Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 21 við Høganesi hjá D.P. Højgaard, og tað var við Dia á Roykheyggi sum skipara. Hetta var um várið, og teir fóru til Íslands – upp til Jøkulin, teir rópa – at fiska bros­ mu við línu. - Vit høvdu eina buldrasliga ferð upp til Íslands, men eg slapp av við sjóverkin, sum dagarnir gingu. Vit fingu nokso fitt av góð­ari brosmu, og eg minnist, at hon var eitt sindur ring at kryvja. Tá vit komu aftur, var tíð til at fara á sild, og her var eg allar túrarnar í vertíðini. Ragnhard Hansen var við Høganesi í eitt ár og um veturin, tá teir vóru á ísfiski, sigldu teir gjarna niður til Aberdeen at selja. - Eftir at hava verið við Høga­ nesi, fór eg umborð á stálskipið Hav­alduna, sum D.P. Højgaard eisini átti, og her var eg árini 1964 og 1965. Fyrsti túrur var um summarið til Grønlands á salt­fiskaveiði við snellu, og tá veturin kom, vóru vit á ísfiski og sigldu niður við fiskinum. Meðan sluppirnar gjarna land­ aðu í Aberdeen, har stytri var at sigla, landaðu vit gjarna í Grims­ by ella Hull, sigur hann. Róði út í Grønlandi Sumrini 1966 og 1967 róði Ragn­ hard Hansen út í Gretefjørðinum í Grønlandi, sum liggur ein­ar fýra tímar suður úr Før­oyinga­ havnini. Teir búðu í skúrum í landi, og tað vóru skip úr Føroy­ inga­havnini, sum lógu og tóku ímóti fiskinum. Vanliga varð farið yvir til Grøn­lands í mai, og síðan varð róð út í Grønlandi til umleið hálv­an september, og øll veiðan var toskur. - Vit fiskaðu vanliga í seks­ær­ ingum. Her var nógvur fiskur at fáa, og hetta dámdi mær sera væl, sigur hann. Tá hann var heima um vetur­ in, arbeiddi Ragnhard Han­sen eitt nú á flakavirkinum Lynfrost og ymiskt annað fyrifallandi. - Mær dámdi væl at takast við ymiskt, tá eg var heima, og okkurt skifti arbeiddi eg á Stoypivirkinum hjá Oliveri Ras­ mussen, har vit stoyptu septik­ tangar, rør, flísar og annað. Royndi tað mesta Hóast tíðin hjá Ragnhardi Han­ sen hjá Højgaards Handilsvirki og seinni hjá Borg gjørdist meira enn 40 ár, so fekk hann á yngri árum kortini høvi at royna tað mesta á havinum eisini. - Í 1969 var eg við Oknini á hemaraveiði, og hetta var seinasta árið, at skipið fiskaði hemara. Vit fiskaðu hemara á Flemish Kap og Labrador-leiðini, og vit vóru eisini inni í Harbour Grace á túrinum. Árini 1970 og 1971 fiskaðu teir rækjur við Oknini í Vestur­ grønlandi. Tíðliga í sjeytiárunum var Ragn­hard Hansen aftur í Grøn­ landi og róði út, og hann var eitt nú í Føroyingahavnini saman við Jakku í Æðuvík í eitt ella tvey ár, og í øllum førum var hann har yviri summarið í 1973. - Jakku var bátsformaður við ein­um Nordafar-báti, og her var eg við. Tá útróðurin varð liðugur, keypti Jakku bátin og tók hann heim við sær til Før­ oya. Hann kallaði bátin Unn, og henda bátin høvdu teir í fleiri ár, áðrenn teir fingu Grethu. Fiskiskapurin í Grønlandi minkaði eftir hetta, og tí gjørdist tað ikki so áhugavert at fara yvir hagar. Arbeiddi heima Tey næstu árini arbeiddi Ragn­ hard Hansen uppi á landi, og her fekst hann við ymiskt. - Eitt nú arbeiddi eg hjá Arna Brattaberg, sum útbygdi Lyn­ frost. Jógvan Nónsgjógv var for­maður hjá honum í hesum arbeiði, og her var eg í nakrar mán­aðir. Hann sigur, at tað var eisini um hetta mundið, at Ove Berg hevði bygt nýggja Teyma­virkið og hevði fingið tvær