mánadagur 14. januar 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Fótbóltssamband Føroya varð
sett á stovn 13. januar í 1979, og
verður sostatt 40 ár í ár
Fótbóltssamband
Føroya,
FSF, varð stovnað 13. januar
í 1979. Fyrsti formaður var
Christian Olsen, og síðani
stovnanina, hevur felagsskap
urin havt seks formenn, ella
forsetar. Christian Olsen (1979-
1981), Torleif Sigurðsson (1981-
2002), Dánjal Andreasen (2002-
2004), Óli Holm (2004-2008),
Høgni í Stórustovu (2008-2010)
og Christian F. Andreasen, ið
hevur sitið síðani 2010.
Síðani síðst í 19. øld hevur
fótbóltur verið spældur í Før
oyum. Fyrsta ítróttarfelagið
var TB, sum varð stovnað í
1892, og eftir aldarskiftið sóu
nógv feløg afturat dagsins ljós.
Fyrsta FM kappingin í fót
bólti var í 1942. Síðani 1950
hevur fótbóltslandskappingin
verið skipað við heima- og
útidystum. Fram til 1975 var
mest sum frí tilmelding, men
síðani 1976 hevur verið spælt
um
upp-
og
niðurflyting
millum tríggjar tær ovastu
deildirnar. Fram til miðskeiðis
í seksti árunum varð spælt
í
meistaradeild,
miðaldeild
og dreingjadeild. Í 1967 varð
farið
undir
kappingar
í
unglingadeild og piltadeild.
Síðani 1988 hava 10 lið verið í
trimum teimum ovastu deild
unum.
Ítróttarsamband
Føroya,
ÍSF, varð stovnað í 1939.
Nógvu tey fyrstu árini var
tað ÍSF, sum hevði ábyrgdina
av øllum ítróttarkappingum
í Føroyum. Í tíðarskeiðnum
frá 1966 og fram til 1978 hevði
Fótbóltsdeildin hjá ÍSF rakst
urin av fótbóltinum um hendi,
og síðani 1979 hevur Fótbólts
samband Føroya havt ábyrgd
ina.
Fyrstu árini var takið at
skipa fótbóltin. Síðani fyrst
í áttati árunum hevur leist
urin
á
mannafólkasíðuni
verið tann, sum framvegis er
kendur, við kappingum frá
1. deild, sum í dag eitur Betri
Deildin og til smápiltar. Yngru
deildirnar eru vornar alt betri
skipaðar. Seinastu árini hevur
serligur dentur verið lagdur
á, at lið og spælarar sleppa
at kappast ímóti sínum javn
líkum – ikki bara í aldri, men
eisini í leikligari styrki. Kvinn
urnar kappaðust fyrstu ferð
um FM í 1985. Tá varð kappast
í 1. deild, gentudeildini og smá
gentudeildini. Síðani fyrst í
níti árunum hevur eisini verið
kappast í yngstu gentudeild
unum.
Í áttati árunum varð arbeitt
við at betra um vallarum
støðurnar. Tað bøtti nógv um,
tá ið fyrstu graslíkisvallirnir
komu miðskeiðis í áttati árun
um. Um sama mundið fór FSF
undir at skipa fyri venjara
útbúgvingum
og
dómara
útbúgvingum.
Nógvu
tey
fyrstu árini varð hetta gjørt
við fakligum stuðli úr Dan
mark. Síðani miðskeiðis í
níti árunum hava føroyingar
sjálvir havt alla ábyrgdina av
útbúgvingunum.
Eitt av aðalmálunum hjá
Fótbóltssambandi
Føroya
hevur altíð verið, at kunna
luttaka í altjóða fótbólti, und
ir somu korum sum allar aðr
ar fótbóltstjóðir. 2. juli í 1988
vórðu Føroyar limir í altjóða
fótbóltssamgonguni
FIFA,
og 18. apríl í 1990 vunnu Før
oyar limaskap í europeisku
fótbóltssamgonguni
UEFA.
Síðani limaskapurin í altjóða
og europeisku samgongunum
gjørdist veruleiki, hava Før
oyar luttikið á jøvnum føti við
øðrum fótbóltstjóðum í fót
bóltspolitikkinum og kapp
ingum fyri landslið og feløg.
Eftir at altjóða limaskapurin
var vorðin veruleiki, var næsta
stigið at taka lut í altjóða
fótbóltskappingum.
Síðani
1930 og fram til altjóða lima
skapin spældu Føroyar lands
dystir ímóti Íslandi (A, B og
U), Hetlandi, Orknoyggjum,
Grønlandi og eisini ímóti
donskum landsliðum (U-21
og veteranlandsliðnum). Før
oyar luttóku síðst í áttati
og fyrst í níti árunum í fót
bóltskappingunum á Oyggja
leikunum.
