Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ATLI DAM GAVST FYRI AÐRU FERÐ SUM LØGMAÐUR Hendan dagin í 1989 visti Sosialurin at siga, at Atli P. Dam, gavst sum løgmaður eftir 14 ár í starv­i­num. Blaðið skrivar, at »í gjár var eftir øllum at døma seinasti arbeiðsdagur hjá Atla P. Dam sum løg­maður«. Og so legði blaðið afturat, »í øllum førum fyribils«. Orsøkin var, at nýggj samgonga tók við, har Jógvan Sundstein, formaður Fólkafloksins varð løgmaður. Atli Dam var løgmaður frá 10. desember í 1970 til 5. januar í 1981. Hann tók við aftur 10. januar í 1985 og gavst hendan dagin í 1989. Men hann kom tó aftur í løgmansstólin í 1991 og sat til 1993, tá hann legði frá sær eftir 16 ár sum Føroya løgmaður. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Elsubeth Susanne Borðoy, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Odense andaðist fríggjadagin 11. januar, 63 ára gomul. Jeanette Mýrá, ættað úr Sandvík, búsitandi í Vági, andaðist á Suð­ ur­oyar Sjúkrahúsi leyg­ardagin 12. janaur, 81 ára gomul. Fanny Høgnesen, fødd Eidesgaard, ættað av Eiði búsitandi í Klaksvík, andaðist á heiminum við Vágna fríggjadagin 11. januar 90 ára gomul. Margretha Samuelsen vanliga nevnd diddan, ættað úr Dali, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Boðanesheiminum fríggjadagin 11. januar 83 ára gomul. Andreas Jensen, Skopun, andaðist 10. januar, á Gerðisgarði í Skálavík, 72 gamal. Inga Petersen, ættað úr Svínoy, búsitandi í Tórshavn andaðist á Eldrasambýlinum oman Hoydalar mikudagin 9. janaur, 85 ára gomul. Jongerd Petersen, fødd Jarnskorð, vanliga nevnd Gerda, búsitandi í Esbjerg andaðist á Fourfeldt Ældrecenter í Esbjerg hósdagin 10. januar, 86 ára gomul. Lis Poulsen, fødd Danielsen, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Fuglafirði, andaðist í heiminum mikudagin 9. januar, 65 ára gomul. Margretha Nolsø, Tórshavn, ættað úr Nólsoy, andaðist mikudagin 9. januar, 80 ára gomul. Sanna Justinussen, fødd Hansen, Leirvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin 8. januar, 64 ára gomul. Gunnar Hummeland Jacobsen, Vestmanna, andaðist 9. januar, 68 ára gamal. Petur Jóhannes Knudsen, Saltangará, andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi týsdagin 8. januar, 86 ára gamal. Helga Olsen, fødd Poulsen, Glyvrar, ættað av Strondum, fer til gravar úr Glyvra kirkju hósdagin klokkan 13. Sanna Justinussen, fødd Hansen, Leirvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin 8. januar, 64 ára gomul. Gunnar Hummeland Jacobsen, Vestmanna, andaðist í dag 9. januar, 68 ára gamal. Jóhannes Rasmussen, ættaður av Skála, búsitandi í Søldarfirði, andaðist í heiminum 7. januar, 70 ára gamal. Jógvan á Høvdanum, yngri, andaðist í London, 39 ára gamal. Helga Olsen, fødd Poul­ sen, Glyvrar, ættað av Strondum andaðist á Eyst­uroyar Røktar- og Ellisheimi leygardagin 5. januar, 92 ára gomul. Olina Súsanna Mylná, ættað úr Havn, búsitandi í Hirtshals, andaðist á Lynggården ældrecenter 4. januar, 96 ára gomul. ANDLÁT Guðrun Winther