mánadagur 14. januar 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hampaflokkin. Men høvuðs
vallyftið hjá flokkinum er
ikki hansara hjartamál sum
so.
– Við at fara upp í hampa
flokkin, fái eg heilt óbeinleið
is hjálpt teimum allan vegin
á mál. Men hamp hevur ikki
mín áhuga fram um onnur
ting. Tað er meira prinsippið,
sigur Johan Dalsgaard.
Á komandi løg
tingsvalið fer
hann helst upp
um 1000 at
kvøður
Eirikur Lindenskov
At tað er trupult hjá
nýggjum flokkum, sum
stilla upp til løgtingsval,
at verða valdur, hevur
mangur sannað.
Ein teirra er júst Johan
í Kollafirði, sum stillaði
upp við hinum Stuttliga
Flokkinum í 2004.
Flokkurin stillaði upp
í øllum valdømum uttan
í Sandoyar valdømi. Kring
alt landið fekk flokkurin
747 atkvøður, sum svarar
til 2,4 prosent.
Fyri at vera valdur,
skuldi
ein
flokkur
tá
hava 1/27 part av øllum
atkvøðunum fyri at fáa
lut í einum av teimum
fimm eykamandatunum,
sum tá vóru – ella klára
at vinna ein av teimum 27
umdømisvaldu tingsessu
num, sum tá vóru býttir á
tey sjey valdømini.
Var skipanin við einum
valdømi galdandi tá, so
skuldi flokkurin hjá Johan
í Kollafirði bert havt 214
fleiri atkvøður, so hevði
Johan í Kollafirði verið
valdur.
Persónliga fekk hann
nógvar atkvøður. Hann
gjørdist nummar 17 í øll
um landinum við 380 at
køvðum. Tað sama sum
John
Johannesen
úr
Javnaðarflokkinum
og
eina atkvøðu færri enn
Edmund Joensen úr Sam
bandsflokkinum.
Í
Suðurstreymoyar
valdømi, har Johan í Koll
afirði stillaði upp í 2004,
gjørdist hann nummar
10 á toppskoraralistanum
saman við John Johanne
sen.
Ta ferðina vóru 14 fólk
vald á ting við færri per
sónligum atkvøðum enn
Johan í Kollafirði.
Skal Hampaflokkurin,
sum Johan í Kollafirði
stillar
upp
fyri,
fáa
fólk valt á ting, so skal
flokkurin fáa 1/33 part av
atkvøðunum, svarandi til
3,03 prosent.
Brúka vit atkvøðutølini
frá seinasta vali, so svarar
tað til 982 atkvøður – ella
235 atkvøður fleiri, enn
Stuttligi
flokkurin
hjá
Johan í Kollafirði fekk í
2004.
Fólkavøksturin
frá
1. september 2015 til 1.
november
2018
hevur
verið 4,6 prosent. Leggja
vit sama prosenttal aftur
at tølunum av veljarum
– og at valluttøkan verð
ur á leið tann sama, sum
seinast, so fer ein ting
sessur hesaferð at kosta
1.027 atkvøður.
Í øllum øðrum málum fer
flokkurin at taka støðu frá
máli til mál.
Eru næstan
komin á mál
Tað er Áhugafelagið sum
kallar seg »Framtakið fyri
rættinum at velja kannabis«,
sum tekur stig til at stovna
flokkin, og Hallur Hjalgríms
son Djurhuus í Framtak
inum, sigur, at nú eru tey
næstan komin á mál við at
fáa tað neyðuga talið á und
irskriftum.
Fyri at kunna stilla upp
til løgtingsval, skulu tey hava
800 undirskriftir frá veljar
um, sum taka undir við, at
tey stilla upp.
Og nú er greitt, at tey
mangla bara einar hundrað
undirskriftir og stigtakarin
ivast ikki í, at tað fer eisini
at eydnast at fáa tær, sum
mangla í, so at tey kunnu
stilla upp.
Annars sigur hann, at enn
hava tey ikki verið í Sandoy
og Vágum, og tey umhugsa
eisini at fara hagar at fáa
undirskriftir.
– Tey, sum skriva undir,
vátta einans, at vit skulu
fáa rætt til at stilla upp. Tey
skriva sostatt ikki undir upp
á, at tey eisini skulu velja
okkum, leggur hann afturat.
Væntar at fáa tvey
umboð á Ting
Hallur Hjalgrímsson er rætt
iliga bjartskygdur, tí hann
heldur, at tað er ikki heilt
veruleikafjart, at tey fara
at fáa tvey umboð á ting, tí
hann veit, at hjá rættiliga
nógvum fólkum, at tað er
eitt hjartamál, at kannabis
skal vera lógligt í Føroyum.
Sjálvur ætlar Hallur Hjal
grímsson Djurhuus sær at
stilla upp fyri nýggja flokkin,
og nógv bendir á, at eitt ann
að valevni verður Arnfinn á
Birtuni, sum í nógv ár hevur
verið heitur talsmaður fyri
at gera hassj lógligt í Føroy
um.
Og sum vit skriva aðra
staðni í blaðnum í dag, er
støða eisini tikin til, at Johan
í Kollafirði eisini fer at stilla
upp fyri flokkin.
Men stigtakarin leggur
dent á, at tá ið tey tosa um
at kannabis skal vera lógligt,
hugsa tey fyrst og fremst um,
at tað skal vera lógligt hjá
sjúklingum at fáa kannabis
til medisinska nýtslu, sigur
hann.
– Tað ber ikki til í nóg góð
an mun í dag, og tað hevur
avgerandi týdning, at eisini
vit fáa umboð á Føroya Løg
tingi, so at vit fáa sett kann
abis á politisku dagsskránna
á jøvnum føti við fiskivinnu,
samferðslu, og øll onnur mál,
sigur stigtakarin til nýggja
flokkin.
Hann staðfestir kortini,
at hóast tey fyrst og fremst
hugsa um at gera tað lóg
ligt at at fáa kannabis til
medisinska nýtslu, er tað – í
longdini – eisini endamálið at
virka fyri, at kannabis verð
ur lógligt, sum so.
– Men tað skal vera undir
eftirliti. Vit halda framvegis
ikki, at tað skal vera loyvt at
selja hassj á hvørjum geilar
horni, men vit halda, at fólk
skulu skulu sleppa at hava
sínar egnu kannabis-plantur
til egið brúk, sigur hann.
Hann heldur eisini, at
sum frálíður eigur kannabis
eisini at verða at fáa í úrvald
um handlum, kanska á apo
tekinum og í Rúsuni.
aka støðu til frítt hassj
FTIRSUM
A
Nú ivist eg
ikki í, at
tað fer at
eydnast
Ein tingsessur
kostar 1.027
atkvøður
Stillar tú upp, so sleppur tú til háborðs. Uttast til høgru
situr Johan í Kollafirði í sjónvarpskjakinum beint fyri
løgtingsvalið í 2004 saman við Anfinn Kallsberg, Lisbeth
Petersen, Jóannes Eidesgaard, Sámal Petur í Grund,
Høgna Hoydal og Jenis av Rana
Valkvøldið í Norðurlanda
húsinum 20. januar í 2004
Tað er ikki tí, at Johan í Kollafirði hevur serliga áhuga í hampi, at hann stillar upp fyri Hampaflokkin. – Men eg fái hjálpt
teimum á mál, sigur hann