Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 TÍÐINDI Men hinvegin heldur Páll á Reynatúgvu eisini, at tað eigur ikki at vera lønin, sum er tað einasta avgerðandi. –  Sjálvsagt skulu løgtings­ limir hava eina hampuliga løn. Men eftir mínum tykki skulu tey, sum bjóða seg fram í politikki, fyrst og fremst gera tað, tí at tey hava eina hugsjón um, hvussu samfelagið skal skipast, sigur hann. –  Og eftir mínum tykki er einki heiðurligari starv til enn at vera løgtingslimur og at tæna fólkaræðinum, leggur hann afturat. – Tað hevur tað í hvussu so er verið tá ið eg havi stillað upp. Og tá ið eg stillaði upp á fyrsta sinni, var lønin bara ein viðfáningur av tí, hon er í dag, sigur hann. Og hann heldur avgjørt ikki, at tað er eitt hálvtíðarstarv at verða løgtingslimur. –  Tá ið eg leggi arbeiðið í Løgtinginum til rættis, er grund­støðið, at løgtingslimir altíð eru tøkir til tað politiska ar­beiðið, og eg hugsi ikki um, hvat løgtingslimir annars hava av størvum, sigur hann. Allan sólarkringin Men Páll á Reynatúgvi stað­ festir, at tað er eitt rættiliga víð­fevnandi starv at verða løg­tingslimur, tí tað fevnir verri enn so bara fevnir um at møta upp á tingfundum og á nevndarfundum. – Tað at vera løgtingslimur, er í roynd og veru at hava ábyrgd­ina av fólkaræðinum –  og tað hevur ein politikari allan sólarkringin. Ein løg­ tings­limur hevur eisini ein um­boðandi leiklut, og skal lurta eftir fólki og hava føling við tí, sum rørir seg. – Annars hevur ein løg­tings­ lim­ur eisini nógv ymisk mál at seta seg inn í og hann hevur eisini avgjørt varhugan av, at tað brúka løgtingslimir nógva tíð upp á. Og sum heild møta løg­tingslimir eisini rættiliga væl upp, tá ið løgtingsfundir eru, sigur løgtingsformaðurin. Eru rættiliga einsamallir Men annars heldur Páll á Reyna­túgvu, at tað kann vera ein vansi, at løgtingslimir eru ov einsamallir í sínum starvi og teir hava ikki altíð um­støð­ ur til at geva landsstýrinum, sum hevur eina stóra umsiting, eitt javnbjóðis mótspæl. – Eg plagi at siga, at Fót­ bólts­sambandið hevur eina størri umsiting enn Føroya Løg­ting, tí vit eru bara 13 fólk til­samans – men tá eru rein­ gerð­arfólk og umsjónar­mað­ ur­in, tald við. Í øðrum londum hevur hvør tinglimur eina serstaka játtan, sum er so stór, at teir kunnu seta fólk í fulltíðarstarv at hjálpa sær. Tað heldur løgtings­for­mað­ ur­in kanska er at gera nakað nógv av í Føroyum. Men eitt, hann hevur lagt dent á, er javn­an at skipað fyri evnis­døg­ um, har ymisk mál vera fakliga lýst. Samstundis hevur hvør løg­ tingslimur eina pulju upp á 30.000 krónur um árið, sum tey kunnu brúka til at styrkja sínar førleikar. Teir pengarnir kunnu verða brúktir til skeið, ráðgeving, ella annað, sum letur løg­tings­ limur betur í til at røkja starvið. Ikki lagt á hillina Ætlanin hevur eisini verið at keypa gamla bygningin hjá Betri samtakinum í miðbýnum við tí endamáli at útvega løg­ tings­fólkum skrivstovu, har tey kunnu hava privatar fund­ ur, og annars hava alt skriv­ stovu­haldið. Tað arbeiðið var komið rætti­liga langt áleiðis, men síð­ ani hevur Betri skift leiðslu nakr­ar ferðir, og tað arbeiðið hev­ur verið lagt eitt sindur til síðis. Men Páll á Reynatúgvu sig­ ur, at ætlanin er als ikki slept, og at hann framvegis fer at royna at útvega Løgtinginum tann bygningin. –  Men hvussu profssionelt, politiska arbeiðið annars, er ilt hjá mær at meta um. Eyðvitað er tað lættari at fáa arbeiðið at glíða í eini samgongu, sum hev­ur ein tryggan meiriluta, enn tað er í eini minniluta­sam­ gongu, sum vit hava nú, og sum má finna semju frá máli til mál. –  Men skal arbeiðið í Løg­ ting­inum lyftast upp á eitt hægri stig, er tað ikki bara ein spurn­ingur um at fáa eina størri umsiting. Tað snýr seg eisini í stóran mun um at før­ leika­menna løgtingslimir, og at gera greitt fyri teimum, hvørja ábyrgd tey hava. Og ann­ars snýr tað seg um at brynja løgtingslimir til at røkja starvið, og til at standa á egn­ um beinum, uttan at