mánadagur 14. januar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Fleyr og SÍ hava skapt sær eitt glopp í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti, sum um vikuskiftið gjørdist
enn størri. Kapping hevur verið í bogaskjóting, og uttanlands er klárt til finalur í amerikanskum fótbólti
Pætur Albinus
AM. FÓTBÓLTUR
Nú er greitt hvørji lið hittast
í Conference Championships
í NFL. Hetta eru finalurnar í
teimum báðum konferansun
um, AFC og NFC, har vinn
ararnir av teimum báðum
hittast í Super Bowl tann 3.
februar. Í AFC-finalui hittast
Kansas City Chiefs og New
England Patriots. Kansas City
Chiefs vann leygardagin 31-13
á Indianapolis Colts, og í gjár
vann New England Patriots
41-28 á Los Angeles Chargers.
Í NFC-finaluni hittast Los
Angeles Rams og New Orleans
Saints. Los Angeles Rams vann
náttina til sunnudagin 30-22 á
Dallas Cowboys, og í gjár vann
New Orleans Saints 20-14 á
Philadelphia Eagles. Finalurnar
í AFC og NFC verða spældar
sunnudagin.
BOGASKJÓTING
Um vikuskiftið hevur kapp
ing verið í hølunum hjá Ørvi
í Runavík. Leygardagin kapp
aðust ungdómsskjúttar á 12
metra fjarstøðu, og sunnu
dagin
kappaðust
vaksnir
skjúttar á 18 metrar fjarstøðu.
Í ungdómsfinaluni í recurve
vann Jóhann F. Haraldsen 7-1
á Tóru Dinnu Reynskor, og í
ungdómsfinaluni í compound
vann Sámuel Petersen 142-140
á Aleksanduri Leitisstein. Í
finaluni í recurve hjá vaksnum
vann Oddmar Nielsen 7-1 á
Jógvani Petersen, og í finaluni
í compound hjá vaksnum vann
Nikkel Petersen 147-144 á Jóan
nesi Poulsen.
FLOGBÓLTUR
Føroyska U17-landsliðið hjá
monnum hevur seinastu dagar
nar luttikið í EM-undankapping
í finska býnum Kuortane.
Fyrsta dystin taptu føroysku
menninir
fríggjadagin
fyri
finsku vertunum 3-0 (9-25, 11-
25, 10-25). Leygardagin vóru
tveir dystir á skránni – ímóti
Danmark og Svøríki. Í fyrra
dystinum
ímóti
Danmark
kom fyrsta føroyska settið til
høldar, tá ið Føroyar minkaðu
niður í 2-1 í settum, men tó ikki
slapp undan einum 3-1-tapi.
Settúrslitini vóru Danmark -
Føroyar 3-1 (12-25, 18-25, 25-22, 17-
25). Ímóti Svøríki vóru tvey av
settunum leingi jøvn, men tað
koppaði tú til sviar, sum vunnu
3-0. Settúrslitini vóru 12-25, 16-
25 17-25. Í gjár skuldi so ein
seinasti dystur spælast. Hesin
dysturin var um triðja plássið
ímóti Danmark. Hendan dystin
vann Danmark 3-0 (25-8, 25-16,
25-13). Finaluna vann Finnland
3-0 á Svøríki.
Teir, sum mannaðu før
oyska liðið, vóru: Mattias Nol
søe Isaksen (Fleyr), Hørður
Joensen (Fleyr), Eyðfinn Rajani
Færø (Fleyr), Tórur Paula
son (Fleyr), Bjarni Joensen
(SÍ), Róar Anderson (SÍ), Elias
Ellingsgaard (SÍ), Silas Poulsen
(SÍ), Petur Meinhard Lunds
bjerg (ÍF), Rúnar Johnsson (ÍF),
Gilli Pálsson Augustinussen
(TB) og David Olsen (Ternan).
Venjarar vóru Magnar K. Vang,
Rógvi Nielsen og Hans Sejer
Tummasarson.
Tríggir dystir hava verið í
meistaradeildini hjá kvinnum
um vikuskiftið. Leygardagin
vann Mjølnir trygt 3-0 á
botnliðnum,
Drátti,
eftir
settúrslitini 25-15, 25-20, 25-14. Í
gjár var sannur gysari í høllini
í Kollafirði, har oddaliðið, Fleyr,
júst megnaði at vinna á KÍF.
Úrslitið var 3-2, og settúrslitini
vóru 25-23, 18-25, 25-22, 21-25,
15-12. Hin dysturin í gjár var í
Trongisvági, har gestirnir, SÍ,
vunnu 3-0 á TB. Settúrslitini
vóru 25-15, 25-19, 25-21. Úrslitini
hetta vikuskiftið hava við sær,
at Fleyr og SÍ varðveita síni
pláss í oddinum við ávikavist
17 og 13 stigum. Mjølnir hevur
yvirhálað KÍF og er nú á triðja
plássi við níggju stigum.
Leygardagin
var
eisini
spennandi dystur í mansdeild
ini, har greiða oddaliðið, Mjøln
ir, heima í Klaksvík hevði vitjan
av Fleyr. Leikandi Mjølnir-
venjarin, avstralski Phil Freere,
sat uttanfyri við skaða, men
Mjølnir megnaði hóast tað at
vinna 3-0. Talan var tó um ein
tættan dyst, tí settúrslitini
vóru 25-21, 25-22, 25-21. Tað eru
serliga SÍ og Fleyr, sum dystast
um 2. plássið í meistaradeildini
hjá monnum.
FÓTBÓLTUR
Lionel Messi skeyt sítt mál
nummar 400 í sponsku La Liga,
tá ið FC Barcelona sunnudagin
vann 3-0 á heimavølli ímóti
Eibar. Hini bæði málini skeyt
Luis Suarez. FC Barcelona
er framvegis fremst í La
Liga, fimm stig frammanfyri
Atlético Madrid, sum hetta
vikuskiftið vann 1-0 á Levante.
Real Madrid, sum nú er á einum
deildum triðja plássi við Sevilla,
vann í gjár 2-1 úti ímóti Real
Betis.
Orsøkin til, at Zinedine
Zidane fór frá sum venjari í
Real Madrid, sigst nú vera, at
hann var ósamdur við forsetan
í felagnum, Florentino Perez.
Tða er fyrrverandi forsetin í
felagnum, Ramon Calderon,
sum í samrøðu við AS sigur
seg vita, at Zinedine Zidane
heldur vildi selja Gareth Bale
enn Cristiano Ronaldo, og tá
ið forsetin vildi júst tað øvuta
og helt fast við tað, so valdi
Zinedine Zidane at rýma.
Fleyr og SÍ renna undan
Savnsmynd