mánadagur 14. januar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Johan er ein
frískur vindur,
segði Jacob Hau
gaard í 2004
Johan í Kollafirði eigur at
lova føroyingum fleiri fiskar
og lekrari grind, og hann
væntaði sær eitt feitt og
undirhaldandi valstríð frá
stuttliga kolfirðinginum
– Politikkur er í veruleik-
anum eitt fullkomið sjón
leikarhús. Politikkarar lova
tað, teir ikki klára at halda.
Eg lovaði viðvind á súkklu
breytunum og stytri bíði
røðir í keypssamtøkunum á
sinni.
– Johan í Kollafirði eigur
at lova føroyingum fleiri
fiskar og lekrari grind.
Hetta var fyrsta viðmerk
ing frá hálvføroyska skemt
aranum
og
fyrrverandi
fólkatingsmanninum, Jacob
Haugaard, tá Sosialurin í
2004 spurdi hann um Johan
í Kollafirði og Hin stuttliga
flokkin.
– Eg vóni, at Johan í
Kollafirði fer at geva føroy-
ingum eitt totalt feitt og
undirhaldandi valstríð. So
undirhaldandi, at føroyingar
skrædna og liggja eftirá í
berum látri. Sjálvur gleði eg
meg at síggja, hvussu tað
fer at gangast honum, og eg
vóni, at tað verður stuttligt,
sigur Jacob Haugaard.
– Í politikki hevur man
brúk fyri monnum, ið duga
at selja eina vøru.
Angrar einki
Einki er at ivast í, at Jacob
Haugaard tosar út frá roynd
um. Einans kendur sum
skemtari, kom hann í 1994
púra óvæntað inn í Fólka
tingið við vónleysum, skemt
iligum vallyftum. Har skuldi
hann knapliga sita millum
royndar risar í donskum poli
tikki og taka støðu til týð
andi politisk mál. Jacob Hau
gaard ásann- ar, at hann als
ikki hevði væntað at koma
inn, og at tað var ótrúliga
trupult.
– Eg gravaði faktiskt mína
egnu grøv. Tá man situr utt
anfyri er tað so ótrúliga lætt
at vera stutt- ligur og rópa
upp um tað, man vil. Men tá
man so kemur inn og veru
liga skal taka avgerðir, tá
er tað trupult. Politikkur
er jú har kapitalur, vald og
ein rúgva av áhugamálum
møtast. Har er ikki lætt at
ferðast og mann skal vera
varin. Tykkara Høgni Hoy
dal er eitt gott dømi um
hatta. Beint áðrenn hann
kom í stjórn sá tað bjart út
við ætlanum hansara, men
aftaná at hava roynt tær í
tí veruliga politiska spælin-
um, sær ikki so bjart út long
ur. Hatta er munurin á at
vera innanfyri og uttan- fyri,
greiðir Jacob Haugaard frá.
Hóast hesar trupulleikar
við at royna seg í politikki
angrar Jacob Haugaard einki
og er glaður fyri tær royndir
nar, hann gjørdi sær.
– Eg havi lært ótrúliga
nógv, um hvussu politikkur
veruliga virkar. Eg vil siga, at
hatta var eitt slag av meist
araútbúgving í sam- felags
frøði, eg tók har, sigur Jacob
Haugaard kanska við ætl
anum um veruliga at geva
Johan í Kollaf irði brell.
Helst ikki inn
Hóast fyrrverandi Fólka-
tingslimurin gleðir seg at
uppliva kollfirðingin undir
valstríðnum, heldur hann, at
Johan í Kollafirði má vóna
ikki at koma inn á ting.
– Johan má vóna, at hann
ikki kemur inn. Vanlig fólk
sum eg og hann hava tað
ofta trupult við at skilja tað
veruliga politiska spælið og
álvarsemi í truplum avgerð-
um. Og man kann koma sær
í álvarsamar trupulleikar.
Um tað skuldi hent seg, at
hann kemur inn, má hann
beinavegin finna sær onkr-
ar klókar gamlar menn við
politiskum
royndum
at
ringja til, hvørja ferð ein
avgerð skal takast, sigur Jac
ob Haugaard at enda, sum
í sínari tíð sum politikkari
altíð spurdi seg fyri hjá vin
manninum
og
táverandi
borgarstjóranum í Århus,
Thorkild Simonsen.
Lova fleiri fiskar og lekrari grind
Vermamanna
fylkingnin
hvarv skjótt,
men Miðflokk
urin kom fyri
at vera, og tað
sama tykist
Framsókn, sum
tvær ferðir er
valdur á ting
við tveimum
tingfólkum
Eirikur Lindenskov
Tríggjar ferðir í nýggjari
tíð hevur tað eydnast at
fáa nýggjan flokk valdan
í Løgtingið.
Tað var í 1994, tá
bæði
Miðflokkurin
og
Verkamannafylkingin
fingu umboð á ting og í
2011, tá Framsókn kom á
ting.
