Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019 SOSIALURIN 4 29 TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f Neptune í likvidatión, Mykinesgøta 5, 100 Tórshavn, skrás. nr. 6047, sks. nr. 3-131/2018, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Óla Jákup Kristoffersen, Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, j.nr. 20180709, innan 8 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 18. desember 2018. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 29. mars 2019, kl. 9.30, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 8. JANUAR 2019 TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f Atlantic Heavy Lift í likvidatión, Tormansvegur 51, 240 Skopun, skrás. nr. 5773, sks. nr. 3-126/2018, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Óli M. Hansen, Faroe Law, M. Heinasonargøta 10, 100 Tórshavn, j. nr. 2202001, innan 4 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 3. desember 2018. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 22. februar 2019, kl. 9.15, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 8. JANUAR 2019 KJAK JOHAN DAHL Tørvur er á at skipa og stýra bústaðarbyggingini í høvuðs­ staðnum betri og meira málrættað. Fleiri privat-vinnuligir íleggjarar og fíggingarstovnar mugu koma framat og sleppa at byggja undir somu kappingartreytum, sum eitt nú almenna felagið Bústaðir. Sambandsflokkurin hevur eitt boð uppá tær loysnir, sum kunnu gera mun og seta meira ferð á bústaðarbyggingina. Tað verður avgerandi neyðugt at savna saman og brúka allar hóskandi skipanir og royndir frá bústaðarbygging - eisini royndir úr útlandinum   Strategiskar avbjóðingar  Tað er nakrar serligar strategiskar av­bjóðingar á bústaðarøkinum, eitt nú fólkavøkstur,  broyttur bústaðartørvur og fløskuhálsar á arbeiðsmarknaðinum. Harafturat sær út til, at tað almenna stendur fyri størsta partinum av íbúðar­ bygg­ing í Tórshavn - sum heild kundi eitt býtið heldur verið 1/3 alment og 2/3 privat byggjarí. Tørvur er á umleið 600 íbúð­ um í miðstaðarøkinum. Tað eru møguliga einar 9 mia. kr.  í upp­ sparing ella tøkum peningi í ymisk­um grunnum og stovnum í sam­felagnum - ein kapitalur, sum stendur meira og minni óvirkin og kemur ikki til gagns fyri samfelagið.   Mál og strategi Málið á bústaðarmarknaðinum má vera ein bygnaður og fyriskipan, sum kann tryggja m.a. fylgjandi:   ·   Greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum alment og privat byggi- og útleiguvirksemi  ·    Býtið millum alment og privat byggjarí er í einari hóskandi javnvág  ·  Samstarv og samskipan millum myndugleikar, vinnuna og ymsar áhugabólkar ·   Neyðug fígging og kapitalur til byggiverkætlanir ·    Vinnuligu aktørarnir sleppa framat og kunnu virka effektivt í valdu skipanini og eru líkastillaðir við tað almenna ·   Breitt útboð av bústøðum, sum svarar til eftirspurningin hjá ymsu málbólkunum ·   Bílig og dygdargóð bygging  ·  Politiskar langtíðarætlanir fyri útstykkingar og byggiverkætlanir   Við verandi gongd í byggivirkseminum og av­mark­ ing­um á arbeiðs­mark­naðinum, so vil tað taka eini 10 ár áðrenn ein nøktandi javnvág verður á bú­ staðarmarknaðinum í Tórshavn, bæði tá talan er um tal á bústøðum og eitt útboð, sum dekkar tørvin breitt hjá ymsu málbólkunum. Skiljast má millum loysnir uppá stutt sikt, sum kunnu fáa ein skjótan virkna viðvíkjandi tí meira akuttu bústaðarneyðini, og síðan loysn­ir, sum mugu koma upp á millum­langt sikt 5 ár og longri sikt 10 ár.   Ymiskir aktørar og teirra leiklutir Hesir aktørar eru, tá talan er um bústaðapolitikk og bygging: Land, kommunur, íleggjarar, fígg­ingar­ stovnar og grunnar, vinnan og brúkarar. Pensjónsfeløg, tryggingarfeløg og vinnuligir bankar og grunnar (eisini, sum tað almenna eigur í) flóta yvir av avlopsgjaldføri, sum verður plaserað í útlandinum. Eitt av tí stóra samtakinum, sum kundi veri við til bústaðarfígging hevur ný­liga boðað frá, at teir trekkja seg úr íløgum saman við øðrum á bú­ staðarmarknaðinum. Men tað eigur ikki at góðtakast. Fyri føroyska samfelagið og før­ oy­ingar, sum eru kjarnu­kundarnir, er hesin kapitalur deyður ella óvirk­in kapitalur, sum onki sam­ felags­gagn gerð, hóast, at hesir stovn­ar m.a. eiga at liva upp til megin­reglurnar innan Corporate Social Responsibility - hetta at virka til fyrimuns fyri tað samfelag, sum fyritøkan er partur av og virkar í. Land og kommunur eiga ikki at byggja, reka og leiga út bústaðir - hetta eigur privati marknaðurin at taka sær av. Tað almenna skal skapa neyðugu karmarnar. Bú­stað­ ir eigur tí meira at nøkta tann bráð­ feingis­tørv, sum er íkomin.  Øll bygging skal gerast eftir tí tørvi, sum teir ymsu brúkarnar hava, og tí skal brúkarin altíð inn­ dragast so ella so.   Loysn á bústaðar­ trupulleikunum Sambandsflokkurin vil við hesum vísa á nøkur innsatsøki, sum kunnu inn­ganga í eina bústaðarloysn:   Bygging ·         Býlisskrá má gerast, so vit fáa nøkur greið hagtøl um bústaðartørvin at planleggja og taka avgerðir út frá ·         Fjølbroytt úrval av bústøðum - eftir brúkaratørvi o.a. ·         Elementbygging - standardloysnir og til lægri prís ·         Privata byggivinnan má koma meira við fyri at nøkta allan tørvin á bygging ·         Leigulógin eigur at endurskoðast, m.a. við atliti til, at heilsuskaðiligir bústaðir ikki mugu útleigast, heimild til leigunevndina at regulera órímiliga húsaleigu o.a. ·         Bústaðarfeløg kundu fingið heimild til alternativa bústaðarbygging, t.d. integrearaðar leigubústaðir og vardir bústaðir við felagsfacilitetum, har privat kundu gjørt íløgurnar og tað almenna kundi rindað part av rakstrinum ·         Íbúðarískoyti til fólk við láginntøkum, herundir einligar mammur og pápar, lesandi o.o.   Størri útboð ella fleiri íbúðir geva møguleika fyri lægri prísum til at útvega sær ein bústað.   Kapitalur og fígging ·         Bústaðarfígging eigur at verða víðkað við alternativum fíggingarmøguleikum, sum t.d. ein almennur Bústaðarbanki  ·         Almennir grunnar og stovnar, umframt privatir fíggingarstovnar og tryggingarfeløg, eiga at vera við til at útvega kapital og fígging ·         Selja og keypa lánsbrøv - trygd í ognum ·         Private-Public Partnership, PPP - íleggjarar og fíggingarleistur   Møguleikarnir eru óteljandi, um vilji og handling er til staðar.  Tað er væl ein mannarættur og ein hornasteinur í einum vælferðarsamfelag at hava egnan bústað - og tí eiga bústaðarmál ikki at gerast ein partapolitisk kastibløka. Bústaðarloysn í Tórshavn, miðstaðarøkinum FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2018 – fæst kring alt landið