Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BORÐTENNIS Tróndur Arge Kappingarárið í borðtennis er komið árakað í helvt, og um vikuskiftið varð fjórða Grand Prix-umfar spælt í høll­ini á Hálsi í Havn. Grand Prix-kappingin hevur seks um­før, har øll dystast ímóti hvørjum øðrum eftir støði, og ikki aldri, og við endan á kapp­ ingar­árinum verða saml­aðir vinnarar og topp 3 heiðr­aðir. Hjá teimum vaksnu hevur veteranurin, Peter Hentze Nical­sen, seinastu umførini hálað inn á oddamannin í samlaðu støðuni, Pætur Al­ binus, men um vikuskiftið gjørdist Pætur fremstur og Peter nummar trý, so nú er munurin ímillum teir báð­ar aftur vaksin. Sveinur Morten­ sen Nolsøe, sum hesaferð gjørd­ist nummar tvey, er hin­vegin beint í hølunum á venjara sínum, Peter Hentze Nicla­sen. Verður hugt nærri at ung­ dóms­deildini, so er kappingin ser­liga hørð í smádreingjum, har einans 40 eru ímillum teir tríggjar, ið fremstir eru: Rói Hjalta­son, Tórur Eið Eliasen og Høgni Heinason – allir úr borð­ tennisfelagnum Tór í Havn. Tvey umfør eru eftir at spæla í Grand Prix-kappingini. Tey verða 17. februar á Tvøroyri og 2. mars í Havn. trondur@sosialurin.fo Pætur Albinus dregur frá hjá teimum vaksnu, og í ungdómsdeildini er kappingin beinhørð Bólkur A: Nr.1 Pætur Albinus, Tór Nr.2 Sveinur Nolsøe, Tór Nr.3 Peter Niclasen, Tór Nr.4 Knútur Jóannesarson, Tór Nr.5 Vagnur Nolsøe, TBF Nr.6 Sólja Djurhuus, Tór Nr.7 Helgi Ólavson, TBF Bólkur B: Nr.1 Tórur Eið Eliasen, Tór Nr.2 Elinborg Nygaard, TBF Nr.3 Heri Lava Láadal, Tór Nr.4 Ári F. Jensen, Tór Nr.5 Anja Wongwai, TBF Nr.6 Beinta D. Joensen, TBF Bólkur C: Nr.1 Britt Michelsen, TBF Nr.2 Hjalgrím Højgaard, TBF Nr.3 Hanna Højgaard, TBF Nr.4 Marin Elisabeth Poulsen, Royn Nr.5 John T. Bærendsen, TBF Nr.6 Josvá F. Højgaard, TBF Bólkur D: Nr.1 Victoria Debes, TBF Nr.2 Bára Guttesen, TBF Nr.3 Elias Petersen, Tór Nr.4 Reinar Garðshamar, TBF Nr.5 Gunnar Vang Niclasen, Tór Nr.6 Róland Hansen, TBF Bólkur E: Nr.1 Olivur Aron Joensen, TBF Nr.2 Pætur Frederiksen, Tór Nr.3 Rói úr Dímun, Tór Nr.4 Hákun av Reyni Dam, Tór Nr.5 Tobias Garðshamar, TBF Nr.6 Poul Knút Poulsen, TBF Nr.7 Páll Hansen Sørensen, TBF Úrslit. 4. GP-umfar Eyðun F. Ellendersen (Sisu/MBK) Fróði Fríðason Jensen (Amager BTK) Hallur Thorsteinsson (Amager BTK) Knútur Jóannesarson (Tór) Pætur Albinus (Tór) Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór) Anna Mikkjalsdóttir (Sisu/MBK) Durita Fríðadóttir Jensen (Tór) Henrietta Nielsen (Viby BTK) Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór) Ári Fríðason Jensen (Tór) Heri Lava Láadal (Tór) Høgni Heinason (Tór) Rói Seyer Hjaltason (Tór) Tórur Eið Eliasen (Tór) Anja Wongwai (TBF) Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór) Borðtennis: ÚRSLIT FRÁ FJÓRÐA UMFARI A-landsliðið úttikið Ungdómur til Lettlands Fram ímóti oyggjaleikum á Gibraltar í summar er ein brutto­hópur til A-landsliðið í borð­tennis nú úttikin. Hesin hópurin fer á fýra venj­ingar­ legur í vár. Tann fyrsta verður 8. - 10. februar í Århus. Lands­ liðsvenjari er danski Simon Nykjær-Fisher. Í døgunum 15. - 17. februar fer føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis at luttaka í Riga City Council's Youth Cup í Let­t­landi. Luttakandi lond har eru eitt nú Lettland, Lita­ va, Hvítarussland, Estland og Ísland. Sjey spælarar úr feløgunum Tór í Havn og TBF á Tvøroyri eru úttiknir. Venjarar eru Pæt­ur Albinus og Hallur Thorsteins­son. Hópurin: Hópurin: