hósdagur 10. januar 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
24
T
að var ikki so lætt at vaska
sær við hús, tá tað komu einir
fimm ella seks skitnir menn
heim úr smiðjuni. Tá var ofta
runnið niðan fyri at verða fyrstur, tí tað
var bara eitt vask, og tað var í køkinum.
Tað var eisini ein vatnbeholdari, sum tað
kallaðist, í komfýrinum. So tað var ein
øgilig trokan í køkinum. Mamma royndi
at geva okkum nakað av flógvum vatni.
Men tað endaði ofta við, at teir yngstu
endaðu úti undir lækjuni uttanfyri.
Høvdið og hárið vóru skitnast, so
høvdapúturnar vóru ikki altíð so hvítar.
Men tað bleiv nógv svomið. Smiðjan
stóð á Bakkanum, og haðani var stutt
til sjós. Tað mundi verða fáir dagar,
har ikki varð lopið á sjógv, men undir
krígnum bleiv oljan eitt vandamál.
Tað var tungolja, sum krússararnir og
destroyarnir brúktu. Tað sjónina, sum
eg - ella vit - sóu, sær man bara í biografi
ella í sjónvarpi nú á døgum.
Oljudálking, sum eingin
tók sær tykni av
Ofta tá ið ein hevði verið í Gøtu og keypt
fisk og kom niðan aftur á Gøtueiði, og
tað sást út á Skálafjørðin, kundu 6-8
destroyarar koma inn eftir. Tað byrjaði
við, at ein sá teir suðuri í fjørðinum. Kav
bátagørn vórðu sett millum Strendur og
Toftir. Tá máttu teir sik sakka, tí gørnini
umskaraðu hvørt annað. Var hann
sunnan í ættini, komu teir inn ímóti
Skipanesi, og so vendu teir. Teir sigldu
so hart, at teir løgdust á liðina. Tanga
báturin, sum teir skuldu fáa olju frá lá
áraka kirkjuna á Skála.
Tað skuldi gerast skjótt av. So tað løgdu
fýra skip á hvørja síðu av tangabátinum.
Allir átta fingu olju í senn, so tá ið ein var
fullur, vóru allir fullir. Tað var ofta, at tað,
sum var eftir í slangunum, fór á sjógv,
so tað bleiv ein øgilig dálking og fjøran
var full av olju. Tað varð sum at ganga í
einum stórum flugufangara. Ofta stóðu
skógvarnir fastir í fjøruni, so tá var ikki
lætt at svimja. Eisini kom eisini ofta olja
á kroppin og einki var at reinsa við uttan
margarin, og tað var skamtað. Tað fekst
ein lítil moli frá mammu, so var farið at
gníggja fyri at fáa oljuna av.
Eg havi hugleitt um hetta seinna,
tá ið eg lesi bløðini. Tá ið okkurt skip
hevur verið óheppið at missa nakrar
litrar av dieselolju á sjógvin, verður
roynt at finna syndaran, og tað verður
ikki lukkuligt fyri hann. Undir krígnum
gjørdi ongin vrøvl. Roykurin og oljan var
so nógv, at fjøllini luktaðu.
Tann einasta, sum eg visti var glað
fyri oljuna, var mamma. Vit hentaðu
altíð reka til at brenna, og tað var ofta
nógv olja á rekaviðinum, so hann logaði
væl.
Tað gekk long tíð, áðrenn øll tungoljan
fór úr fjøruni. Bátar vóru ofta illa
staddur av destroyarum, tí aldan var
stór frá teimum, og hon var hættislig
fyri sildabátar og torvbátar.
Tað var ofta, at ein brendi seg illa. Eg
minnist, at eg fór út at svala á mær. Tað
var sólskin úti, og tá ið eg fór inn aftur,
var ofta skýmligt í smiðjuni. Tá tók eg
um eitt reyðgløðandi jarn. Roykurin stóð
úr lógvanum. Á gólvinum stóð ein spann
við spiki og grindalýsi. Pápi rendi hond
ina niður í spannina. Tað hevði verið
betri at koyrt hondina í kalt vatn við
teirri vitan vit hava í dag.
