mánadagur 14. januar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tað er ikki nógv hann vil siga
um sína komandi uppstilling
til løgtingsval, men eitt er vist
– hann stillar upp.
Tann
víðagitni
Johan
Dalsgaard, eisini róptur Jo
han í Kollafirði ella Johan í
Fámara, hevur tikið støðu til
at bjóða seg fram til komandi
løgtingsval. Men orsøkin er,
at hann hevur eina avtalu við
Irish Pub í Havn um at vera
gestbarrvørur júst tann dagin
– hvat tað so enn merkir.
– Eftirsum eg eri í Føroy
um allíkavæl, so ætli eg mær
at stilla upp. Men eg tími ikki
at savna hasar har 800 und
irskriftirnar, sjálvt um tað
bara tekur ein dag, nú man
hevur Facebook og digitala
undirskriftainnsavnan. So eg
fari bara upp í onkran flokk,
sum longu er. Og tá haldi eg
Hampaflokkurin
er
nógv
tann smartasti, sigur Johan
Dalsgaard, sum í dag býr í
Danmark.
Og orsøkin til, at Hampa
flokkurin fær heiðurin er, at
hann vil avtaka lógir.
– Eg eri komin fyri at av
taka lógina. Eg haldi, at nú er
so eru so nógvar lógir um abs
olut einki, at tað hevði hjálp
nógv, um eg slapp at blaka
okkurt um helvtina av øllum
lógunum í skrell. Og tá hevði
eg eisini droppað hasa mein
ingsleysu lógina, sum forðar
Hampaflokkinum at hjálpa
fólki og spreiða ein gleðiboð
skap, sigur Johan Dalsgaard.
– Eg meini, man skal jú eta
tey eplir, man sjálvur hevur
velt, og eg dugi ikki at síggja
mun á einum hampafræ og
einum radisufræ: Men man
fær í hvørtfall ikki ilt í búkin,
óansæð hvat av teimum man
etur, so okkurt gott er í hes
um. Tað kemur sjálvdan so
nógvur roykur, uttan at okk
urt er um okkurt. Eg meini so
við, plantan hevur staðið sína
roynd, sigur Johan Dalsgaard.
Tí bjóðar hann seg fram fyri
– Eg eri biðin av Irish Pub um at vera ein sovorðin kendur, útlendskur gestabarrvørður, akkurát
sum Sidney Lee. Og tað er sama dag sum løgtingsvalið er. So eftir sum eg allíkavæl eri í Før
oyum tá, so ætli eg mær at stilla upp, sigur Johan Dalsgaard, nýggjasta valevnið hjá Hampa
flokkinum
LØGTINGSVALIÐ
2019 Nú mangla
bara nakrar fáar
undirskriftir so
fer ein flokkur,
sum vil hava frítt
hassj í Føroyum,
at stilla upp til
løgtingsvalið
Áki Bertholdsen
Nú eru vit komin so langt, at
nú ivist eg ikki í, at tað fer at
eydnast.
Tað sigur Hallur Hjal
grímsson
Djurhuus,
sum
hevur tikið stig til at stovna
ein nýggjan flokk, sum skal
stilla upp á næsta løgtings
vali.
Men talan er ikki um ein
flokk við eini vanligari, polit
iskari dagsskrá
– Vit fara til val upp á
eitt einasta mál, og tað er at
kannabis skal vera lógligt í
Føroyum, sigur hann.
Føroyingar skulu sleppa at t
Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, vinstrumegin, og Arnfinn á Birtuni, eru høvuðsmenn aftan fyri nýggja flokkin – og teir vænta
at fáa tvey umboð á ting
STILLI UPP EF
EG ERI HEIMA
TVEY UMBOÐ
Á valinum í 2004 stillaði Jóhan í Kollafirði upp fyri Hin Stutt
liga Flokkin, sum hann sjálvur stovnaði. Flokkurin fekk 747
atkvøður. Fyri at fáa umboð valt á ting skal tú hava 1/33 av
samlaða atvøðutalinum. Á seinasta løgtingsvali var tað 932
atkvøður, ella 235 fleiri, enn flokkurin hjá Johann fekk í 2004
ÆTLAR SÆR Á TING
Bert tvær
ferðir riggaði
uttanflokka
Tað er bara hent tvær
ferðir í søguni, at per
sónar eru valdir á ting,
sum hava stillað upp
uttanflokka.
Fyrru ferð var í 1916,
tá A. C. Evensen, prestur
á Sandi, stillaði upp utt
anflokka eftir at vera
komin í stríð við Sjálv
stýrisflokkin, sum hann
tá umboðaði á tingi. A.
C. Evensen varð valdur
sum annar tingmaðurin
í Sandoyar valdømi. Hin
sessin fekk Sjálvstýris
flokkurin, sum áður átti
báðar.
Kjartan Mohr
í 1954
Seinnu ferð var, tá Kjart
an Mohr í Havn stillaði
upp uttanflokka á løg
tingsvalinum
í
1954.
Hann varð valdur. Seinni
stovnaði hann Fram
burðsflokkin.
Tá
var
nóg mikið at boða frá á
tingi, at tú hevði stovn
að flokk, tí var ikki neyð
ugt hjá Kjartan Mohr at
savna inn undirskriftir.
Kjartan
Mohr
var
afturvaldur hvørja ferð
– seinastu ferð í 1978.
Hann doyði stutt eftir.
Til valið í 1978 skifti
Framburðsflokkurin
navn til Framburðs- og
Fiskivinnuflokkurin, og
Adolf Hansen varð eisini
valdur á ting ta ferðini –
sum var fyrstu ferð, at
annar enn bara Kjartan
Mohr umboðaði flokkin.
A. C. Evensen hevði
tveir tingsessir
Lagnan hjá A. C. Even
sen var øðrvísi. Eitt var
tað, at hann gjørdist
próstur árið eftir og tí
fekk sæti á tingi sum
próstur. Og tá hann
var valdur uttanflokka,
hevði hann ongan at
røkja hin tingsessin fyr
seg.
A. C. Evensen doyði
longu í desember í 1917.
Tí vann Sjálvstýrisflokk
urin báðar tingsessirnar
aftur í Sandoyar val
dømi í 1918.
Sambandsflokkurin
klárði seg ongantíð væl
í Sandoyar valdømi og
fekk ongantíð fólk valt.
Tað
nærmasta
Sam
bandsflokkurin er kom
in umboðan í Sandoy er
Gerhard Lognberg, sum
gjørdist sambandsmað
ur, tá hann varð tveittur
úr Javnaðarflokkinum.
Hann hevur av og á
umboðað
Sambands
flokkin sum varamaður
á tingi hetta valskeiðið.