vardi hósdagin sína Ph.D. ritgerð, ”Early Life Programming of Brain and Behaviour” á År­ hus Universiteti. Í stuttum snýr verk­ætl­an­ in seg um, hvussu yvir­vekt­/ fiti í móðurlívi kann á­virka metabolismuna og menn­ ing­ina av heilanum hjá barn­ inum. Evnini vóru m.a: yv­ir­ vekt, fiti, T2DM (suk­ur­ sjúka), epigenitikkur, neur­ o­in­flamm­a­tión, strongd og djóra­atferð. Guðrun hevur í sambandi við gransk­ingina verið knýtt at sálar­sjúkr­ahúsinum í Ris­ skov, TNU og hevur henn­ ara vegleiðari verið Greg­ers Wegener, yvirlækni, pro­fess­ ari MD, DMSc. Aðrir vegleiðarar vóru Sten Lund, professari frá Århus Universitets sjúkra­ húsi og Anders Lade Niel­sen, professari frá Århus Uni­ver­ s­i­teti. Opponentar vóru Romain Barr­és, professari frá Novo Nord­isk – Foundation Cent­ er for Basic Metabolic Re­ search og Vallo Volke, pro­ fess­ari á Universitetinum í Tartu í Eystlandi. Framløgan gekk væl og fekk Guðrun Winther bestu um­mæli fyri ritgerðina. Greg­ers Wegener, professari og ráð­gevi hevði eisini nógv rós­andi orð at bera Guðrun og segði m.a. at granskingin hevði reist fleiri áhugaverdar spurn­ingar og metti at gransk­ing­ar­verkætlanin við teim­um ymsu spurningum hevði allýst grundleggjandi lív­stíls­sjúkur, sum eru uppi í tíðini s.s. ovurfiti, suk­ur­ sjúka, strongd og tung­lyndi, ið gera um seg víða um í heiminum, og sum verk­ætl­ an­in áhugavert lýsti, longu í móð­ur­lívi kunnu vera við til at snið­geva barnið. Sirið Stenberg, lands­ stýr­is­kvinna í heilsu­ málum, handaði virði­s­lønina Á Fólkaheilsuráðstevnuni í fríggjadagin, har mill­um 2-300 fólk vóru savn­að í Kongshøll í Sjó­vinnu­hús­i­ num, varð Fólka­heils­u­virð­is­ løn­in avdúkað. Tað var Sirið Sten­berg, landsstýriskvinna í heils­u­málum, sum hand­aði Finni Johannessen Fólka­ heils­u­virð­is­løn­ina, Finn fekk eitt skreyt­blað saman við einum kekki upp á 5.000 krón­ur. 14 uppskot komu inn, at vinna heiðurin Fólka­heils­u­ virð­is­lønin 2019. Grundgevingarnar vóru hesar: »Við ymiskleikanum í huga hev­ur dómsnevndin lat­ið Fólk­a­heils­u­virðislønina 2019 til ein, ið hevur á sera ym­iskan og fjølbroyttan hátt, vunnið út til føroyingar við bæði rørslu og tónleiki og ver­ið við til at skapa ein karm um felagsskap og: Eftir eitt av vælgerandi á­tøk­um, sum hava verið sig­ ur hann lítillátin: “...gott at kunna veita eitt sindur av hjálp til teirra, ið ikki hava tað gott.” Fólkaheilsuráðið hevur hesi sein­astu árini meira og meira ar­beitt við sálarligari heilsu, og her hevur hann hug­bund­in og við sínum fjøl­broytni á ein sera liv­andi hátt givið sítt íkast til før­oy­ ing­ar bæði til “at flenna og at renna”. Hetta hevur verið gott fyri bæði sál og likam. Fólkheilsuvirðislønin 2019 fer til Finn Johannessen!« Vælkomið t ki lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barnsburðinum, og vilja vit fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Sendið mynd við Finn Johannesen fekk Fólka­ heilsu­virðislønina 2019 Guðrun Winther vart ph.d. á Aarhus Universiteti