Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Bretland hevur brúk fyri okkum Bárður Nielsen formaður í Sambandsflokkinum Landsstýrið skal brúka møguleikan nú Bretland er gyrt í brøkur av Brexit. Hetta er møguleikin hjá Føroyum, at fáa eina veruliga fríhandilsavtalu og tryggja okkum fiskiveiðumøguleikar í bretskum sjógvi. Nú Brexit verður av­ gjørt komandi dag­arnar boðar lands­stýris­mað­ur­ in frá, at hann fer at mæla til at seta galdandi ES-sáttmála í gildi við Bret­land. Hetta er als ikki nøktandi, tí sátt­mál­ in við ES er ein forðing fyri víðari menning av okkara høvuðsvinnu, fiski­vinnuni. Løgtingið hevur í 2016 – einmælt – samtykt upp­ skotið hjá Sam­bands­ flokk­inum um, at lands­ stýrið skal fara í sam­ráð- ingar við ES um fría at­ gongd til ES-markn­aðin. Tá kann inntjeningin til Føroya økjast, nýggj ar­ beiðspláss skapast og vælferðin tryggjast. Vit skulu gera Føroyar ríkari við at útvega før­ oyskum fyritøkum veru­ ligan fríhandil. Tá fara Før­oyar at útflyta mat­ vørur heldur enn rávøru, og tá kann útflutn­ings­ virðið økjast munandi. Landsstýrið eigur at halda seg til tað, sum Løg­tingið hevur avgjørt. Størsta orsøkin til stóra búskaparvøksturin í heiminum og her hjá okkum er samhandil, vit­ an­ardeiling og frælsur kap­italur. Sambandsflokkurin vil altíð arbeiða fyri ein­ um frælsum og ný­mót­ ans samfelagi, har borg­ ar­arnir hava heimsins størsta frælsi í heimsins besta samfelag. Um avtalan við Bret­ land er avrit av ES-av­tal­ uni, so verður einki broytt, og føroyskar fyri­ tøk­ur skulu – akkurát sum nú – gjalda toll fyri at útflyta matvørur á bretska marknaðin. Øll skulu hava tak yvir høvdið Annfinn Brekkstein býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu Bústaðarpakkin vendir skeivt  Tað skulu vera bústaðir til øll í okkara vælferða­ samfelag - alt annað er ikki nøktandi.   Bústaðarpakkin hjá sitandi samgongu vendir sosialt skeivt og ger mismun á, tá talan er um leigumarknaðin. Privat kunnu nú leiga út fyri kr. 100.000,- skattafrítt, með­ an partafeløg ikki hava hendan møguleika. Tí er vinnulívið fyri mismuni og júst teirra íkast á bú­ staðarmarknaðinum mangl­ar fyri at nøkta eftir­spurningin. Fyri at fáa stórt útboð á marknaðinum av bú­ støðum, mugu líka kapp­ ing­arfortreytir vera gald­andi fyri allar aktør­ ar, eisini tað privata vinnu­lívið, sum sær út til ikki at hava nakran góð­ an í sitandi samgongu. Greitt uppgávu- og ábyrgd­arbýtið Tað verður tosað nógv, men alt endar við, at Bú­ staðir skal loysa all­an bústaðartørvin. Tað kem­ur Bústaðir ikki at gera, men skuldi veri ein aktørur saman við øðr­ um, sum loysti tann meira bráddliga íkoma tørv­in. Tí er neyðugt, at man býtir upp, hvørjar upp­ gávur land, kommunur, fíggjar­stovnar  og entre­ penørar/ vinnan hava. Landið skal levera lóg­ arregulerandi skipanir til ymiskleikan, komm­un­ urnar skulu útvega lendi og tað, sum har hoyrir til, meðan entre­penørar og fíggjar­stovn­ar  ávikavist byggja og fíggja. Eitt greitt upp­gávu- og ábyrgdarbýtið mangl­ar. Tað er m.a. okkara pol­ itiska uppgáva at hava stuðulskipanir, sum gera tað møguligt hjá fíggj­ar­ liga veikum familjum, t.d. einligir forsyrgjarar við børnum at fáa íbúð­ar­ stuðul. Íbúðarstuðul til veikar samfelags­bólk­ar sum nevnt omanfyri, so okkara vælferða­sam­fel­ ag eisini kann geva teimum ein møguleika til ein hóskandi bústað anno 2019.   