sjálv­virk­ andi maskinur til at gera teymar. - Eftirspurningurin eftir teym­um var stórur – ikki bara í Før­oy­um, men eisini uttanlands. Hann hevði einar tveir mans til arbeiðis, og hesir arbeiddu frá klokkan 08 til 18. Men, hetta var ikki nóg mikið fyri at nøkta eftir­ spurn­ingin, so eg fór at hjálpa hon­um. Eg byrjaði at arbeiða klokkan 18, tá hinir báðir fóru til hús, og her stóð eg gjarna tað mesta av náttini. Soleiðis ar­ beiddi eg hjá Ova Berg í nakrar mán­aðir við at gera teymar, og hetta var, áðrenn Teymavirkið byrjaði at gera línuryggir. - Um várið í 1978 fór eg aftur til Grønlands. Hetta var sum av­loysari við rækjutrolaranum, Kristinu Logos við Ólavi Gregersen sum reiðara. Hetta var eitt gott og nútímans skip við innilokaðari verksmiðju. Tað var júst eftir at vera heimaftur komin á sumri í 1978, at Ragnhard Hansen, sum vit nevndu í byrjanini av hesi grein, varð biðin um at koma at hjálpa til í eina viku – í saghúsinum hjá Højgaards Handilsvirki í Saltangará. 40 ár í starvi Tað er nógv broytt hesi stívliga 40 árini, og tá Ragnhard Hansen byrjaði, høvdu húsini einki húsanummur. Øll hús høvdu heldur ikki veg og asfalt á vegnum. - Tað var altíð spennandi at koma út til viðskiftafólk. Tú fekk seðlar við nøvnum á, og var talan um nøvn, tú ikki kendi, mátti tú spyrja teg fyri, hvar fólk búðu. Í dag eru bæði húsa­nummur og gps’ari, um tú ivast. Soleiðis, sum eg minnist byrjan­ina, vóru tríggir bilar. Tveir størri og ein minni bilur á eini trý tons. Tá vóru eingir truckar og kranar, so alt mátti lyft­ast og berast, og gjarna var tað soleiðis, at vit bóru vørurnar undir tak. Tað kom eisini fyri, at maður smíðaði á loftinum í onkr­um húsi, og vit bóru timbur og plátur heilt upp á loftið. Tá alt skuldi lyftast og berast, var eisini neyðugt, at menn koyrdu saman í bilinum. Var vindur, kundi einsamallur maður ikki bera eina byggiplátu. Ragnhard Hansen sigur, at tey fyrstu árini var Eysturoyggin høvuðs­marknaðurin, men tá so brúgvin um Streymin kom og seinni eisini Norðskálatunnilin, vórðu javnan túrar koyrdir í Sundalagið og longur út um Eystur­oyarøkið. Eisini sum formaður Seint í nítiárunum varð Ragn­ hard Hansen spurdur, um hann ikki vildi átaka sær leiklutin sum for­maður fyri vørugoymsluna. - Tummas Jacobsen var vorðin sjúkur, og teir høvdu brúk fyri manni í hansara staði. Tað var Eli, pápabeiggi mín, sum rópti meg inn á skrivstovuna henda dagin. Tá hevði eg í fleiri ár koyrt vørur út saman við øðrum – og eisini saman beiggja mín­um, Jóhannusi. Eg segði við Eli, at eg kundi royna at taka henda leiklutin upp á meg – og um tað ikki gekk, so kundu teir spyrja onkran annan. Eg var so formaður her, til fyritøkan varð seld í 2005. Tá fyritøkan hjá Klementi Petersen og Klaks­ víkin komu uppí samtakið, og alt varð deilt meira upp, helt eg, at nú var tíðin komin at lata onkran annan átaka sær hetta arbeiði. Ragnhard Hansen sigur, at hann síðan fór at taka sær av tí trýst­impregneraða í staðin, og hetta hevur síðan verið hansara upp­gáva og høvuðsábyrgd í fyri­ tøkuni. - Hetta er alt tilfar, sum stendur vælskipað úti, og tá løt­ur hava verið, havi eg eisini hjálpt til inni á goymsluni annars. Umstøðurnar úti eru vorðn­ar so nógv betri, enn tær vóru, og her er lyftivognur og skip­aðir básar, sum gera alt nógv lættari