Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 30 A tkvøðugreiðslan í sam­band við ársins mál 2018 í Betri deild­ ini hjá monnum er liðug, og nú talt er saman er greitt, at Klæmint A. Olsen úr NSÍ gjørdi besta málið farna kapp­ingarár, skrivar FSF.fo. - Tá eg ikki megnaði at gerast toppskorari, so er hetta eitt lítið plást­ur á sárið, sigur ein fegin Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ, sum hevur vunnið heiðurin, at hava skorað Ársins Mál 2018 í før­oyskum fótbólti. Seinastu vikurnar í júst farna ári høvdu fótbóltsfjepparar møgu­leikan at atkvøða um, hvat mál var tað besta í 2018, skorað í Betri deildini hjá monnum. Um­ leið átta túsund atkvøður vórðu avgreiddar, og harafturat koma atkvøðurnar hjá teimum trim­ um “Tipparunum” á heimasíðuni hjá FSF, Tróndi Arge, Leivi Ferderik­sen og Jákupi Ósá. Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan at­ kvøður­nar hjá “Tipparunum” telja hini 50 prosentini. Endaliga samanteljingin hev­ur nú verið, og nú er greitt, at Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ skoraði Ársins Mál 2018 í Betri Deildini hjá monnum. Mál­ið skoraði Klæmint longu í fyrsta umfari í landskappingini, tá NSÍ vann á útivølli móti TB/FCS/Royn. Fyri heiðurin fær framherjin úr NSÍ eina minnisplátu við áskriftini “Ársins Mál 2018 í Betri Deild­ini”, og eitt gávukort upp á túsund krónur frá EFFO. VVF-Cup 2019: FSF: ÍTRÓTTUR: Mest lisið Klæmint A. Olsen úr NSÍ skoraði ársins mál í føroyskum fótbólti í 2018 KLÆMINT GJØRDI ÁRSINS MÁL E ftir nøkur ár við mis­ javnari undirtøku, so hevur árliga venjara­ kapp­ingini hjá Venjara­ felag­num fingið nýtt lív. Nú verður spælt yvir seks vikuskifti, har liðini spæla fullan dyst hvørja ferð. Hetta hevur fleiri fyri­munir og feløgini tykjast taka væl ímóti. Seinnu árini hevur kappingin verið spæld í Gundadali yvir eitt viku­skiftið – ella enntá yvir ein dag. Her hava dystirnir verið stutt­ir og dagurin langur. Hetta hevur ikki dámt øllum, har onk­ ur lið hava valt kappingina frá. Nú verður hon umskipað, so at spæla verður yvir seks viku­skiftir, har allir dystirnir eru í fullari longd. Hartil verða góð­kendir dómarar og tí líkist venjara­ kappingini í ár meiri í vetrar­ kapping, sum vit kenna úr eitt nú Íslandi. Eisini hava øll feløgini tikið av, at luttaka í kapp­ingini. Líkt er til, at venjarakappingin er við at blíva ein siður í før­oysk­ um fótbólti. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Klæmint Andrasson Olsen skoraði Ársins Mál 2018 MYND: HANS ERIK DANIELSEN Venjarakappingin í nýggjum hami