Miðflokkurin bygdi á
somu virði, sum Kristiligi
Fólkaflokkurin, og annar
tingmaðurin hjá Kristiliga
Fólkaflokkinum, Tordur
Niclasen, varð valdur á
ting fyri flokkin saman
við Jenisi av Rana.
Miðflokkurin bygdi á
kristnu virðini, sum flokk
urin tekur fram um dag
ligu politisku málini.
Verkamannafylkingin
var hinvegin stovnaður
sum ein mótmælisflokk
ur, fyrst og fremst ímóti
Javnaðarflokkinum.
Javnaðarfólkini Inge
borg Vinther og Óli Jac
obsen vórðu vald saman
við Kristiani Magnussen.
Áralagið
hjá
flokki
num var ringt frá byrja,
og
flokkurin
at
kalla
upploystist av klandri.
Tá valið nærkaðist í 1998
vóru tingmenninir Krist
ian Magnussen og Karl
Robert Johansen, sum
var varamaður fyri Óla
Jacobsen,
landsstýris
mann, limir í tingbólki
num hjá Javnaðarflokki
num.
Á valinum í 1994 fekk
verkamannafylkingini 9,5
prosent av atkvøðunum. Í
1998 fekk flokkurin bara
215 atkvøður kring alt
landið svarandi til 0,8
prosent av atkvøðu.
Poul Michelsen, løg
tingsmaður fyri Fólka
flokkin, stovnaði Fram
sókn, sum fyrstu ferð
stillaði upp á valinum í
2011. Flokkurin fekk tá 6,3
prosent av atkvøðunum,
og tveir tingmenn valdar,
Poul Michelnsen og Jan
us Rein. Janus Rein fór
seinni úr Framsókn og
upp í Fólakflokkin. Men
tað eydnaðist kortini Poul
Michelsen og Framsókn at
fáa framgongd á valinum
í 2015, tá flokkurin fekk 7
prosent av atkvøðunum,
og tvey fólk á ting, Poul
Michelsen og Honnu Jen
sen.
Miðflokkurin og
Verkamanna
fylkingnin í
1994 og Fram
sókn í 2011
Fleiri royndir eru
at stovna nýggjar
politiskar flokkar
í Føroyum
Eirikur Lindenskov
Vit kunnu siga, at tað hevur
riggað tríggjar ferðir í nýggj
ari tíð at stovna ein nýggjan
flokk og koma á ting.
Tveir nýggir flokkar sóu
dagsins ljós í 1994, Miðflokk
urin og Verkamannafylk
ingin. Ein nýggjur flokkur sá
dagsins ljós í 2011, Framsókn.
Niðanfyri er yvirlit yvir
tær royndir, sum eru gjørd
ar at stovna nýggjar flokkar
í Føroyum. Tá rokna vit ikki
»gomlu flokkarnar«, Fólka
flokkin,
Sambandsflokkin,
Javnaðarflokkin, Sjálvstýr
isflokkin og Tjóðveldi við.
2011:
Framsókn 6,3% – 2 umboð
vald
2008:
Miðnámsflokkurin 0,7%
2004:
Hin Stuttligi Flokkurin 2,4%
1994:
Hin Føroyski Flokkurin 2,4%
Miðflokkurin 5,8% – 2 umboð
vald.
Verkamannafylkingin 9,5% –
3 umboð vald
Frælsisfylkingin 1,9%
1990
Sosialistiski Loysingarflokk
urin
Framsóknarflokkurin
1958
Framburðsflokkurin – 1 um
boð valt
1954
Kjartan Mohr (Framburðs
flokkurin) – valdur uttan
flokka
1940
Loysingarflokkurin
1936
Vinnuflokkurin – 2 umboð
vald
1932
Loysingarflokkurin
So gamlir eru teir »gomlu
flokkarnir«:
1906
Sambandsflokkurin – 12 um
boð vald
Sjálvstýrisflokkurin – 8 um
boð vald
1928
Javnaðarflokkurin – 2 um
boð vald
1940
Fólkaflokkurin – 6 umboð
vald
1950
Tjóðveldisflokkurin – 2 um
boð vald
Poul Michelsen
valdur fyri Fram
sókn í 2011 og í
2015
Hanna Jensen
vald fyri
Framsókn í 2015
Janus Rein,
valdur fyri
Framsókn í 2011
Ingeborg Vinther
vald fyri Verka
mannafylki
ngina í 1994
Óli Jacobsen,
valdur fyri Verk
amannafylking
ina í 1994
Kristian Magn
ussen fyri Verk
amannafylk
ingina í 1994
NÝGGIR FLOKKAR SUM
HAVA STILLAÐ UPP TIL VAL
Jacob Haugaard fyrsta dagin
í Fólkatinginum 6. oktober
í 1994
Mynd: Ritzau Scanpix