Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nógv fólk var til hátíðar­ løtu í samband við, at Fríð­ finn Johnsson fer frá sum skúlastjóri í Eysturkomm­ unu. Her var sangur og tón­ leikur og góð orð søgd um skúlastjóran. Tí kemur makrelurin inn á landgrunnin seint á sumri Havstovan heldur seg hava ábendingar um, at djóraæti helst kann setast í samband við atferð hjá makreli á landgrunninum og tilgongd av toski Vilmund Jacobsen Í 2017 gjørdi Magnus Heinason átta kanningarferðir á so­ nevnda K-skurðinum í ein út­ synning úr Koltri. Hetta var lið­ur í einari verkætlan, sum eitt nú varð stuðlað av Fiski­ vinnu­royndum. - Endamálið við verkætl­an­ ini var at kanna djóraæti á føroyska landgrunninum fyri at fáa meiri vitan um nøgd og samanseting av ymiskum sløg­ um í tíð og stað - og um hetta møguliga kann setast í sam­ band við atferð hjá makreli á landgrunninum og tilgongd av toski. Havstovan sigur, at kann­ ing­arnar á K-skurðinum í 2017 eitt nú vístu, at nøgdirnar av djóra­æti vóru munandi størri uttan fyri landgrunnin um várið og tíðliga á sumri, men seinnu í helvt av sumrinum og út á heystið var øvut. Tá var nevni­liga meira av æti inni á land­grunninum enn uttanfyri.  - Sannlíkt er, heldur Hav­ stov­an, at hetta er orsøkin til, at makrelur ikki leitar inn á land­grunnin í munandi nøgd­ um fyrr enn seint á sumri.  Havstovan heldur, at sam­ an­setingin av djóraæti á K-skurð­inum um várið og út á summ­arið í 2017 eisini passaði sera væl til fyritreytirnar at koma undan hjá fiskayngli, soleið­is at longu í mars var væl av smáum djóraæti og har­aftr­ at ein ávís gýting av reyðæti.  - Tað vísti seg eisini á yngul­ túrinum hjá Havstovuni í 2017, at nógv var at fáa av yngli, og talið av toskayngli var yvir miðal. Haraftrat vísa stovns­ metingarnar í 2018, at til­gongd­ in av 1 ára gomlum toski (2017-ár­gangurin) er væl yvir mið­al. Havstovan vísir á, at úrslit­ ini frá kanningini eisini hava víst, at nøgdirnar av djóraæti broytast sera skjótt. Stórar nøgd­ir av reyðæti vórðu í mai – eitt tíðarskeið, har Havstovan higar­til ikki hevur havt møgu­ leika at raðfesta kanningar av djóraæti á landgrunninum. Men í juni var nøgdin minkað niður í næstan einki. - Forvitnisligt hevði verið at sæð líknandi kanningar í fleiri ár fyri at kanna, um og hvussu samanseting av djóraæti um várið og út á summarið broyt­ ist millum ár. Hetta hevði verið virðismikil vitan, sum kundi givið neyvari ábendingar um, hví eitt nú botnfiskatilgongdin er so ymisk frá einum ári til annað, halda tey á Havstovuni. Bert 20 prosent eru eftir Vilmund Jacobsen Nú er rættilig gongd kom­ in á aftur arbeiðið upp á Eyst­uroyartunnilin, eftir at tunnilsliðini hava verið í jóla­frí. Í morgun veit NCC at siga, at í síðstu viku vórðu bor­aðir og sprongdir til­ sam­ans 143 metrar. Nú eru sprongdir til­ sam­ans 9.058 metrar av teim­um 11.250 metrunum, sum Eysturoyartunlinum verð­ur langur. Hetta svarar til umleið 80 prosent av samlaðu tunnils­longdini. Í seinastu viku vórðu 109 metrar sprongdir Hvíta­nesmegin og 34 metr­ ar móti Saltnesi. - Einki varð sprongt av sjálv­um tunlinum frá rund­koyringini undir Skála­firði og móti Hvíta­ nesi, tí hevur hevur verið sprongt fyri einum pumpu­brunni, veit NCC at siga í dag. SKOTIN: Um dagarnar legði Djóralæknastovan út kunning um frens, sum hevði verið burtur í fleiri dagar. Tá frensurin kom aftur, vísti tað seg, at hann varð skotin í vinstra eyga, sum var so illa farið, at tað mátti takast. Línufiskiskapurin framvegis góður Útlitini til útróður hesa vikuna eru ivingarsom, tí veðrið verður óstøðugt Vilmund Jacobsen Seks ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Øll skipini fiska tosk og hýsu, og tey fáa eisini eitt sindur av longu og brosmu. Fiskiskap­ ur­in er góð­ur, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gong­ur. Nøkur ísfiskalínuskip liggja, men tey fara væntandi út aftur í næstum. Fýra frystilínuskip eru byrj­aði at fiska Flemish Kap, og eitt frystilínuskip er til fiski­skap undir Føroyum. Frystilínuskipini á Flemish Kap eru Klakkur, Kambur, Eiv­ind­ur og Stapin og frysti­ línu­skipið, sum fiskar undir Før­oyum, er Ågot. Á Fiskamarknaði Føroya halda tey ikki, at útlitini til útróð­ur eru nakað serlig hesa vikuna, tí hóast streymurin verður hampiligur, er vænt­ andi, at veðrið verður skift­ andi. - Men, útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat. Helst er djóraæti orsøkin til, at makrelur ikki leitar inn á landgrunnin í munandi nøgdum fyrr enn seint á sumri. Myndin, ið er av Høgabergi, sum fiskar við nót á Nólsoyarbanka, er tilvildarlig