Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í summar spældi Grønland í Panamerikanska meistara­ skapi­num á heimavølli. Í dysti­ num um triðja plássið tapti grøn­lendska landsliðið tepurt móti Kili eftir umdyst, og misti tí møguleikan at spæla seg í HM-endaspælið. Um vikuskiftið vann Kili stórsigur á Eysturríki í HM- endaspælinum, meðan Grøn­ land skuldi spæla vinardystir móti Føroyum. Grønland prógvaði í summar móti eitt nú Kili, at liðið er avbera gott, tá ið tað spælir upp til sítt besta, men hetta sást ikki aftur í Føroyum um viku­skiftið. Rungandi sigur Fyrsti dysturin í Høllini á Hálsi leygarkvøldið endaði við einum rungandi sigri til Føroyar við úrslitinum 37-22. Føroyar vístu frá fyrsta bríksli, at liðið var nógv betri fyri enn tað grønlendska, og tíð­liga í dystinum gjørdist greitt at einasti spenningurin fór at vera um hvussu stórur mun­urin mundi verða. Verjan stóð sera stinn saman við málverjunum, samstundis sum álopið var fjølbroytt við stór­um hugflogi. Serliga Jónas G. Djurhuus vísti seg fram frá síni bestu síðu, tá ið hann ferð eftir ferð annað­hvørt sjálvur skeyt mál, ella legði upp til møguleikar hjá sínum viðspælarum. Hoyvík­ ing­urin bygdi veruliga víðari á tað flotta avrikið, ið hann vísti til teir seinastu landsdystirnar, har serliga dysturin móti Monte­negro stendur sterkur í minni­num. Fingu hevnt seinasta landsdystin Dysturin leygarkvøldið var fyrstu ferð, at landsliðið spældi síðani stóra tapið fyri Danmark í oktober, og tað tóktist sum leikar­arnir høvdu hug at vaska hendan ósigurin burtur við ein­ um góðum avriki. Eitt nú Peter Krogh segði seg ikki vera nøgdan við dystin í Danmark, og kanska tí legði hann eyka nógv fyri leygar­ kvøldið, tá ið hann spældi ein av sínum heilt góðu dystum, har hann gekk undan bæði í verju og álopi. Tað sama gjørdu so at siga allir føroysku leikararnir, og saman staðfestu teir, at før­ oyskur hondbóltur er á ein­ um væl hægri støði enn grøn­ lendsk­ur í júst hesi løtu. Grønlendingar vóru ikki á rætta støði Ein føroyingur, ið ikki kundi verða nøgdur var Ingi Olsen. Føroyska hondbóltsímyndin er venjari hjá grønlendska lands­ liðnum, og hann mátti stað­ festa at liðið er langt frá tí støði tað tað hevði í summar, tá ið tað var so tætt við HM-luttøku. Tí hevði Ingi Olsen eitt stórt arbeiði, við at lyfta hugin og spæl­ið hjá sínum leikarum til seinna dystin sunnudagin í Vest­manna, og tað tóktist at eydnast rímiligt fyrstu løtuna. Grønland var væl betri við fyrsta korterið, har dysturin var javnur, men sum fyrri hálv­ leikur leið, fór føroyska liðið at draga frá so hvørt. Serliga vísti Føroyar aftur at verjan stóð sera væl, men ser­ liga var tað breiddin á liðnum, ið gjørdi munin. Meðan grønlendska liðið lat nógva ábyrgd upp í hendurnar av teimum báðum Nuko og Miki Heilmann, tóktust loysn­ ir­nar hjá føroyska liðnum at kunna koma av øllum hondum, og hetta sæst eisini aftur á mál­skjúttanum, har eingin før­ oyingur fekk meira enn fimm mál. Nýggj andlit gjørdu um seg Aftur staðfesti Føroyar at liðið í løtuni er sterkari enn tað grøn­ lendska, og tað var við før­ oysku­m eygum sera gleðiligt at nógvir leikarar sloppu at royna seg. Eitt nú spældi Sámal á Tjaldra­fløtti ein størri leiklut enn væntað, eftir skaða til Áka Egils­nes, og klaksvíkingurin tók væl av møguleikanum bæði í verju og álopið. Serliga fyrra dystin tóktist nógv at lukkast hjá stóra høgra bakkinum, og tað man vera honum væl unt eftir eitt tungt kappingarár, har Sámal á Tjaldrafløtti mest sum hevur verið í sjálvdrátti í Team Klaksvík. Ein annar spennandi leikari, ið fekk møguleikan, var Eirikur Simon­sen. Kyndlamaðurin spælir nú í Frederikshavn í donsku 1. deild, og tað frættist at hann mennir seg í hvørjum har. Hetta fekk bakkurin høvi at vísa føroyingum, tá ið hann spældi meginpartin av dysti­num í verjuni sunnudagin – og hesum slapp hann avbera væl frá, eins og hann pyntaði verki hjá sær við tveimum flottum málum í skjótálopi. Fáa nógv burtur úr venjingardystum Endin var enn ein greiður føroyskur sigur upp á 29-19, og hetta fegnast Sonni Larsen, lands­liðsvenjari sum vera man um. - Eg eri øgiliga nøgdur við at vit vísa so gott álopsspæl í mun til seinasta dystin hjá okkum móti Danmark, men vit eru eisini greiðir um at tað eru tvey mót­støðulið, ið ikki eru á sama støði, sigur landsliðsvenjarin og heldur fram: - Vit fáa ótrúliga nógv burtur úr at spæla sovornar venj­ingar­ dystir. Grønland hevur góðar leikarar, og tað var gott fyri okk­um at royna okkum móti teim­um, sigur venjarin. Sonni Larsen greiðir frá, at tað mest umráðandi, sum føroyska landsliðið fær burt­ ur úr hesum báðum vinar­ dyst­unum er at liðið fær lagt afturat álopsspælinum hjá sær. Hetta er eisini úrsliti av mongu venjingartímunum, ið liðið hevur fingið saman sein­ astu vikuna, og sum síðani eydn­ aðist væl í dyst­ un­um um viku­ skiftið. Nú verða eyguni vend móti teimum báðum undan­kapp­ ingardystunum móti Ukreina í apríl, og tað verður ein truplari upp­ gáva, sigur Sonni Larsen av­ gjørdur. -Tað er eitt lið á hægri støði, so tá skulu vit verða enn hvassari enn vit vóru móti Grøn­landi, greiðir hann frá, og tekur samanum: - Hóast vit eisini kundu hugsað okkum at roynt okkum móti tjóðum á hægri støði, so var tað gott at royna seg móti Grønlandi, og eg eri sera væl nøgdur við hvussu vit hava arbeitt saman seinastu vikuna, sigur ein bjartskygdur lands­ liðs­venjarin at enda. sjurdur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR Um vikuskiftið spældi føroyska manslandsliðið í hondbólti tveir venjingardystir móti Grønlandi. Hesum fingu Føroyar mest burtur úr, tá ið tað gjørdist greitt at støðið var væl frægari hjá føroysku leikarunum TVEIR FØROYSKIR STÓRSIGRAR