Ov nógvar bindingar Tað vísir seg, at vinnan og fíggjarstovnar luttaka ikki í byggiverkætlanum, tá álagdar verða ov nógv­ ar bindingar útyvir tað, sum ein byggisamtykt loyv­ir.  At seta krøv og óreal­ ist­iskar bindingar til byggi­snið, útsjónd o.a., hev­ur við sær, at hesi krøv økja um kostnaðin á byggingini og prísurin verður hareftir. Vit hava í dag brúk fyri øllum aktørum til set­húsmarknaðin, leigu­ marknaðin og íbúð­ar­ markn­aðin, eins og vit seta okkara álit á, at aðrir fíggjaraktørar fara at bjóða fígging til íbúðar­ bygg­ing, lutaí­búðar­bygg­ ing o.s.fr. Eg gangi inn fyri, at tað verða føroyskar hand­verkarafyritøkur og byggi­meistarar, sum fara at byggja - tá vita vit, hvat vit fáa. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki innflyta út­lendsk­ ar byggi­neyð­loysn­ir.   Avloysaraskip er á skránni – men viðkomandi atløgupláss eru ikki tikin við í nakra ætlan Símun Gullaksen, varaborgarstjóri. Fugloyar kommuna Á Fugloynni eru tvær lend­ingar, í Hattarvík og á Kirkju. Seinastu muna­ góðu íløgurnar, sum vóru gjørdar fyri at betra um lendingar­viður­skift­ ini í Hattarvík, vóru framd­ar í 80 árunum og á Kirkju í 2002-2003. Áhald­andi viðlíkahald er so at siga einki gjørt síð­ ani hesar íløgur vóru framd­ar og nú eru lend­ ing­arviðurskiftini út av lagi vánaligar fyri skip, fólk og farm. Her má okkurt muna­ gott gerast beinanvegin, tí í fleiri førum er talan um beinleiðis vandamikil við­urskftir, sum ikki kunnu góðtakast. Raðfestingarnar mugu broytast og fokus eigur at verða sett á lend­ ing­arviðurskiftini hjá øll­ um útoyggjum. Í ferða­ vinnu­høpi eru miðøkini í Føroy­um í fleiri førum “main­stream” ferðavinnumál fyri út­ lend­ingar og ferðafólk ann­ars, ímeðan okkara gim­steinar, nevniliga útoyggj­arnar, eru fyri van­røkt. Játtanin, sum Lands­ verk umsitur við­víð­kj­ andi stuðli til infrakervi er áleið 700 túsund krón­ ur árliga, og skal hetta být­ast millum allar út­ oyggj­ar. Tað dugur ein og hvør at skilja, at her er alt ov lítið at gera gott við og raðfestingarnar til okkara útjagara eru so at siga als ikki til staðar. Viðv. leistinum um eitt avloysaraskip til 32 milli­ ón­ir, so haldi eg, at tíðin er komin til at raðfesta meiri framskygd, tí um nøk­ur fá ár, verður koyr­ andi til Sandoyar og um nøkur ár fleiri, allarhelst til Suðuroyar eisini. Hetta leysgevur verandi skip, sum røkja hesar leið­ir og hava vit sostatt nøkt­andi skipaflota til av­loys­ing. Tær 32 milliónirnar vóru nógv betri nýttar til dagføring av viður­skift­ in­um á teim farleiðum, sum allarhelst ongantíð fáa fast vegasamband og har hugsi eg um Fugl­ oynna, Svínoynna, Myki­ nes og evt. eisini Nólsoy. Oyggjar sum Hestur og Skúv­oy eiga ein sjálv­ sagd­an part, at verða knýtt í eitt tunnilskervi og um man ikki ætlar tað, eigur man at takað hesar oyggjar við eisini. Størsta orsøkin til stóra búskaparvøksturin í heiminum og her hjá okkum er samhandil, vit­ an­ardeiling og frælsur kap­italur