Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 Børn sum er likamliga aktiv læra skjótari - Børn, sum tíðliga í lívinum gerast fysiskt aktiv, læra skjótari og gerast betur til at hugsavna seg. Tí eru allar góðar grundir til at geva rørslumenning ans, siga tey, sum skipa fyri forvitnisligum tiltaki á Oyrarbakka hóskvøldið Vilmund Jacobsen Hóskvøldið 17. januar frá klokkan 19-21 verður áhuga­vert tiltak í Dag­ stovn­inum á Flatinum á Oyr­ar­bakka. Her fara 25 luttakarar, sum eru á ársskeiði sum motorikkvegleiðarar, at greiða frá og koma við uppskotum til rørslu­ menn­ing. Á tiltakinum verður eitt nú víst á, hvussu eitt gott rørsluumhvørvi verð­ur ment, bæði inni og úti, og her verða hug­ skot um, hvussu áhugi at røra seg verður kveiktur hjá einstaka barninum/ borg­aranum við serligum av­bjóðingum. Víst verður á, hvussu fólk, sum skipa fyri venj­ ing­um, sjálvi kunnu ger­ ast fyrimyndir við at vísa gleði og sjálvi hava hug at brúka kroppin. Á tiltakinum verður eisini víst á, at tá smá­ børn hava vánaligan mot­or­ikk, verður tað ofta trupult hjá teimum at fylgja við í skúlanum – ikki bara motoriskt, men eisini í sjálvari lær­ ing­ini. Hesi børn kunnu fáa talutrupuleikar, lesi­ trupul­leikar og órógv í kroppin. - Hinvegin vita vit, at børn, sum tíðliga í lív­in­ um gerast fysiskt aktiv, læra skjótari og gerast bet­ur til at hugsavna seg. Tí eru allar góðar grundir til at geva rørslu­menn­ ing­ini ans. Tey, sum standa aftan fyri tiltakið á Oyrarbakka hóskvøldið 17. januar, siga, at Anne Brodersen og Mads Brodersen, sum starvast hjá Vends Natur og Motorikskole, eisini verða til steðar í Dag­ stovn­inum á Flatinum hetta kvøldið. - Vit vóna, at mong koma til tiltakið, sum er al­ment og ókeypis, siga fyrireikararnir. 20 ár eru liðin, síðan Mylnuhúsið í Klaksvík læt upp, og tí verður bjóðað til føðingardag mikudagin 16. januar frá klokkan 15-17. Smáir trolarar bestu veiðina Hóast teir eru smáir, roynast teir væl og hava í løtuni góðan fiskiskap eftir havtasku Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru átta partrolarapør til fiski­ skap, og væntandi koma fýra pør inn at landa hesa vikuna. Hini skipini koma, sum henda vikan gong­ur. - Fiskiskapurin hjá par­trolarunum er mis­ javn­ur, siga tey á Fiska­ markn­aði Føroya.  Fríggjadagin var bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Hann er nýliga byrjaður túr og kemur tí neyvan inn at landa fyrr enn í næstu viku. Fríggjadagin vóru eis­ ini fýra trolbátar til fiski­ skap, og teir fiska sam­ bært Fiskamarknaði Før­oya allir havtasku. - Fiskiskapurin hjá trol­bátunum er góður, og vænt­andi koma allir inn at landa fyrst í hesi vik­ uni. Í løtuni fiska fýra garna­skip svartkalva. - Fiskiskapurin hjá garna­skipunum er mis­ javn­ur, men ætlanin er, at øll garnaskipini koma inn at landa, sum henda vik­an gongur, verður lagt aftrat. Rakar beint í hjartað Vilmund Jacobsen Ulla og Jacob Tindalíð eru sett sum fyristøðufólk á sjómansheiminum í Nuuk frá 1. mars í ár at rokna. Tey avloysa Anne og Allan Majholm. Nógv í Nuuk kenna Ullu og Jacob Tindalíð frá summarlegunum í Naalersitaq, har børn og familjur kunnu njóta eina livandi frítíð og hoyra um boðskapin, sum Bíblian ber. Nýggju fyristøðufólkini hava búð í Nuuk, síðan tey vóru børn, og her búgva tey framvegis saman við synunum, Benjamin og Daniel, sum eru ávikavist 13 og 11 ár. - Hetta arbeiðið rakar beint í hjartað, og tá vit hava búð í Nuuk meginpartin av okkara lívi, er grønlendska mentanin okkara heimavøllur. Hetta er eitt nýtt yrki, men nógv er kent, eitt nú málið. Vit hava í hvussu er bæði hugskot og stóran áhuga fyri starvinum, siga tey bæði við www.sermitsiaq.ag. Ulla kemur úr einum starvi sum skrivari í heilsurøktini, er útbúgvin heilsuhjálpari og hevur eisini eina fíggjarútbúgving. Jacob hevur royndir innan marknaðarføring og sølu og hevur eitt nú HD í samskipan og leiðslu. Arbeiðsroyndir hansara eru eitt nú hjá Air Greenland og Tele Erhverv Salg. - Tað hevur stóran týdning fyri okkum at arbeiða fyri Harran, soleiðis sum vit nú fáa høvi til gjøgnum sjómansheimið. Vit hava eisini leingi droymt um at arbeitt saman, og henda møguleika fáa vit nú. Hetta er veruliga eitt bønarsvar, og vit eru ovfarin, sigur Ulla Tindalíð. Jacob Tindalíð sigur, at mamma Ullu arbeiddi á sjómansheiminum sum ung. - Vit hava eisini havt tað fyri at fara oman á sjómansheimið at eta stokt egg og beykon saman við verfaðir, sigur Jacob Tindalíð brosandi. Familjan hjá Jacob hevur sínar røtur í Føroyum, men hann er triðja ættarlið í familjuni sum býr í Grønlandi. Vit kunnu leggja aftrat, at foreldrini hjá Jacobi eru Selma og John Tindalíð. SKOYTIBREYT: Tey, sum ætla sær á Skoytibreytina á Vaglinum í Havn, áðrenn hon letur aftur, mugu nú skunda sær. Skoytibreytin verður opin sum vanligt til og við leygardagin 19. januar aftrat. Tað hevur gingið væl hjá teimum smáu trolbátunum, og seinastu dagarnar hava teir fiskað havtasku - Tað eru eru allar góðar grundir til at geva rørslumenningini ans, siga tey, sum skipa fyri tiltaki á Oyrarbakka hóskvøldið