at halda skil á. Síðan Ragnhard Hansen for­ taldi Rodmundi Nielsen, eigara av Borg-samtakinum, at hann ætlaði sær at gevast, hevur hann hjálpt nýggja manninum í hansara starvi at seta seg inn í tingini. - Nýggi maðurin er Jonhard Han­sen, sum eg eri pápabeiggi at, og hann er longu komin væl í gongd, sigur Ragnhard Hansen brosandi. Eitt gott arbeiðspláss Tá tú hevur verið í starvi á sama arbeiðsplássi í stívliga 40 ár, eigur ikki at vera neyðugt at spyrja, um fólk hava trivist. - Eg havi verið ógvuliga glaður fyri mítt arbeiðspláss, og tá eg skal vera púra erligur, kann eg ikki minnast nakran morgun, har eg ikki hava tímað avstað til arbeiðis. Eg havi havt góðar og dugnaligar starvsfelagar, og hetta hevur øll árini verið eitt gott arbeiðspláss. Ragnhard Hansen sigur, at fyritøkan er nógv broytt í hansara tíð, og hann heldur, at ikki minst Rodmundur Nielsen hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa fólk at trívast – og fyri­ tøkuna at mennast. - Rodmundur Nielsen sigur ting­ini, sum tey eru, og hetta dám­ar mær væl. Hann er ein góð­ur leiðari, sum dugir væl at fáa tað besta burtur úr fólki­ num. Síðan Rodmundur Niel­ s­en gjørdist eigari, hava vit ár­ liga gjørt túrar, bæði her heima og uttanlands, og hetta hevur avgjørt verið við til at saman­ sjóða samtakið. Ragnhard Hansen er ógvuliga takk­samur fyri hátíðarløtuna, sum Borg skipaði fyri seinasta fríggjadag, tá starvsfelagar og familja høvdu høvi at heiðra hann fyri sína drúgvu og trúgvu tænastu í fyritøkuni. - Hetta var ein stak hugnalig løta, sum eg og mín familja eru ógvu­liga takksom fyri. Rod­ mund­ur Nielsen hevur spurt meg, um hann onkuntíð kann ringja eftir mær, um okkurt fyri­fallandi er, og eg havi sagt, at tað kann hann saktans. Mær dámdi sjólívið væl, og mær hevur dámt serstakliga væl í handils­fyritøkuni. Nú eri eg 72 ár, so tað verður neyvan eg, sum fari at fáa mær Bláu Bók og fari aftur til skips. Eg havi eina familju og hús at taka mær av, og hvør veit, um eg ikki eisini fari at ganga til fimleik fyri 67 pluss saman við góðum fólkum sum Henn­ingi Bøgesvang og øðrum her í Runavík, sigur Ragnhard Han­sen brosandi. Borg-fyritøkan Tað var hin 21. september 2007, at tær tríggjar fyritøkurnar, P/F Højgaards Handilsvirki, P/F Kle­ment Petersen og P/F Timb­ ur­handilin í Klaksvík, vórðu samlaðar undir navni­num, Borg. Hetta varð gjørt fyri, at fyri­ tøkan skuldi hava eitt felags and­lit úteftir og fyri at savna alt virk­semi í einum og sama felag. Tað var P/F KN, sum stovnaði P/F Borg, og fram til 1. august í 2011 áttu Jónsvein Knudsen, sáli, Rodmundur Nielsen og Jóhan­ nus Danielsen felagið. Frá 1. august í 2011 gjørdist Rod­mundur Nielsen einsamallur eigari av P/F Borg. Tað var í oktober í 2005, at P/F KN yvirtók partabrøvini í P/F Højgaards Handilsvirki, og í mai 2006 keypti felagið Timbur­ handil­in í Klaksvík og P/F Kle­ ment Petersen í Saltangará. Fyritøkan Borg er í dag eitt handilsvirki við deildum í Runa­ vík og Klaksvík – og herfyri keypti felagið so eisini P/F Havn­ ar Timburhandil. - Eg havi havt nógvar góðar og dugnaligar starvsfelagar gjøgnum øll hesi ár, og vit hava havt góðar leiðslur. Rodmundur Nielsen, sum eigur fyritøkuna í dag, hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa fólk at trívast, sigur Ragnhard Hansen