hósdagur 10. januar 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
25
tann hjá Jákup Hendriki og Símuni á
Høgabóli.
Tá ið kríggið byrjaði bleiv nógv um
vælt, tí einki nýtt jarn var at nýta. Til
dømis vóru hestaskógvarnir sálaðir. Tað
blivu trý stykkir slagloddað við messing
uppá.
Ein strandingur segði við meg, at
tað var bara pápi, sum visti, hvussu tað
skuldi síggja út, so gjørdi hann tað.
Tað vóru orðatøk, sum gingu aftur
í smiðjuni. Eitt var “ég eri bæði óður
og móður” á íslendskum. Tað var Ingi
mundur, íslendingurin, sum búði nøkur
ár í Rituvík, sum stóð fyri hesum orða
felli. Hann hevði eina systir, Laura, sum
var gift í Rituvík. Hann kom gangandi
allan vegin inn í smiðjuna. Í tí hann
kemur inn sigur hann tað á føroyskum,
at “eg eri bæði óður og móður”, og hann
var vátur eisini. Sum eg havi nevnt fyrr,
vóru menn ofta illa komnir at ganga
langan veg.
Nú segði Tómas Tómasson, beiggi
mín, at ein maður kom inn til okkara.
Hann var rennandi vátur. Mamma skuldi
fara at turka nakað av klæðunum. Hann
segði, at tað skuldi hon ikki, tí hann hevði
ætlað at farið í rein undirklæði, áðrenn
hann fór frá húsum.
Nú hevði hann gingið so leingið í hes
um, so tað var gott, tí nú fekk hann skift í
turt, tá ið hann kom til húsar aftur. Hevði
hann skift, áðrenn hann fór av húsum,
hevði hann einki havt at skifta við, tá
hann kom heim. Hetta var so vanligt.
Gjørdust adventistar
Pápi og mamma blivu adventistar í 1924.
Tað var ein danskur adventistaprestur,
Valdemar Jacobsen, sum ferðaðist runt
í landinum við boðskapinum, og hann
legði grundarlagið undir adventista
samkomuni í Føroyum. Hann druknaði
seinni, og eg eiti eftir honum. At gerast
adventistur tá í tíðini var ikki væl upp
tikið av øllum, men sum við øllum øðrum
javnaði hetta seg seinni.
Mamma og pápi blivu doypt í fjøruni
á einum lítlum sandi undir smiðjuni, so
tað bleiv ikki arbeitt leygardag og heldur
ikki sunnudag fyri ikki at provokera. Tað
vóru heitar umrøður um trúarmál, men
tá ið eg komi í smiðjuna, var tað avfjara.
Tá Bíblian lá á tí norðara amboltinum, tí
tað tók ov langa tíð at fara til hús eftir
henni, um tørvur var á henni.
Søgan hjá adventistunum í Føroyum
er tann, at í 1913 komu tveir danir til
Føroyar sum bókasølumenn og trú
boðarar fyri Adventistasamkomuna.
Teirra vóru Valdemar Jacobsen og Gas
ton Emanuel Christiansen (hann broytti
seinni navn til Westman og varð síðani
best kendur undir hesum navninum).
Teir vóru her fram til 1920. Tó er West
man ein túr í Danmark í hesum tíðar
skeiðinum og giftist og kemur aftur
til Føroya við konu. Í 1915 virkaði
hann í Vági, har allarhelst teir fyrstu
Adventistar verða doyptir. Í meðan
virkar Valdemar Jacobsen ymsastaðni í
Føroyum millum annað á Viðareiði, har
dópur verður hildin. Í sama tíðarskeiði
hevur Valdemar Jacobsen verið í Dan
mark fyri at gifta seg og kom aftur við
konu og er fram til 1926. Tað er arbeiðið
hjá hesum persónunum, sum leggur
grundstøði undir virkseminum hjá
Adventistasamkomuni í Føroyum.