Tað var altíð farið úr smiðjuni, um
farast skuldi onkustaðni. Var farið í
biograf hjá eingilskmonnum var farið
benleiðis úr smiðjuni. Vit vaskaðu
hendurnar og turkaði eitt sindur av
andlitinum. Vit sóðu, tá ið "Poppy" ella
"Juvel", sum sigldu við ljósbílætabilinum,
kom inn um Saltnes. Teir koyrdu bilin
upp á Skipanesi, so var farið til gongu
út til Søldarfjarðar.
"Tannlæknin" í Søldarfirði
Eg var onkuntíð ringur av tannapínu. Tá
orkaði eg ikki at arbeiða. Tað var langt at
fara út í Heiðarnar, nú eitur tað Runavík,
til Einar Djurhuus, sum var lækni har í
eitt mannaminni. Tá ið heilt illa stóð til
var farið við báti. Tá bleiv heitt á Petur
í Ytstahúsi, systkinabarnið. Hann hevði
maskinbát.
Tá ið eg hevði tannapínu, fór eg út til
Søldarfjarðar til Jacob Hendrik Isaksen,
sum var abbi Eiler Jacobsen. Hann
hevði eitt komplett sett av tongum frá
tí, at hann førdi skip. Hann átti sjálvur
sluppina, sum æt "Margreta".
Hann segði, at tað var ring støða at
koma í umborð, tá ið menn fingu tanna
pínu. Tá kláraðu teir ikki at standa við
snøri. Teir høvdu bara segl, so tað var
ikki bara at siga tað at fara inn til lækna
ella tannlækn. Tað kundi taka eina heila
viku, so hann søkti um at fáa greiðir at
taka tenn við. Hann fekk tengur men
ikki doyving.
Eg minnist ein dagin eg fór beint úr
smiðjuni út at taka eina tonn. Tá ið eg
gangi upp trappurnar og skal lata upp,
kemur Rasmus út, rópandi og grátandi
og haldandi um munnin. Blóðsprænurin
stóð út í millum fingrarnar.
Eg spyrji Rasmus, hvat feilar. Hann
segði, at Jákup Hendrik hevði roynt at
taka ein jaksl, men hann brotnaði, so
hann fekk ikki tonnina út. Hann fór
grátandi niðan í Klova.
Men so fari eg inn, men ikki var tað
hugaligt. Tað gekk tó betri hjá mær.
Jákup Hendrik tók tonnina, og eg skuldi
bara skola munnin í flógvum vatni.
Bar illa til at myrkaleggja.
Av tí at tað var so nógv rok av flúgv
arum undir krígnum stoypti pápi eitt
hálvtak á smiðjuni at verja fyri kúlum,
tí flúgvararnir skutu øgiligt. So var tað
myrkaleggingin, sum bleiv ein trupul
leiki. Man fekk illa myrkalagt smiðjuna.
Roykurin fór upp ígjøgnum takið. Har
var eingin skorsteinur, so glæman sást
eisini upp í gjøgnum takið.
Tað vóru um fýrati ella fimti skip og
bátar, sum vit smíðaðu til. Vit umvældu
nakrar bilar, sum tann hjá Petur Weihe,
Óli Jacobsen
VALDIMAR TÓMASSON:
SKIPARI SUM TANNLÆKNI
Í hesum seinasta parti á hesum sinni greiðir Valdimar eisini frá, tá ið tey í
húsinum blivu adventistar. Men fyrst verður farið aftur í smiðjuna
5. partur
Siðsøga
Jákup Hendrik Isaksen,
skiparin, sum trekti tenn
Modellskip hjá Valdimar av “William Martin”, ein góður
kundi hjá smiðjuni hjá pápa Valdimar