Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 22 VERÐUR TRUPULT AT VIЭGERA SJÚKUR SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR - Tað eru aloftast kommunu­ lækn­ar­nir, sum útskriva penisil­ l­in og líknandi heiluvág, og teir hava vegleiðingar til, hvussu teir skula útskriva heilu­vágin soleiðis, at vit kunna skáka okkum undan einari mót­støðu­ virkandi bakteriu­menn­ing. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslæknin í Føroyum. – Bakteriur eru ógvuliga sterk­ar og tillaga seg um­ støður­nar lutfalsliga skjótt. Tað merkir, at samanborið við menningina av heiluvági so er fram­gongdin á bakteriuni nógv skjótari, sigur Lars Fodgaard Møller, og tað kann lættliga gerast ein trupulleiki, tí brádliga kann tað gerast ógvuliga trupult at viðgera einkultar sjúkur sum for­kølilsi, bruna og hjá­holu­ bruna. – Tað er umráðandi, at sjúk­ ling­urin verður kannaður gjølla soleiðis, at rætti heili­ vágur­in verður útskrivaður. Á henda hátt kunna vit berjast móti menningini av mót­støðu­ virk­andi bakterium, sigur Lars Fodgaard Møller. – Í Norðanlondum hava vit enn ikki sæð nakra bakteriu­ menn­ing, sum vit ikki kunna við­gera við penisillini og øðrum anti­bakteriellum heilivági. Hetta merkir, at tað er møguligt at verja okkum móti hesari menn­ing, hóast tað í øðrum lond­um eru mótstøðuførar bakteriur. – Í Asia og Afrika er hetta ein afturvendandi trupulleiki, sum ikki er lættur at basa, sigur Lars Fodgaard Møller. Avgerðin er lutfalslig Avgerðin at útflýggja penisillin er ein lutfalslig avgerðø Tað vil siga, at avgerðin liggur hjá ein­staka læknanum, um hann metur tað vera neyðugt ella ikki at útflýggja penisillin. Tískil kann tað koma fyri, at læknin ikki útskrivar penisillin beina­ veg­in, og sjúklingurin verður noydd­ur at bíða. Tó er tað umráðandi, at sjúklingurin ikki verður settur í váða. Avgerðin skal tískil takast við atliti til sjúk­lingin, soleiðis at hann kann gerast frískur og ikki verður skaddur av sjúkuni. – Avgerðin at geva pensillin liggur hjá læknanum. Aftaná at læknin hevur gjørt gjølla kann­ ing, kann hann staðfesta, um ein hevur tørv á penisillini ella ikki, soleiðis at ein fær røttu við­ gerð fyri sjúkuna og ikki tekur óneyðugan heilivág, sum ikki kann viðgera sjúkuna, sigur Lars Fod­gaard Møller. – Um ein sjúklingur til dømis ikki hevur eina bakteriella sjúku, men heldur er sjúkur av einum virusi, so nyttar ikki at geva sjúklinginum penisillin, tí tað kann ikki basa einum virus­ bruna, greiðir hann frá. Tað er eisini umráðandi, at penisillin ikki verður útflýggjað, áðr­enn sjúkan er staðfest. – Hóast útflýggjanin av penisillini í Norðanlondum er ógvu­liga drálandi, so er tað ikki so­leiðis aðrastaðni í heiminum. Tað eru fleiri lond, sum longu stríðast við bakteriur, sum penisillin­ið ikki kann basa ella bróta niður. Hesar bakteriur kunna smitta og menna aðrar baketri­ur soleiðis, at tað gerst trupult hjá okkum hjálpa sjúk­ ling­um at berja sjúkur niður, sum annars eru púra vanligar, greið­ir Lars Fodgaard Møller frá. Eitt nú gerst tað truplari at berja ymiskar bakteriur niður, sum vit hava stíðst við áður og hava bart niður, eitt nú Myco­ bakteium Tuberklar og Typhi Salmonella. Mycobakteium Tuberklar og Typhi Salmonella eru bakteriellar sjúkur, ið vanliga verða viðgjørdar við penisillini, men nú eru vorðnar so mikið mót­støðuførar, at tær krevja lang­tíðarviðgerð við einum ávís­ um slagi av penisillini, og tað er bara hetta slagið av penisillini, ið virkar til at basa sjúkunum. Tískil gerst tað ein avbjóðing at geva eina viðgerð fyri sjúkuna, um bakterian gerst mótstøðufør fyri hesum eina slagnum av penisillini, sum kann basa bakteriuni. Umráðandi við neyvari kanningum Tá tað ræður um sjúkur og viðgerðarhættir, er tað trygdin og vælferðin hjá sjúklinginum sum kemur í fyrstu røð. – Tað er tískil í allar størsta álvara, tá sagt verður, at tað er umráðandi við neyvari og gjøllari kanningum, tá tað ræð­ ur um at útflýggja penisillin. Bara soleiðis kunna vit ansa okkum við yvirnýtsluni av penisillin­inum og menningini av mót­støðu­førum bakterium, sigur Lars Fodgaard Møller. – Tað finnast vegleiðingar til læknan, hvussu penisillinið skal útflýggjast, og sagt verður eisini, at gjøllar kanningar skula gerast, áðrenn heilivágur til við­ gerðir verður útflýggjaður. Um­ ráðandi er eisini við gjøllum kann­ingum, tí annars gerst tað ein vansi, at trupulleikin við við­ gerðum av púra vanligum sjúk­ um gerst sera torgreiddur og fløkt­ur, og tað er vandamikið, sigur Lars Fodgaard Møller. Atlit verður serliga tikið til neyvari kanningar, tá talan er um børn og útflýggjan av heili­ vági, soleiðis at penisillinið ikki Mótstøðuførar bakteriur elva til óviðgerðandi sjúkur. Vit skulu bert útskriva heilivág sum pensilin, tá tað er neyðugt. Tað er umráðandi, at kanningar verða gjørdar soleiðis, at rætti heilivágur verður útskrivaður til ávísar sjúkur, sigur landslæknin