Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Føroyskar frisørar skapa norðurlendskan hármóta Bestu norðurlendsku frisørarnar hava um vikuskiftið verið í Føroyum til árliga nýggjársráðstevnu hjá viðurkendum felagsskapi. Føroyskar frisørar hava í hesum sambandi skapt serstakan hármóta, til framsýning fyri gestunum. Sí myndirnar her á síðuni. Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Hetta vikuskiftið hevur Inter­ coiffure Danmark havt sína árligu kongress. Umleið 80 fólk úr øllum Norðurlondum vóru við á kongressini. Hetta er fyrstu ferð, at hesin viðurkendi felags­skapur heldur ráðstevnu í Før­oyum, og orsøkin er, at ein føroyskur limur er í felags­ skap­inum, fyri fyrstu ferð nakr­antíð.  Altjóða felagsskapurin Int­ er­coiffure, sum hevur umleið 3.000 limir í 55 londum, er heims­ ins fyrsti og fremsti felags­ skap­ur innan hárfríðkan og lim­irnir teljast millum heims­ ins fremstu frisørar. Norð­ur­ lond, harímillum Dan­mark, eru eisini við í felags­skap­inum, og hetta vikuskiftið hev­ur danska deildin av Inter­coiff­ ure havt sína árligu nýggj­árs­ kon­gress í Føroyum. Fyri seks árum síðani bleiv Mariann Klein Ivansdóttir, sum eigur salongina Royal Int­ er­coiffure í Havn, fyrsti og hig­ ar­til einasti føroyski limur í Int­ercoiffure.  - Hetta var er ein gyltur møgu­leiki hjá okkum at vísa, hvat vit duga. Føroyskir frisør­ ar hava sýnt hár fram, og hetta fer at varpa ljós á Føroyar og fakið í Føroyum og á Føroyar sum mótadestinatión. Og tað hev­ur eisini týdning fyri okk­ um at vera við í norð­ur­lendska sam­starvinum.  Tey komu higar at uppliva tann íblást­ur­ in, sum vit í Føroyum fáa í okk­ara yrki. Og fyri meg eru Før­oyar ein stórur íblástur í so máta. Um eg ikki hevði Før­oy­ ar, hevði eg ikki havt eins nógv at geva av, sigur Mariann Klein Ivans­dóttir.