Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Venjarafelagið hevur seinnu árini skipað fyri VVF-Cup, sum er ein kapping, har feløgini í bestu deildini í Føroyum kunnu fyrireika seg til komandi kapp­ ingar­ár. Flestu árini hevur talan verið um eina kapping, sum er spæld yvir eitt vikuskiftið ella ein dag, har dystirnir hava verið styttri enn vanligir dystir. Í ár er kappingin í nýggjum hami. Spælt verður yvir seks viku­skiftið, har liðini spæla ein heilan dyst. Hetta tykjast feløg­ ini taka væl í móti. Flestu av feløg­unum spældu við einum heldur øðrvísi liði, nú fyrsta um­far bleiv spælt. Tó eru onkrar ábendingar um, at eitt nú havnarfeløgini eru væl fyri. HB og Adrian vunnu 8-1 á ÍF Fyrsti dysturin í nýgg­ju venjara­ kapp­ing­ini var leyg­ar­dag­in klokk­ an 11. Í Gunda­dali vun­nu føroya­meist­ ar­nir úr HB heili 8-1 á uppflytarunum úr ÍF. Ársins spælari og toppskjúttin í føroy­ sk­um fótbólti í fjør, Adrian Justinussen, legði hart út og skoraði hattrik í fyrra hálvleiki, har Henry Heine­sen eisini fekk beinleiðis reytt kort. ÍF fekk ein nýggjan mann inn seinni. Í seinna hálvleiki skiftu bæði liðini út, har serliga verju­ parturin hjá ÍF hevði ilt við at renna aftaná. Tað byraði við, at Dan í Soylu fekk eina gávu frá mið­verjuni, sum hann takkaði fyri. Jógvan Skeel Nolsøe fekk tvey mál, meðan Símun Samuel­sen og Símun Sólheim skoraðu hvør sítt. Jan Ó. Ellings­gaard skorði einsamalla málið hjá ÍF. Nakað av fólki var í Gunda­dali og hugdi eftir dystinum, sum bleiv spældur í góðum líkind­ um. HB boðaði seinni frá, at felagið hevur longt sátt­málan við bæði Símun Samuelsen og Sebastian Pingel. Símun S a m u e l s e n hevði eitt fram­úr ár í farna kappingarári, men hevur heldur eitt sindur aftur við at leingja sáttmálan. Nú er so greitt, at vágbingurin verður aftur í HB komandi kappingarár. Sebastian Pingel hevur verið skaddur í skjótt eitt ár, men nærkast nú at verða klárur. Eisini hann verður í HB komandi kappingarár. Víkingur og Skála vunnu Klokkan 13 blivu tríggir av dyst­unum í hesum umfarinum spældir. Vík­ing­ur vann 4-0 á TB, Skála vann 2-1 á KÍ, meðan AB og NSÍ deildu stigini á Argj­ um. Í Sarpugerði vann Víkingur 4-0 á TB. Heðin Han­sen, Andreas Lava Olsen, Elias Ler­ vig og Tonni Thomsen skoraðu málini fyri heima­liðið, ið var uttan spælarar Atla Greger­sen, Sølva Vatn­hamar og Hanus Jacob­sen. Tveir teir fyrst­ nevndu eru skaddir, meðan tað er ivasamt um Hanus Jacob­sen verður partur av hópinum í ár. Í Klaksvík vann Skála 2-1 á KÍ, sum ongar av sínum sjey útlendingum hevði við, tí teir ikki eru komnir til landið enn, skrivar Norðlýsið. Andreas Egebjerg Jacobsen legði Skála á odda, meðan Kristiffur Jakob­sen javnaði fyri KÍ. Móti dystar­enda skoraði Haraldur Høj­gaard til 2-1 til Skála. Á Argjum spældi AB og NSÍ javn­leik 1-1. Klæmint A. Olsen skoraði fyri NSÍ, sum hevði Búa Egilsson á liðnum. Hann spældi í fjør við Suðringum, men heldur ikki fram í Trongisvági. FÓTBÓLTUR VVF-Cup: HB OG B36 VUNNU STÓRT Fyrsta umfar í nýggju venjarakappingini hjá Venjarafelagnum hevur verið um vikuskiftið. HB vann heili 8-1 á ÍF, meðan B36 og Víkingur vunnu 4-0 á ávikavist EB/Streymi og TB