hósdagur 10. januar 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
20
VILMUND JACOBSEN
S
einasta
frígg jadag
skipaði Borg í Runavík
fyri hátíðarløtu, har
tey vildu heiðra 72 ára
gamla, Ragnhard Hansen, sum
hevur verið í starvi hjá fyri
tøkuni í stívliga 40 ár, bæði sum
bilførari, har hann í nógv ár
koyrdi timbur og aðrar vørur
út, goymslumaður – og í nøkur
ár eisini sum goymsluformaður.
Hóast tíðin hjá Højgaards
Handilsvirki, sum hevur røtur
heilt aftur til 1906 og í nýggjari
tíð gjørdist til Borg, gjørdist
lívsstarvið hjá Ragnhardi, var
hann eisini sjómaður í fleiri ár,
áðrenn hann á sumri í 1978 -
meira av tilvild - fór at hjálpa til
í saghúsinum hjá timburhandli
num, sum tá var beint uttan fyri
og undir vegnum, har Café Cibo
er í dag.
- Eg var mín síðsta túr til
skips á vári í 1978 sum avloysari
við rækjutrolaranum Kristinu
Logos. Hetta var eitt stórt og
nútímans skip við stórari inni
lokaðari verksmiðju.
Ragnhard Hansen sigur, at
teir vóru burtur í hálvan triðja til
tríggjar mánaðir, og tað var, eftir
at hann hevði verið heima í nakrar
fáar dagar, at hann varð ringdur
upp av Højgaards Handilsvirki.
- Tað var Kaj Højgaard, sum
ringdi til mín. Eg visti, hvør Kaj
var, tí beiggi mín, Jóhannus,
hevði tá arbeitt í timburhandli
num í nøkur ár. Beiggi mín
byrjaði her í 1969, og kanska var
tað hann, sum hevði borið upp á
mál, at eg var heimaftur komin.
Fyrispurningurin hjá Kaj Høj
gaard var, um Ragnhard hevði
viljað hjálpt til í saghúsinum í
eina viku, har plankar skuldu
klúgvast, og hetta var ov tungt
hjá einum manni at fáast við.
- Plankarnir skuldu brúkast
til útbygging av kirkjuni við
Sjógv á Strondum. Tað er eitt
sindur løgið at hugsa sær, at
henda eina vikan, eg varð biðin
um at hjálpa til í saghúsinum,
skuldi gerast til meira enn 40
ár! sigur Ragnhard Hansen
brosandi.
Sigldi í fleiri ár
Hyggja vit í stuttum gjøgnum
lívssøguna hjá hinum nú 72 ára
gamla, fór hann fyrstu ferð til
skips sum 16 ára gamal.
- Eg helt meg vera eitt sindur
gamlan, tá eg fór til skips, tí nógv
ir dreingir fóru longu, tá teir
vóru 14. Tað var ikki so vanligt, at
dreingir fóru í preliminerskúla
tá. Teir vildu heldur til skips, og
tað vóru meira genturnar, sum
høvdu hug at fara í skúla, haldi
eg.
Sum 13-14 ára gamal fór Ragn
hard Hansen at arbeiða á flaka
virkinum Lynfrost í Saltangará,
og her fekst hann serliga við at
“snara” hummara, sum tey róptu
tað.
- Bátar trolaðu eftir hummara
á Tangafirði, og tað kundi vera
ein nokso stór rúgva, sum teir
komu við.
Men, Ragnhard Hansen fekst
eisini við annað arbeiði, tá hann
varð liðugur við barnaskúlan. Eli
Hansen, pápabeiggi hansara,
bygdi sær hús á Líknagøtu um
hetta mundið, og tað var Esmar
Lamhauge úr Rituvík, sum stóð
fyri byggingini.
- Eg varð spurdur, um eg vildi
hjálpa til – at halda í og slíkt, og
eg segði, at tað kundi eg gott,
um eg ikki fekk nakran kjans
við skipi. Eg hjálpti so Esmari í
nakrar mánaðir, og mær dámdi
væl at fáast við hetta arbeiði.
Sjálvur heldur Ragnhard
Hansen, at hevði hann tá fingið
lærupláss sum húsasmiðjur,
hevði hann helst tikið av, men
har vóru ikki timburmeistarar,
sum høvdu útbúgving og sum tí
skil kundu taka lærling. Í staðin
vóru onkrir snikkarameistarar í
økinum, men hugurin hjá unga
dreinginum lá heldur til húsa
smíð.
- Seinni, tá eg fór at arbeiða
í timburhandlinum og koyra
timbur og annað út til viðskifta
fólk, dámdi mær eisini væl at
vera úti og síggja, meðan menn
smíðaðu, og her fingu vit nógv
góð prát um leyst og fast.
Byrjaði við Høganesi
Ragnhard Hansen fór sín fyrsta
túr til skips sum 16 ára gamal
NØVN
Ein vika gjørdist til
40 ár í sama starvi
- Tað er eitt sindur løgið at hugsa sær, at henda eina vikan, eg varð biðin um at hjálpa
til í saghúsinum hjá Højgaards Handilsvirki á sumri í 1978, skuldi gerast til meira
enn 40 ár, sigur Ragnhard Hansen, sum eisini hevur roynt tað mesta á havinum
Ragnhard Hansen er ógvuliga takksamur fyri hátíðarløtuna, sum Borg skipaði fyri seinasta fríggjadag,
tá starvsfelagar og familja høvdu høvi at heiðra hann fyri sína drúgvu og trúgvu tænastu í fyritøkuni