verða bund­in at ávísum ser­áhuga­ mál­um, sigur løg­tings­for­mað­ ur­in. Ikki javnt býtt Av røttum átti Løgtingið at verið ein spegilsmynd av sam­ felagnum. Men soleiðis er tað ikki rættiliga, tí á Føroya Løg­ tingið skalt tú leita leingi, áðr­ enn tú finnur eitt verkafólk. Í Løg­tinginum er nevniliga ikki eitt tað einasta verkafólk í van­ligum týdnini. Páll á Reynatúgvu sigur, at hetta er ikki einasti skeivleiki í Løgtinginum fyri at siga tað so. –  Ongin løgtingslimir er und­ir 30 ár og ógvuliga fá eru und­ir 40. Tað er næstan heldur eing­in yvir 70. Nógv av okkum, sum sita á Løgtingi, eru nevni­ liga nøkunlunda miðaldrandi ímill­um 40 og 60 ár, ella har áleið. Løgtingsformaðurin dugir illa at meta um, hví hetta er so. Men ein orsøk kann vera, at fyri at verða koma á løgting, er tað ein stórur fyrimunur at vera eitt kent andlit og at duga væl at føra seg fram í miðl­un­ um. Men tað er væl trúligt, at tað hevur skundað undir hesa gongdina, at allar Føroyar vórðu lagdar saman í eitt val­ dømi. –  Sum skipanin er nú, skal nógv til fyri at sleppa á ting. Tað krevjast næstan 400 at­ kvøð­ur, og tað er ein stórur biti hjá fólki, sum kanska ikki eru so nógv frammi framm­an­ undan. Tá var ólíka lættari, tá ið Føroyar vóru eitt valdømi. Páll á Reynatúgvu sigur, at tá ið hann varð valdu á ting fyrstu ferð, var tað við 107 atkvøðum. Og hann heldur, at tað kann væl vera, at einstøk valevni eru profilar í lokal­øk­ in­um og kunnu fáa nógvar atkvøður lokalt, hóast tey ikki eru so landskend at tey klára at skrava næstan 400 atkvøður til sín um alt landið. Tað kann vera ein orsøk til, at verkafólk og ungfólk ikki eru so væl umboðað á Løg­ tingið, heldur hann. – Løgtingið verður meiri og meiri akademiserað, men eg haldi, at tað er eitt rák, sum er allastaðni. Men hinvegin heldur hann eisini, at tað liggur ein stór á­byrgd á teimum ymsu polit­ isku flokkum sjálvum at føra val­evni úr øllum samfelags­ bólk­um fram, leggur hann aft­ urat. Arbeiða við at broyta løn og eftirløn hjá løgtingslimum Í fjør fekk Løgtingið eitt til­ mæli um hvørja løn, og eftir­ løn, løgtingslimir skulu fáa. Tað var ein óheft uttan­hýs­is­ nevnd, sum varð sett at út­ greina lønarviðurskiftini hjá løgtingslimum og at koma við einum tilmæli um, hvussu tey skulu skipast. Og nú kjak er um lønar­við­ urskiftini hjá løgtingslimum, sigur Páll á Reynatúgvu, løg­ tingsformaður, at arbeitt verð­ur nú við einum uppskoti um at broyta lønarviður­skift­ ini, og eftirløn­arvið­ur­skiftini hjá løg­tingslimum. Eftir tilmælinum frá nevnd­ini skal lønin hækka eitt sindur, men afturfyri fáa løg­tingslimir eina heilt øðr­ vísi eftirlønarskipan enn teir hava nú. Sum er, hava løg­ tings­limir eina eftir­løn­ar­ skip­an sum sigur spaðarfrúgv til eftirlønarskipanina hjá øll­um øðrum í landinum. Løg­tings­limir fáa nevniliga fulla eft­irløn eftir at hava sitið á Tingi í 16 ár. Tingfólk, sum hava sitið í 16 ár, kunnu so­statt fara frá, 60 ára goml­ um, við fullari eftirløn, sum er 24.275,7 krónur um mán­að­ in. Men eftir nýggja tilmælin­ um skulu løgtingslimir hava eina eftirlønarskipan sum lík­ist henni, allir aðrir før­oy­ ing­ar hava. Páll á Reynatúgvu sigur, at hann er í samskifti við flokk­ arnar um at finna eina semju um eitt uppskot, sum kann leggj­ast fyri Løgtingið um løn­arviðurskiftini og eftir­ løn­arviðurskiftini hjá løg­ tings­limum. Eydnast tað, er ikki óhugs­ andi, at eitt uppskot verður lagt fyri Løgtingið í vár um hetta. Men hann ger samstundis greitt, at hann ætlar sær ikki í eitt eljustríð um hesi við­ur­ skifti beint upp undir Løg­ tings­val. So fæst ikki hampiliga stór undirtøka fyri einum upp­ skoti nú, fer hann heldur at miðja eftir at gera málið klárt hjá næsta Løgtingið at taka støðu til. avgerandi fyri politikarar Hann ætlar sær ikki í eitt eljustríð um hesi viðurskifti beint upp undir Løgtingsval Eftir mínum tykki er einki heiðurligari starv til Fótbólts­ sambandið hevur eina størri umsiting enn Føroya Løgting