal ein løgtingslimur arbeiðir í meðal um árið.Hetta umfatar løgtingsfundir, nevndarfundir í løgtinginum, fundarvirksemi í flokkinum, vit komu til eitt tímatal uppá uml. 2000 tímar um árið. Um tit ikki hava ánilsi av hvat eitt løgtingsarbeiði er, so skilji eg ikki at tit tíma at gerða tykkum til serfrøðingar. Ein arbeiðsmaður arbeiðir uml 1800 tímar um árið uttan yvirtíð, tað kallið eg ikki eitt hálvtíðarstarv.”  Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvík skrivar soleiðis: “Eri paff, at hoyra slíkt úttalilsi, sum í D&V í kvøld. Havi hildið, at løgtingsarbeiði er fulltíðarstarv? Vildi mett tað er, um man veruliga er til arbeiðis. So er spurningurin, hvar er idealisman og tað at gera mun blivið av í føroyinginum. So ómetaliga ósympatiskt, at alt tos er blivið um pengar og hvussu nógv vit kunnu tjena! Lønin er slett ikki so galin. Í løgtinginum sita fleiri fólk við hægri útbúgving enn tað eru verkafólk. So eg haldi, at tey vælútbúnu við góðum størvum, skulu bara halda seg til tað, um pengapungurin stýrir so dyggiliga. Haldi at Føroyar eru betri tjentar við fólki sum eru meiri idealistisk enn tað.”  Brandur Sandoy, tingmaður, skrivar millum annað soleiðis: “Hetta eri eg púra ósamdur í. Lønin fyri at sita á Tingi er ikki ov lág. Ein løn sum táttar í 40.000 kr er ein høg løn, og ein løn sum ikki eigur at halda nøkrum aftur at stilla upp. Tann sum ikki klára seg við eina løn á 40.000 kr um mánaðin hevur gott av at fáa eitt innlit í hvussu veruleikin hongur saman hjá teimum sum ikki hava hesa tornhøgu lønina. Eg kenni nógv fólk sum kundu hugsa sær at farið UPP á 40.000 kr um mánaðin. Endamálið kann ikki verða at tey somu fáu fólkini í FO skulu inn allastaðni og styra øllum, nú eisini Tinginum. Tingið skal verða umboðandi øll øki í landinum, burdi tað í øllum førum, og umboðandi so stórt spenni av samfelagsbólkum sum gjørligt, líka frá stjórum til folk við miðallangari útbúgving, til fólk við ongari útbúgving enn fólkaskulan.  Men hetta sær út at fara í søguna eftir hondini. Rákið er at tað eru tey somu fáa sum sleppa framat flógvu radiatorunum í Landsstýri og Løgtingi okkara, og eg haldi at tað er uppá tíðina at vit bjóða skipanini av, áðrenn hon koppar totalt.  Facebook kjak: Hatta var heilt ótrúliga undarligt