Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI POLITIKARAR At verða løgtingslimur er eitt rættiliga væl lønt starv, men hugsjónir og heiðurin at tæna fólkaræðinum eiga at telja meiri enn lønin, heldur løgtingsformaðurin Áki Bertholdsen Eg haldi, at løgtingslimir fáa rættiliga góða løn. Men í roynd og veru eigur tað ikki at vera lønin, sum er tað einasta av­ gerandi. Tað heldur Páll á Reyna­ túgvu, løgtingsformaður. Tað hevur elvt til rættiligt kjak at stórin á flogvøllinum, Gudny Langgaard segði við KvF nú ein dagin, at fólk í leið­ andi størvum aftra seg við at stilla upp til Løgtingið. Og ein grund til tað er, at lønin er so lág, at verða tey vald, fara tey nógv niður í løn. Hon helt eisini, at í roynd og veru er tað bara eitt hálvtíðarstarv av verða løgtingslimur, og haril er ar­beiðið í Løgtinginum so ópro­fessionelt og illa skipað, at fram­søkin fólk tað ikki. Men tað er løgtingsfor­mað­ ur­in ikki samdur í. Hann vísir á, at lønin hjá einum løg­tings­ limi er slakar 40.000 krónur um mánaðin, og tað heldur hann er ein rættiliga góð løn. –  Lønin eigur ikki at vera tað, sum fær fólk at aftra seg fyri at fara upp í politikk, sigur hann. Og hjá honum er heldur eingin ivi um, at tað er eitt full­ tíð­arstarv at vera løg­tings­lim­ ur. Hann heldur, at politiska skipanin eigur eisini at hava fyrilit fyri lønarlagnum í sam­ felagnum annars, og ein løn upp á 40.000 krónur um mán­ að­in er ein fín løn, sum tað ber til at liva væl fyri. Endamálið var greitt Páll á Reynatúgvu sigur eisini, at tá ið løgtingsarbeiðið varð umskipað fyri nøkrum árum síðani, var eingin ivi um, at høvuðsendamálið við broyt­ ing­unum var, at tað skuldi vera eitt fulltíðarstarv at vera løg­tingslimur. Tað var eisini meginorsøkin til, at lønin varð hækkað mun­ andi, og kom upp á slakar 40.000 krónur. – Lønin varð sett so høg, at løgtingslimir skuldu ekka­leys­ ir kunna velja at verða løg­ tings­limir burtur av, uttan at stúra fyri, hvussu teir fingu breyð á borðið, sigur løgtings­ for­maðurin. Og hann leggur afturat, at endamálið var, lønin skuldi vera so mikið góð, at tað skuldi gera tinglimir óheftar av yms­ um seráhugamálum í sam­ felagn­um. – Annars hava røddir eisini verið frammi um at gera eina skipan, har løgtingslimir ikki skuldu hava loyvi til at røkja nakað annað starv afturat løg­ tings­arbeiðnum, sigur Páll á Reyna­túgvu. Hann heldur, at tað er ein áhugaverdur tanki, tí úrslitið av tí verður, at løgtingslimir verða fullkomiliga leysir av ar­ beiðsmarknaðinum og áhuga­ málum har. Hinvegin eru tað summi, sum halda, at tað hevði verið ein bakkast, tí so mistu løg­ tings­limir sambandi við van­ liga arbeiðsmarknaðin og tað kann vera ein vansi, tá ið tíðin sum løgtingslimur eina ferð er av. Her kann so eisini við­merkj­ ast, at onnur hava eisini ført fram, at vansin er eisini, at so missa løgtingslimir sambandið við vanliga fólkið, og missa sam­stundis følingina við, hvat rør­ir seg ímillum vanliga fólki. Størsti heiðurin av øllum Lønin skal ikki vera tað a Løgtingslimir skuldu ekkaleysir kunna velja at verða løgtingslimir burtur av, uttan at stúra fyri, hvussu teir fingu breyð á borðið Tað er eingin ivi um, at tá ið løgtingsarbeiðið varð umskipað, og lønin hækkaði, var høvuðsendamálið, at tað skuldi vera eitt fulltíðarstarv at vera løgtingslimur, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður