hósdagur 10. januar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
23
gerst óvirki hjá teimum. Tá er
tað umráðandi, at man fyrst og
fremst finnur fram til, um talan
er um virus ella bakteriu, og
síðan at sjúklingurin fær røttu
viðgerð, áðrenn avgerðin at geva
penisillin verður tikin.
– Í Norðanlondum ber tað
bert til at fáa penisillin gjøgn
um útflýggjan av resept frá
læknanum. Hetta merkir, at
tað ikki ber til at fara inn á eitt
apotek og keypa penisillin sum
handkeyp, men at tað krevst,
at hvør einstaklingur skal hava
eina ávísing frá læknanum til
hetta. Eisini er tað serliga um
ráðandi, at sjúklingurin fylgir
vegleiðingini frá læknanum og
tekur heilivágin soleiðis, sum
vegleiðingin sigur, greiðir Lars
Fodgaard Møller frá.
Man skal bert útskriva slíkan
heilivág, tá tað er neyðugt, og
tað er umráðandi, at kanningar
verða gjørdar soleiðis, at rætti
heilivágur verður útskrivaður
til ávísar sjúkur/bakteriur, so at
bakterian ikki gerst mótstøðufør
móti øllum penisillini, sigur
hann.
Eitt spark aftur í 1930
Fyrstu ferð penisillin
var nýtt sum heiluvágur
var í 1942, tað var ein
kvinna, ið kallaðist Anne
Miller, sum fekk fyrstu
væleydnaðu viðgerðina
við penisillini. Penisillin
var upprunaliga funnið av
einum manni, ið bar navnið
Alexander Flemming. Hann
vann Nobelheiðursløn fyri
sítt avrik og sigst, at hann
í sínari takkartalu ávaraði
móti yvirnýtsluni av
penisillininum í framtíðini,
tí bakterian kundi gerast
mótstøðufør.
Í
mun til onnur sløg av
antibakteriellum heili
vági, so er sølan av
penisillini størri enn
sølan av øðrum heilivági í
sama bólki. Sjálvandi er hetta
knýtt at hvørjari bakteriu
ein stríðist við og av tí sama
verður ymiskur heilivágur
útflýggjaður. Men hóast
hetta, so vísir tað seg, at sølan
av penisillini er munandi
størri enn sølan av øllum
øðrum antibakteriellum
heilivágum, og er hetta
galdandi fyri øll norðanlond.
Verður hugt eftir seinastu
árunum, so ber hóast alt til at
staðfesta, at í flestu førum er
sølan lækkað støðugt síðan
2005 og fram til 2016.
Serliga sæst minking í
søluni, tá hugt veður eftir
Føroyum, Norra og Svøríki
samanborið
við
onnur
norðanlond har sølan heldur
er vaksandi. Hetta sæst
serliga, tá er talan um Ísland
og Grønland.
Hyggja vit eftir søluni
av
ymiskum
sløgum
av
penisillini
í
øllum
Norðanlondum ber til at
síggja, at serliga í Føroyum er
sølan lækkað síðan 2005. Tað
sæst tó ein vøkstur í 2015, har
tað var selt meira enn áðrenn,
men annars hevur sølan verið
lækkandi og lækkaði aftur
munandi í 2016.
Orsøkin til at sølan í
Grønlandi og Íslandi ikki
er lækkandi kann verða
ógvuliga ymisk. Serliga í
Grønlandi sæst stór hækkan í
søluni. Ein møgulig orsøk fyri
hesum kann verða, at trupul
leikin við kynssjúkum, er
vaksandi í Grønlandi, og krevst
pensillin heilivágur at viðgera
ta bakteriuna. Hetta staðfestir
Sine Berntsen og starvsfelagar
hennara í útgávuni “Internatio
nal Journal of Circumpolar
Health”.
Vandin við vøkstri av sølu
meinast at hava beinleiðis
samband við menningina av
mótstøðuførum bakterium.
Eitt nú í Kina, sum er eitt av
londunum sum framleiðir
Penisillin, er nýtslan og
inntøkan
av
penisillini
skakandi høg. Av tí sama er tað
ikki skelkandi, at tað er júst har
ein tann mest mótstøðuføra
bakterian er funnin. Bakterian
kallaðst MRC-1 og er immun
fyri øllum sløgum av heilivági.
Enntá Colistin heiliváginum,
sum er heilivágur brúktur móti
sterkum bakterium, sum eitt nú
E.Coli, ið er ein tarm bakteria.
Bakteriur sum MRC-1 kunna
»smitta« vanligar bakteriur, sum
vit kenna til í dag. Hesar vanligu
bakteriurnar kunna t.d. verða
forkølilsi. Timothy Walsh, ein
professari á universitetinum
í Cardiff, Wales, greiðir
soleiðis frá støðuni, tá MRC-1
verður global eru vit komin
til post-antibakterielle tíðina.
Vandin er tann, at fleiri fara at
doyggja av ígerðarsjúkum enn
tað eru fólk sum doyggja av
krabbameini. Sostatt staðfestir
Timothy Walsh, at tá fólk
gerast mótstøðufør mótvegis
penisillini ber til at samanbera
støðuna við eitt spark aftur í
1930ini, áðrenn penisillini var
uppfunnið.