Bilarnir kom upp í leikin
Í 1946 byrjaði nakað av bilarbeiði. Tað
vóru helst bilarnir hjá Andreas Poulsen
úr Guttastovu úr Syðrugøtu, sonur Pól
Kristoffur. Pápi og Poul Kristoffur vóru
systkinabørn. Mammurnar vóru systrar.
Tað var ikki lætt, tí ravmagn var einki, so
tað mátti borast við hond. Borimaskinan
var sett í móti búkinum, og so trýsti ein
annar á ryggin, so man var eymur um
búkin leingi aftaná. Tá var búkurin min
ni enn hann er nú.
Við eting var ikki tikið so tungt hjá
okkum yngri, tí sum oftast var køkurin
fullur av fólki. So vit gjørdu ofta tað, at
vit fingu okkum øður og fliður. Tá ið teir
fóru til døgurða, løgdu vit eina jarnplátu
yvir eldin í essuni og steiktu á henni, so
ótu vit tara og turrar krabbar, sum lógu
á helluni.
Tað ringasta, sum var undir krígn
um, var, tá ið fjørðurin var pakkaður
við skipum, serliga stórum ferðamanna
skipum. Tað kundu vera eini 30-40 skip.
Útsynningurin vestan lá beint tvørtur
um fjørðin beint av bedingini á Skála. Tá
lógu skipini nær landi eystaru megin. Tá
bleiv ein øgiligur matarluktur hjá okkum
av skipunum.
Tá sat man ofta á bakkanum bara og
luktaði matarroykurin. Vatnið rann úr
tonnunum og einki fekk man burturav.
Endin á smiðjusøguni
Smiðjan stendur ikki uppi í dag. Sum eg
segði, var fyrra smiðjan lagað av gróti, so
bleiv stoypt yvir hana. Hon hevur ikki
staðið nóg væl á føstum. Sum so ofta
varð brúkt ov lítið sement, og so bleiv
takið stoypt fyri kúlur og granatsplintur,
so tað bleiv ov tungt.
Meginparturin av amboðunum vórðu
bjargað. Har var eisini øgilig rúgva, sum
hoyrdi til hvalastøðir. Pápi og Knút í
Heiðunum keyptu hvalastøðir og høgdu
tær upp og seldu spøl og annað.
Pápi doyði í november 1947. Tá tóku
vit beiggjarnir yvir. Longu í 1943 fór
Rikard til Ísland at arbeiða í einari
smiðju í innaru Njarðvík, og har komu
vit tríggir beiggjarnir at arbeiða seinni.
Tummas bróður fór til Íslands í 1946,
Robert í 1952 og eg í 1956. Tá eg fór, var
henda smiðjusøgan komin til ein enda.
Í Íslandi arbeiddi eg aftur í smiðju, og
hevði eisini smiðju saman við beiggja
mínum Tómas. Vit arbeiddu nógv fyri
amerikanarar og komu at kenna um
hvørvið har.
Í 1968 kom eg aftur til Føroya, og
hevði bilverkstað í Hornabø í eini 10 ár.
Eg arbeiddi eisini eina tíð hjá Jóhannes
Berg. Í 1990 fór eg at arbeiða hjá Mjólkar
virki Búnaðarmanna, og her var eg inntil
2003. Sigast kann at alt lívið hjá mær
hevur verið at arbeiða í smiðju.
Eg giftist í 1958 við Jolanu, dóttir Dia
á Roykheyggi í Saltnesi. Vit fingu 4 børn
og eiga barnabørn og langommu- og
langabbabørn.
Vit takka Valdimar fyri hetta sera
áhugaverda íkastið til okkara søgu, sum
samstundis gevur eina góða hylling av,
hvussu nógv samfelagið er broytt í ein
um mannalívi.
Johanna Malena, systkinabarn
Valdimar. Hon giftist við Sámal Petur
í Køkinum í Norðragøtu. Hon doyðu
ung miðskeiðis í 1950 árunum
Ættarsamkoma hja teimum i Ytstahúsi á Skipanesi 2006