Føroyar
spældu
fyrsta
altjóða skrásetta landsdystin
24. august í 1988. Talan var um
vinardyst ímóti Íslandi í Akra
nesi, sum vertirnir vunnu 1-0.
Í 1990-1991 vóru Føroyar
fyrstu ferð við í EM undan
kapping. Í hesi kappingini
vórðu heimadystirnir spældir
í Landskrona í Svøríki, tí Før
oyar áttu ongan altjóða góð
kendan grasvøll. Tiltikin er
fyrsti
heimadysturin,
sum
var 12. september í 1990 ímóti
Eysturríki. Føroyar vunnu 1-0.
Føroyska málið gjørdi Torkil
Nielsen. Í 1992-1993 luttóku
Føroyar fyrstu ferð í HM
undankapping. Síðani 1992
hava
heimadystirnir
verið
spældir í Føroyum. Vøllurin á
Svangaskarði á Toftum hevur
verið nýttur síðani 1992, og
Tórsvøllur í Havnini hevur
verið nýttur síðani 1999.
Í 1992 luttóku føroysk feløg
fyrstu ferð í Europa Cup
kappingum.
Meistararnir
í
kvinnufótbólti hava luttikið
í Europa Cup síðani 2001, og
Føroyar luttaka í NM kapp
ingum fyri U17 landslið og EM
undankappingum fyri U17-,
U19- og U21-landsliðum við
dreingjum, og U17- og U19-
landsliðum við gentum.
Seinastu árini hevur Fót
bóltssamband Føroya nýtt
nógva tíð og orku at arbeiða
við
minstukrøvunum
hjá
FIFA. Hesi snúgva seg um
krøv til FSF sjálvt og um krøv,
sum FIFA umvegis FSF hevur
sett feløgunum. Krøvini hava
eitt nú við fysisku karmarnar,
fíggjarliga
grundarlagið,
fyrisitingarliga kervið og við
útbúgvingar og leiðslu sum
heild at gera.
Eftir
ársskiftið
í
2003
vórðu
húsini
hjá
FSF
í
Gundadali
tikin
í
nýtslu.
Nógv er kortini broytt síðani
FSF flutti í Gundadal, og
um alt gongur eftir ætlan,
stendur ein spildurnýggjur
Tórsvøllur liðugur um tvey
ár, við pláss fyri umleið 5.000
áskoðarum. Hægsti myndug
leikin
í
Fótbóltssambandi
Føroya er aðalfundurin. Sjey
manna nevndin verður vald
av
aðalfundinum.
Fjórða
hvørt tveir og fjórða hvørt
ár tríggir nevndarlimir vald
ir.
Fjórðahvørt
ár
verður
formaðurin
valdur,
og
fjórðahvørt ár verður næst
formaðurin valdur.
Í FSF fyrisitingini eru aðal
skrivari og afturat honum
fimtan starvsfólk. Harafturat
eru fleiri landsliðsvenjarar
knýttir at Fótbóltssambandi
Føroya.
Í samband við at FSF
verður 40 ár, verður skipað fyri
ymiskum tiltøkum í hesum
árinum. Lýst verður, so hvørt
tiltøkini verða.
Í gjár fyri 40 árum síðani varð Fótbóltssamband Føroya sett á stovn
FÓTBÓLTSSAMBAND
FØROYA 40 ÁR
HB – ÍF 8-1 (4-0)
1-0 Adrian Justinussen
2-0 Adrian Justinussen
3-0 Adrian Justinussen
4-0 Dan í Soylu
5-0 Jógvan Skeel Nolsøe
5-1 Jan Ellingsgaard
6-1 Jógvan Skeel Nolsøe
7-1 Símun Sólheim
8-1 Símun Samuelsen
AB – NSÍ 1-1
1.1 Klæmint A. Olsen
1-1 ??
KÍ – Skála 1-2 (0-1)
0-1 Andreas Egebjerg Jacobsen
1-1 Kristoffur Jakobsen
1-2 Haraldur Højgaard
Víkingur – TB 4-0 (2-0)
1-0 Heðin Hansen
2-0 Andreas Lava Olsen
3-0 Elias Lervig
4-0 Tonni Thomsen
B36 – EB/Streymur
4-0 (0-0)
1-0 Árni Frederiksberg
2-0 Michal Przybylski
3-0 Ragnar Samuelsen
4-0 Alex Mellemgaard
VVF-Cup 1. umfar: